Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-30, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juni 2015síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Juli 2015 12 kjarnumál Fólkaflokkurin: Fyri at okkara skattaskipan skal verða kappingarfør, eiga vit at lækka skattin hjá lág- og miðalløntum. Flatskatturin var alneyðugur at fáa gjøgnumført, tí tað loysti seg als ikki at arbeiða í landinum. Javnaðarflokkurin: Skattaskipanin skal vera progressiv, so skatturin á lág- og miðalinntøkum eigur at verða lækkaður. Eisini eiga stigini í inntøkuskattastiganum at verða inntøkuregulerað árliga, so miðalinntøkur ikki av sær sjálvum koma at rinda toppskatt eftir nøkrum árum. Framsókn: Vit taka undir við, at meðal- og láginntøkur fáa størri fíggjarliga rúmd. Vit halda, at barnaískoyti ella kekkur eigur at stuðla undir búskapin hjá barnafamiljum. Vit halda eisini, at nøkur av teimum brúkaragjøldunum, sum í dag fíggja infrastrukturin, útvarp v.m. eiga at halda fram, soleiðis at ein breiðari skarði enn løntakarin rindar fyri tænastunar. Miðflokkurin: Eitt av fyrstu málunum komandi samgonga má loysa, er tí ein útjavningarskipan fyri kommunurnar, so hesar verða javnari stillaðar fíggjarliga og harvið gerast betur førar fyri at virka við til at veita ein skattalætta til meðal og lægru inntøkurnar. Skattapolitikkurin seinastu árini hevur verið sosialt órættvísur og nærum bert gagnað teimum hægru inntøkubólkunum í samfelagnum. Vit halda, at ein skattaskipan, har breiðastu herðarnir bera tyngstu byrðarnar, er tann besta og mest rættvísa, og at hetta er tann besta trygdin fyri einum vælvirkandi og tryggum vælferðarsamfelagi. Ein góð barsilsskipan er ógvuliga virðismikil, bæði fyri familjulív, arbeiðsmarknaðin og samfelagið. Ein góð skipan er mennandi fyri familjulívið, gevur møguleika fyri at varðveita sambandið við arbeiðsmarknaðin og kann vera við til at eggja útisetum at koma heim aftur til Føroya og harvið tálma fráflytingini. Hóast batar eru hendir, so eigur útgjaldsskeiðið at verða longt. Eisini er tað óheppið, at skipanin hevur eitt út­gjalds­ loft, sum er ov lágt (í løtuni 25.000 kr.). Hetta kann eggja til, at fólk við hægri inn­tøkum halda seg frá at nýta skipanina. Rættvísari skattaskipan Betri barsilsskipan Tekur flokkur tykkara undir við hesum? Flokkur: Ja Lutvíst Nei Sambandsflokkurin Javnaðarflokkurin Tjóðveldi Nýtt Sjálvstýri Framsókn Miðflokkurin ✓ ✓ ✓ ✓ ✓ ✓ Tekur flokkur tykkara undir við hesum? Flokkur: Ja Lutvíst Nei Sambandsflokkurin Javnaðarflokkurin Tjóðveldi Nýtt Sjálvstýri Framsókn Miðflokkurin ✓ ✓ ✓ ✓ ✓ ✓ Tekur flokkur tykkara undir við hesum? Flokkur: Ja Lutvíst Nei Sambandsflokkurin Javnaðarflokkurin Tjóðveldi Nýtt Sjálvstýri Framsókn Miðflokkurin ✓ ✓ ✓ ✓ ✓ ✓ 3 4 Nýtt Sjálvstýri: Nýtt Sjálvstýri heldur, at tíðarskeiðið eigur at økjast til 52 vikur. Tað er umráðandi, at barnið fær tryggar umstøður saman við familjuni, ta fyrstu tíðina av lívinum. Javnaðarflokkurin: Tað er týdningarmikið fyri Javnaðarflokkin, at bæði foreldrini fáa møguleikan at vera um síni børn tað fyrsta árið og barsilsskipanin skal eggja báðum foreldrum at taka farloyvi. Javnaðarflokkurin tekur undir við at oyramerkja eitt ávíst tíðarskeið til pápan. Sambandsflokkurin: Sambandsflokkurin tekur undir við, at tíðarskeiðið í Barsilsskipanini verður longt, men samtíðis er neyðugt, at skipanin er fíggjarliga haldfør. Fólkaflokkurin: Útgjaldsloftið er í dag ein forðing fyri nógvar familjur. Vit halda tað eigur at verða hækkað. Framsókn: Tað er ein spurningur um raðfesting og ein spurningur til arbeiðsmarknaðin at avgerða. Miðflokkurin: Vit meta hetta markið at vera eina óneyðuga forðing, sum kann taka frá nøkrum børnum og kvinnum ta gleðina og tann stuðulin, at pápin fær møguleika at verða heima nakrar fáar vikur. Tjóðveldi: Ideella prinsippið er, at Barsilsskipanin gevur fulla lønarkompensatión, sum eisini vil eggja til at hægri lønt – og harundir menn, sum enn hava hægri løn – kunnu velja at fara í barsil, uttan at lata fíggjarlig atlit gera av. Tó er av fíggjarligum og sosialum ávum ivaleyst neyðugt at hava eitt loft. Starvsmannafelagið heldur: At ein progressiv skattaskipan er best fyri sam­ felagið, og at politiska skipanin skal virka fyri at broyta skatta­skipanina, so meðal- og láginntøkurnar fáa muna­góðan skattalætta. Flokkarnir halda: Flokkarnir halda um útgjaldsskeiðið: Flokkarnir halda um útgjaldsloftið: Starvsmannafelagið heldur: At tíðarskeiðið í barsilsskipanini, útgjaldsskeiðið, eigur at verða longt. Starvsmannafelagið heldur: At útgjaldsloftið eigur at verða hækkað.