Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-30, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juni 2015síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Juli 2015 Sáttmálarnir hjá Starvsmannafelagnum við landið, kommunurnar og SEV hava ásetingar um strategiska førleikamenning. Endamálið er at menna starvsfólk til at taka við nýggjum avbjóðingum. Uttan før­leika­ menning kunnu starvsfólk t.d. enda sum ein stór útreiðsla fyri samfelagið í sambandi við uppsagnir, tí tey fáa truplari við at koma út aftur á arbeiðs­ marknaðin. Og uttan førleikamenning steðga arbeiðsplássini upp, sum ein bilur, ið ikki verður hildin við líka. Kanningar millum álitisfólkini hjá Starvs­manna­felagnum benda á, at ásetingarnar um førleikamenning verða ikki hildnar, og ein av trupul­ leikunum er, at arbeiðsplássunum vantar játtan til skeiðvirksemi og onnur tiltøk, ið skulu mynda førleikamenningina. Tríparta samstarv er eitt felags arbeiðs­marknaðar­ politisk forum, har arbeiðsgevarar, fakfeløg og politiska skipanin tosa saman og semjast um mál av felags áhuga. Hettar er væl kent úr øðrum londum, og Starvs­mannafelagið heldur at tað er vert at royna í Føroyum. Í tríparta samstarvinum kunnu verða umrødd arbeiðsmarknaðarmál, sum ikki hoyra undir sátt­ málasamráðingarnar, t.d. mál um lóg­gávu og reglu­verk og onnur tiltøk, sum viðvíkja arbeiðs­ marknaðinum. Vit halda, at eitt slík samstarv kann betra sambandið millum partarnar. Tað kann vera við til at lýsa og loysa avbjóðingar á arbeiðs­marknaðinum til gagns fyri allar partar. Pengar til førleikamenning Tríparta samstarv Tekur flokkur tykkara undir við hesum? Flokkur: Ja Lutvíst Nei Sambandsflokkurin Javnaðarflokkurin Tjóðveldi Nýtt Sjálvstýri Framsókn Miðflokkurin ✓ ✓ ✓ ✓ ✓ ✓ Tekur flokkur tykkara undir við hesum? Flokkur: Ja Lutvíst Nei Sambandsflokkurin Javnaðarflokkurin Tjóðveldi Nýtt Sjálvstýri Framsókn Miðflokkurin ✓ ✓ ✓ ✓ ✓ ✓ 5 6 Fólkaflokkurin: Spurningurin er ein partur av sáttmálasamráðingum og er eisini umráðandi fyri samfelagið. Almennir stovnar eiga at raðfesta hetta, men eigur tað at verða stovnsleiðslurnar, sum raðfesta. Sambandsflokkurin: Ein stovnsleiðsla eigur sjálv at meta um tørvin á  førleikamenning og seta neyðuga peningin av í innanhýsis fíggjarætlanini. Tað er ikki neyðugt á sjálvari fíggjarlógini at eyðmerkja pening til førleikamenning. Tjóðveldi: Tó heldur Tjóðveldi, at hetta eigur at verða mál, sum verður tryggjað ígjøgnum sáttmálasamráðingarnar – og so skal tað sjálvandi haldast. Tað vil siga, at tað ikki er Løgtingið, sum einsamalt ásetur hetta. Tá kann tað jú skjótt verða tikið burtur aftur, tá ið ein meiriluta kann skifta. Framsókn: Ein arbeiðsgevari má hava áhuga í at førleikamenna síni starvsfólk – tað er jú ein win-win støða. Skilja ikki, at hetta skal vera ein trupulleiki. Nýtt Sjálvstýri: Nýtt Sjálvstýri vil virka fyri samstarvi. Stendur tað til Nýtt Sjálvstýri, so vilja vit fegin kalla inn til tríparta samstarv millum fakfeløg, arbeiðsgevarar og politisku skipanina. Sambandsflokkurin: Tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum hava ábyrgdina av sáttmálasamráðingum. Tað kann hinvegin vera gagnligt við samskifti millum fakfeløg, arbeiðsgevarar og politisku skipanina. Men Sambandsflokkurin gongur tó inn fyri, at tað bara skulu vera partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum hava ábyrgdina av sáttmálasamráðingunum. Tjóðveldi: Tjóðveldi er eitt sindur ivasamt um hugtakið “tríparta samstarv”, tí tað er sera avgerandi, hvat lagt verður í tað – og hvat tað kann elva til. Í onkrum Norðurlandi hevur verið roynt at gera avtalur um at hækka arbeiðstíð afturfyri onkra skatta- ella avgjaldsbroyting. Um lagt verður upp til tílíkar “tríparta­samráðingar”, so kann tað undirgrava frælsið hjá fakfeløgum og arbeiðsmarknaðar-pørtunum. Miðflokkurin: At  arbeiðsgevarar, fakfeløg og politiska skipanin tosa saman og semjast um mál av felags áhuga, er sjálvsagt. Tó er týdningarmikið, at hesar samráðingar ikki koma ístaðin fyri ella taka virði og heimildir frá núverandi dýrtvunna samráðingarrætti hjá pørtunum á arbeiðsmaknaðinum. Flokkarnir halda: Flokkarnir halda: Starvsmannafelagið heldur: At markaður peningur eigur at verða játtaður, so at ásetingarnar í sáttmálunum um strategiska førleikamenning av starvsfólkunum kunnu verða framdar í verki. Starvsmannafelagið heldur: At eitt tríparta samstarv millum fakfeløg, arbeiðs­ gevarar og politisku skipanina eigur at verða fingið í lag, við regluligum fundum um áleikandi mál á føroyska arbeiðsmarknaðinum.