Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-30, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juni 2015síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 1. juli 2015 · Nr. 74 ítróttur fótbóltur evropa Sigfríður Clementsen er realistiskur: – Vit spæla ímóti sigurs­ vand­um felag. Liðið er á veg aftur á toppin, eftir at tað ikki hevur gingið heilt so væl tey síðstu árini. Vit kunnu tapa 5-0 á Svangaskarði, og um vit eru raskir og hepnir, og um mótstøðumenninir ikki eru á toppinum, so er møgu­leiki fyri, at vit kunnu vinna 1-0. Eg havi sæð nakrar dystir hjá teimum í lands­ kapp­ingini. Teir spæla bein­ leiðis og við nógvum inn­ legg­um. Mann ímóti manni eru teir stinnari enn vit. Um vit skulu hava nakran møgu­ leika, so skal kollektivið hjá okk­um rigga væl, og tað vóna vit fer at eydnast, sigur Víkinga venjarin. Súni Olsen er framvegis skaddur, og Hjartvard Hansen er ikki við í fyri­reik­ ing­unum upp undir dystin ímóti Rosen­borg, sum kemur til Føroyar við flogfarinum úr Bergen ídag. HB ímóti nýggjum felag Í fyrrakvøldið lendi HB ferða­ lagið í Litava. Mótstøðu­liðið hóskvøldið er FK Trakai, sum ongantíð áður hevur verið í altjóða kapping. Talan er um bara tíggju ára gamalt felag, sum í fjør fyri fyrstu ferð flutti upp í bestu deildina. Hóast talan er um spildur­ nýtt lið í europeiskum høpi, so verður litaviska liðið roknað at vera stórur favo­ ritt­ur at vinna á heimavølli. Felagið er eftir sekstan um­ før á øðrum plássi í lands­ kapp­ingini. HB hevur tvær ferðir áður spælt ímóti litavisku felag. Bæði í 2003 og 2005 var FBK Kaunas mótstøðulið. Í 2003 vann FBK Kaunas 4-1 á heimavølli og 1-0 á úti­ vølli. Einasti HB spælarin, sum var við í 2003, og sum er í HB ferðalagnum hesaferð, er Andrew av Fløtum. Fyri tíggju árum síð­ani – í 2005 – spældi HB í meistara­ kappingini ímóti FBK Kaunas, sum á heimavølli vann 4-0. Á Tórsvølli vann litav­iska liðið 4-2. Eingin av HB spæl­arunum, sum nú fyri­reika seg í Litava, var við fyri tíggju árum síðani. Tá ið HB tapti 3-0 í Gøtu fríggjakvøldið, vóru Fróði Benjaminsen og Andrew av Fløtum ikki tøkir. Teir eru báðir við í HB ferðalagnum í Litava. NSÍ ímóti gomlum kenningi Í gjáramorgunin fór NSÍ úr Vágum, og seinnapartin í gjár lendi NSÍ ferðalagið í Belfast, har mótstøðuliðið á Windsor Park hóskvøldið verð­ur Linfield FC, sum fleiri ferðir áður hevur roynt seg ímóti føroyskum feløgum: Í 2012 endaði tað báðu ferð­ir málleyst, tá ið B36 og Linfield FC spældu í meistara­kapp­ing­ini. So var neyðugt við brots­sparks­ kapp­ing, sum norðurírska liðið vann. Í fjør hittust B36 og Linfield FC aftur. Hesaferð var tað í Europa liguni. B36 var ikki í rætta hýrinum, og tað var vónbrot, at norður­ írska liðið fór avstað við 2-1 sigri. Á Windsor Park endaði tað 1-1. Tað er kapping um pláss­ ini á NSÍ lilðnum, tí allir teir, sum hava spælt higartil í ár, eru tøkir at tørna til í Norður­írlandi. joannes@sosialurin.fo 2015 Meistarakappingin 01.07 B36 - The New Saints, Wales Sven Bindels úr Luksemborg kl. 19.00 07.07 TNS - B36 Europa ligan 02.07 FK Trakai, Litava - HB Lasha Silagava úr Georgia kl. 18.00 09.07 HB - FK Trakai 02.07 Víkingur - Rosenborg, Noreg Bryn Markham-Jones úr Wales kl. 19.00 09.07 Rosenborg-Víkingur 02.07 Linfield FC, Norðurírland - NSÍ Petr Ardeleanu úr Tjeikia kl. 19.45 09.07 NSÍ - Linfield FC 2014 Meistarakappingin 02.07 Lincoln Red Imps - HB 1-1 08.07 HB - Lincoln Red Imps 5-2 15.07 FK Partizan - HB 3-0 22.07 HB - FK Partizan 1-3 Europa ligan 03.07 B36 - Linfield 1-2 08.07 Linfield - B36 1-1 03.07 MyPa - ÍF 1-0 10.07 ÍF - MyPa 0-0 03.07 Víkingur - Daugava Daugavpils 2-1 10.07 Daugava Daugavpils 1-1 17.07 Víkingur - Tromsø IL 0-0 24.07 Tromsø IL - Víkingur 1-2 31.07 Víkingur - HNK Rijeka 1-5 07.08 HNK Rijeka - Víkingur 4-0 2013 Meistarakappingin 02.07 FC Lusitanos - EB/Streymur 2-2 09.07 EB/Streymur - Lucitanos 5-1 16.07 Dinamo Tbilsi - EB/Streymur 6-1 23.07 EB/Streymur - Dinamo Tbilsi 1-3 Europa ligan 03.07 ÍF - Linfield FC 0-2 10.07 Linfield FC - ÍF 3-0 04.07 ÍBV - HB 1-1 11.07 HB - ÍBV 0-1 04.07 Víkingur - Inter Turku 1-1 11.07 Inter Turku - Víkingur 0-1 18.07 FC Petrolul Ploiesti - Víkingur 3-0 25.07 Víkingur-FC Petrolul Ploiesti 0-4 Mynd: Álvur Haraldsen