Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-30, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juni 2015síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Juli 2015 Starvsmannafelagið hevur gjøgnum tíðirnar tryggjað sær eina eftirlønarskipan í sáttmálunum, har ávís prosentupphædd verður goldin afturat lønini til pensjónsárini. Men tá limirnir t.d. fara í barsils­skipanina, í tillagað starv orsaka av skerdum arbeiðs­førleika ella gerast arbeiðsleysir, fáa teir harafturímóti onga eftirløn afturat útgjaldinum. Tá umræður almannaveitingar sum heild geva tær ikki eftir­løn. Hjá teimum, sum fara í barnsburðarfarloyvi eftir barsils­lógini, er støðan enntá soleiðis, at eftir­ lønar­gjald verður drigið av veitingini. Hetta skapar ójavna, sum stendur við heilt inn í ellisárini. Kanningar benda á, at vaksandi fólkasjúkan strongd er eitt minst líka stórt vandamál í Føroyum, sum aðrastaðni. Hetta hevur kostnaðarmiklar avleiðingar – bæði fyri einstaklingar, familjur, arbeiðspláss og samfelag. Meðan londini kring okkum hava sett munagóð tiltøk í verk at avmarka trupulleikan, er lítið og einki gjørt her hjá okkum. T.d. hevur Arbeiðs­ eftir­litið ikki havt manning at gera nakað við arbeiðs­ um­hvørvi yvirhøvur. Í 2015 er peningur játtaður Arbeiðs­eftirlitinum at greina trupulleikan, men enn er eingin játtan til at seta fólk við serfrøði at taka sær av sálar­liga arbeiðsumhvørvinum. Starvsmannafelagið heldur: At Arbeiðseftirlitið eigur at verða raðfest hægri, so at stovnurin fær pening at seta serkøn starvsfólk, ið kunnu veita ráðgeving og hava eftirlit við sálarliga arbeiðsumhvørvinum. Eftirløn av øllum Raðfesta sálarliga arbeiðsumhvørvið Tekur flokkur tykkara undir við hesum? Flokkur: Ja Lutvíst Nei Sambandsflokkurin Javnaðarflokkurin Tjóðveldi Nýtt Sjálvstýri Framsókn Miðflokkurin ✓ ✓ ✓ ✓ ✓ ✓ Tekur flokkur tykkara undir við hesum? Flokkur: Ja Lutvíst Nei Sambandsflokkurin Javnaðarflokkurin Tjóðveldi Nýtt Sjálvstýri Framsókn Miðflokkurin ✓ ✓ ✓ ✓ ✓ ✓ 1 2 Fólkaflokkurin: Vit halda, at allar veitingar, sum koma ístaðin fyri løn, eiga at verða eftirlønargevandi. Javnaðarflokkurin: Pensjón skal í størsta mun byggja á Samhaldsfasta og fólkapensjón, bæði fyri lønarinntøkur og almennar veitingar. Sambandsflokkurin: Breið semja hevur verið um, at tað gevur onga meining, at landskassin, t.d. rindar einum óarbeiðsførum persóni fyritíðarpensjón og harumframt rindar eitt pensjónsgjald til ein grunn. Framsókn: Um gjaldið skal leggjast omaná ella trekkjast frá inngjaldinum mugu partarnir á arbeiðs- marknaðinum samráða seg til. Miðflokkurin: Tí er positivt og neyðugt, um allir partar taka saman hendur og raðfesta hetta økið, partarnir á arbeiðsmarknaðinum undir samráðingum um nýggjar sáttmálar og almennu myndugleikarnir, við at raðfesta m.a. arbeiðseftirlitið munandi hægri. Nýtt Sjálvstýri: Tað vísir seg, at oftari og oftari verða fólk sjúkrameldað, tí tey eru ov strongd. Sálarliga arbeiðsumhvørvið eigur at verða raðfest hægri. Tjóðveldi: Tjóðveldi hevur sum mál at styrkja Arbeiðseftirlitið og arbeiðsumhvørvið munandi og harundir at seta sálarliga arbeiðsumhvørvið, sum sjálvsagdan part av lóg og uppgávu. Sambandsflokkurin: Tað eigur at verða nágreinað, hvat hesar uppgávur hjá Arbeiðseftirlitinum eiga at fevna um. Somuleiðis má ein slík skipan ikki seta spurnartekin við ábyrgdina, rættin og skyldurnar hjá leiðsluni. Starvsmannafelagið heldur: At arbeiðsmarknaðarskipanirnar ALS og Barsilsskipanin og almannaveitingarnar eiga at vera eftirlønargevandi, t.v.s. at eftirlønargjald eigur at verða goldið afturat veitingunum. Flokkarnir halda: Flokkarnir halda: