Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-30, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juni 2015síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. juli 2015 · Nr. 74 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur evropa fótbóltur Jóannes Hansen Hóast heimliga fót­bólts­ kapp­ingin er í summarfrí fram til á ólavsøku, so eru stórar avbjóðingar á skránni hjá bestu fótbóltsfeløgunum. Í kvøld og í annaðkvøld og aftur í næstu viku skulu føroysku feløgini royna seg í europeisku kapping­ unum. Tað eru tey feløgini, ið við teirra góðu avrikum í fjør vunnu sær europeisk at­gongu­merki, sum nú fyri­ reika seg til stóru av­bjóð­ ingarnar. Viðhvørt hevur tað lagað seg soleiðis, at tey feløg­ini, sum undanfarna ár vóru stinn, ikki hava verið so væl fyri, tá ið euro­ peisku uppgávurnar vóru á skránni. Soleiðis er tað ikki í ár. Tað eru tey fýra feløg­ ini, sum eru ovast á støðu­ talvuni eftir seytjan umfør í landskappingin, sum í dag og í morgin skulu spæla euro­peiskan fótbólt. Topp­ liðið B36 skal royna seg í fyrsta innleiðandi um­far­ inum í europeisku meistara­ kappingini, og NSÍ, Víkingur og HB skulu spæla í euro­ peisku liguni. Nógv at liva upp til Tað vakti miklan ans, tá ið landsliðið síðsta heyst vann suðuri í Grikkalandi, og tað bar skarvslop við sær á euro­ peiska styrkislistanum, tá ið tað fyri nøkrum vikum síðani enn einaferð eydnaðist at vinna á Grikkalandi. Landsliðið hevur lyft seg í kjalarvørrinum av lut­fals­liga góðu úrslitunum, sum før­ oysku feløgini seinnu árini hava megnað í euro­peisku kappingunum. Í fjør megnaði Víkingur sum fyrsta føroyska felagið nakrantíð at spæla seg víðari í triðja innleiðandi umfarið í Europa liguni, og í fjør var HB í øðrum innleiðandi um­ fari í meistarakappingini. Í fyrra­árið spældi EB/Streym­ ur seg viðari úr fyrsta umfari í meistarakappingini, og eis­ ini tá megnaði Víkingur at spæla seg víðari úr fyrsta um­fari í Europa liguni. Stórar upphæddir Tað valdast nógv um luta­ kastið, hvørjar vánirnar eru hjá føroysku liðunum at standa seg væl og møguliga at halda fram í kappingini. Í fjør mundi tað vera fáur, sum roknaði við, at Víkingur skuldi gera av við norska Tromsø IL. Men tað megnaðu víkingar­nir, og so var neyð­ ugt at gera broytingar í lands­kapp­ingini. Summarsteðgurin hjá bestu liðunum verður stutt­ ur, um talan yvir­høvur verð­ ur um steðg frá venjing­ unum. Um euro­peiska kapp­ingin skal órógva heim­ liga fót­bóltin, so skulu fel­øg­ ini greiða stórar setn­ingar og bæði vinna seg víðari úr fyrsta og øðrum umfari. Longu síðsta heyst tryggj­ aði B36 sær við at vinna FM meiri enn tríggjar milliónir í inn­tøku frá europeisku meistara­kappingini í ár. Um tað eydnast árstalsfelagnum samantalt at vinna á walis­ iska mótstøðuliðnum, so renna knappar tvær millión­ ir aftrat í kassan. Tað eru ikki smá­pengar, sum tað snýr seg um. Hjá NSÍ, Víkingi og HB er talan ikki um so stór­ar upp­ hæddir, men inn­tøkur­nar eru ikki at kimsa at. Tað verður brøðra­ kapping á Tórsvølli Í kvøld skal B36 í europeiska eldin á heimavølli. Fyri fyrstu ferð nakrantíð skal føroyskt felag spæla ímóti walisiska TNS ella The New Saints, sum síðsta kappingarár vann bæði landskappingina og steypa­kappingina. Fýra tey seinastu árini hevur TNS verið meistari. Í 2010 megnaði TNS fyri fyrstu ferð at spæla seg víðari úr innleiðandi um­fari í europeisku meistara­kapp­ ing­ini. Tað var ímóti írska meistara­liðnum Bohemians. Árið eftir eydnaðist tað at vinna samantalt 2-1 ímóti Cliftonville FC úr Belfast í Europa liguni, har FC Midt­ jylland í øðrum umfari vann saman­talt 8-3. Talan er um fulltíðar yrkis­spælarar, og setn­ing­ urin er stórur hjá B36: – Tað verður, sum tað plagar at vera hjá føroying­ um í altjóða fótbólti. Fyrsta treytin er, at vit eru upp­ settir, ansnir og við sjálvs­áliti megna okkara spæl. Mót­ støðu­menninir eru skjótir og kropsliga væl fyri. Um tað eydn­ast okkum at snúgva okkum úr fyrsta press­inum og at saman­spæla, so hava vit betri møgu­leika, sigur B36 venj­arin Eyðun Klakstein. Hjá B36 er Hørður Askham framvegis skaddur. Odmar Færø noyddist av vøll­inum í 1. hálvleiki á Argjum fríggjakvøldið. Hann hevði fingið snudd í knæið, men hann er tøkur aftur í kvøld. Tað er Lukasz Cieslewicz eisini. Hann var leik­bann­aður á Argjum. Lukasz er 27 ára gamal. Millum mótstøðumenninar hjá honum og B36 í kvøld verður Adrian Cieslewicz, 24 ára gamli yngri beiggi Lukasz, sum hevur verið í TNS síðani í august í fjør. Tá flutti hann úr B36, har tað ikki eydnaðist honum at vinna fast pláss. Hann var við í trimum lands­kapp­ ingar­dystum – einaferð mill­um teir fyrstu ellivu og tvær ferðir sum innskiftari – og hann var við í báðum euro­pe­isku dystunum ímóti Linfield FC. Tá ið B36 tapti 2-1 á heima­vølli var hann mill­um teir fyrstu ellivu, og á úti­vølli, tá ið úrslitið var 1-1, varð hann skiftur inn. Í TNS hevur tað gingið væl hjá Adrian Cieslewicz, sum síðsta kappingarár skoraði átta mál í landskappingini og trý í steypakappingini. Hann legði upp til sjey mál í lands­ kappingini. Víkingi bíðar stór avbjóðing Í fjør var tað satt bragd, tá ið Víkingur varpaði Tromsø IL úr europeisku kappingini. Luta­kastið lagaði tað soleiðis, at víkingarnir aftur í ár skulu dystast við norskt lið. Hós­kvøldið eigur Víkingur heima­vøll á Svangaskarði. Spurningurin er, hvussu europeisku royndirnar og góða gongdin í heimligu kapp­ingini seinastu vikur­ nar fara at muna á heima­ vøll­inum og um eina viku á Lerkendal. Rosenborg var meistari øll árini frá 1991 og fram til 2004, og aftur í 2006, 2009 og 2010. Ellivu ferðir var felagið við í bólkaspælinum í europeisku meistarakappingini, og í 1997 megnaði liðið at spæla seg í fjórðingsfinaluna. Styrkismunurin millum Tromsø IL og Rosenborg í ár sæst aftur í, at Rosen­borg eftir 14 umfør í lands­kapp­ ing­ini er topplið við 33 stig­ um, og at Tromsø IL er á 14. plássi við 12 stigum. Rosenborg hevur ikki tapt seks tær seinastu ferðirnar. Leygardagin endaði tað 1-1 á heimavølli ímóti Molde á Lerkendal. Europeiski arvurin er tungur at lyfta Avbjóðingin kennist stór, nú fýra tey fremstu í landskappingini skulu stríðast fyri at røkka tí, sum Víkingur og HB í fjør megnaðu – at spæla seg víðari úr fyrsta innleiðandi umfarinum – og at liva upp til avrikið í fjør, tá ið Víkingur spældi seg víðari í triðja innleiðandi umfarið