týsdagur 30. juni 2015síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Juli 2015
12 kjarnumál
Fokus á løntakaran
og arbeiðsmarknaðin
Um talvurnar
Fólkaflokkurin er ikki við í yvirlitinum á
hesum síðum, tí at flokkurin hevur ikki tikið
støðu til teir tríggjar svarmøguleikarnar,
flokkarnir vóru bidnir um at taka støðu til.
Flokkurin hevur tó gjørt sínar viðmerkingar til
tey 12 kjarnumálini, sum eru at lesa á www.
starvsmannafelag.fo, har viðmerkingarnar hjá
øllum flokkum eru kunngjørdar.
ÚTGEVARI
Starvsmannafelagið
J. H. Schrøtersgøta 9
Postsmoga 165
110 Tórshavn
Telefon 61 48 68
Fax 31 10 92
T-postur: starvsmannafelag@starvsmannafelag.fo
Heimasíða: www.starvsmannafelag.fo
SKRIVSTOVUTÍÐ: kl. 09.00 – 16.00
TELEFONTÍÐ: kl. 10.00 – 15.00
15. juni - 1.sept: kl. 10.00-12.30
NEVND
Selma Ellingsgaard, forkvinna
Súni Selfoss, næstformaður
Niels á Reynatúgvu, nevndarlimur
Karin Jacobsen, nevndarlimur
Svend Åge Seloy, nevndarlimur
FELAGSSKRIVARI
Anna D. Johannesen
SAMSKIPARI
Guðrið Joensen
RÁÐGEVI
Dánjal Højgaard
TRYGGINGARRÁÐGEVI
John Kjær, tlf. 21 81 87
SOSIALRÁÐGEVI
Leif Olsen, tlf. 31 63 39
Starvsmannafelagið er limur í:
Norðurlendsku felagsskapunum
SUN, NTR, NSO og
Altjóða felagsskapinum PSI
STARVSBLAÐIÐ
verður sent limum Starvsmannafelagsins
ókeypis fýra ferðir um árið.
LAGT TIL RÆTTIS
Starvsmannafelagið
Nevndin (ábyrgd)
Grafiskt snið og layout
Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin
Myndir
Ingi Sørensen og Dánjal Højgaard
Myndaviðgerð: Ingi Sørensen
Starvsmannafelagið er fakfelag hjá
starvsfólkum, sum starvast hjá landi og
kommunum og almennum partafeløgum.
Felagið hevur einar 2.000 limir.
Endamál felagsins er á demokratiskum
og javnstøðiligum grundarlagi støðugt at
virka fyri betri arbeiðskorum.
Millum limirnar finna vit omanfyri
300 ymisk starvsheiti, so á ein hátt
er Starvsmannafelagið tað, sum
grannalondini rópa eitt fakforbund.
Tí siga vit ofta, at Starvsmannafelagið er
eyðkent av at vera stórt, breitt og sterkt.
Starvsmannafelagið – stórt, breitt og sterkt
Í Føroyum eru umleið 24.000 løntakarar. Tað vil siga, at
flestallir av teimum útvið 36.000 føroyingunum, sum hava
valrætt, eru í starvi hjá øðrum.
Tí er einki meira nattúrligt enn at vit seta fokus á viður
skiftini hjá løntakaranum, nú val er í hondum. Og í hesum
føri serstakliga viðurskiftini hjá teimum umleið 2.000 starvs
fólkunum, sum eru limir í Starvsmannafelagnum.
Kjarnumálini 2015 eru kjølfest í baklandi Starvsmanna
felagsins. Talan er um mál, sum álitisfólkini og nevndin í
Starvsmannafelagnum meta hava stóran týdning, bæði fyri
limir felagsins og samfelagið sum heild. Og sum vit ynska at
varpa ljós á í valárinum 2015.
Eftir at vit høvdu kjósað okkum kjarnumálini, vórðu tey send
út til teir politisku flokkarnar at taka støðu til. Í blaðnum
her kanst tú lesa hvørja støðu Starvsmannafelagið hevur til
tey 12 málini. Og samstundis sært tú hvørja støðu politisku
flokkarnir hava til tey valdu málini.
Harafturat hava flokkarnir grundgivið nærri fyri síni støðu.
Brot úr hesum grundgevingum kanst tú lesa á hesum blað
síðum, men til ber at lesa grundgevingarnar í fullum líki á
heimasíðu felagsins, www.starvsmannafelag.fo, har øll verk
ætlanin eisini er kunngjørd.
Vón okkara er, at politisku flokkarnir fara at taka kjarnu
málini til sín – eins og vit vóna, at teir eisini fara at taka til
sín onnur mál, sum fakfeløgini varpa ljós á í valárinum - og
at málini fara at síggjast aftur í valstríðnum. Og í einum
komandi samgonguskjali.
Samstundis er tað okkara vón, at eitt tiltak sum hetta ger
sítt til og eggjar limum felagsins og fólki annars at fara á val
og nýta sín demokratiska atkvøðurætt.
Lat meg leggja dent á, at hetta er eitt partapolitisk
óheft átak. Starvsmannafelagið er ikki í parti við nøkrum
politiskum flokkum. Vit eru altíð í parti við øllum okkara
limum, og røkja teirra felags áhugamál. Hinvegin mugu
vit fyrihalda okkum til ta sannroynd, at vit eru partur av
samfelagnum, har politikkur er ein týðandi partur. Og hóast
partapolitiskt óheft, so hava vit sum felag altíð skyldu at
virka fyri áhugamálum limanna og felagsins á munabesta
hátt.
Eg vil nýta høvið at takka politisku flokkunum fyri, at teir
vildu taka lut í verkætlan okkara ’Kjarnumál hjá Starvs
mannafelagnum í valárinum 2015’.
Starvsmannafelagið ynskir limum sínum og øllum føroy
ingum eitt livandi, sakligt og gevandi valár, har mál av
felags týdningi fyri løntakararnar vónandi fara at síggjast
aftur í valstríðnum.
Gott løgtingsval
Í seinasta lagi 29. oktober verður løgtingsval. Starvsmannafelagið hevur avgjørt at varpa ljós á
arbeiðsmarknaðarmál av týdningi fyri løntakararnar, tí vit halda, at hesi mál eiga at vera sjónligari í
valstríðnum, enn vit hava sæð higartil. Tí hevur felagið kjósað sær 12 kjarnumál í valárinum 2015
Álitisfólkini í Starvsmannafelagnum viðgera uppskot til kjarnumál hjá Starvsmannafelagnum
í 2015 á fundi á Hotel Føroyum í desember í fjør.
Selma Ellingsgaard
forkvinna fyri Starvsmannafelagið