Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-30, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juni 2015síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Juli 2015 12 kjarnumál Framsókn: Lógina móti mismuni á arbeiðsmarknaðinum ljóðar skilagott at fremja. Um starvsmannalógin skal endurskoðast má síggjast í ljósinum av hvørjar aðrar skipanir eiga at verða dagførdar samstundis. Tjóðveldi: Hetta er í samsvari við øll virðir og mál hjá Tjóðveldi, og eigur sjálvsagt at verða framt. Javnaðarflokkurin: Hetta eigur at verða ein partur av Arbeiðsmarkanaðarpolitiska reforminum (sum Javnaðarflokkurin skýtir upp í sambandi við kjarnumál 6, red.). Javnaðarflokkurin ynskir at vera stigtakari til at fáa sett ein arbeiðsmarknaðardepil á stovn. Um flokkurin kemur í samgongu, skal ætlanin um arbeiðsmarknaðardepil ritast í samgonguskjalið. Nýtt Sjálvstýri: Nýtt Sjálvstýri vil tryggja føroyska arbeiðmarknaðin, men um tað er við at innføra danskar lógir, eru vit ikki so sannførd um. Vit eiga gjølla at kanna hvussu vit tryggja arbeiðsmarknaðin og broyta lógarverkið samsvarandi. Ein væl ment og dagførd arbeiðsmarknaðarlóggáva skapar trygg viðurskifti hjá starvsfólki og arbeiðs­ gevarum. Meðan vit í Føroyum mest hava tær grund­ leggjandi lógirnar, hava tey í Danmark fleiri tíggjutals lógir, sum verja rættindini hjá løntakarunum á arbeiðs­marknaðinum. Til dømis er lógin móti mismuni á arbeiðsmarknaðinum orsaka av rasu, húðarliti, trúgv, politiskari áskoðan, aldri v.m. ikki galdandi í Føroyum. Ein annar trupulleiki er, at galdandi arbeiðsmarknaðarlógir ikki eru dagførdar. Serliga kundu vit hugsa okkum at lógin um starvsmenn (funktionerlógin) verður nútímansgjørd, so at hon m.a. gevur starvsfólkunum verju móti órímiligari uppsøgn. Tað er ein afturvendandi trupulleiki, at verjan av starvsfólkum versnar, tá ið alment virksemi verður umskipað til partafelagsform. Orsøkin er, at fyrisitingarlógin og innlitslógin vanliga verða loystar frá, tá ið virksemi verður umlagt til almenn partafeløg. Hetta ger, at starvsfólkini á hesum arbeiðsplássum missa týðandi rættindi, tá ið avgerðir verða tiknar í starvsfólkamálum, m.a. hoyringsrættin, samstundis sum kravið um, at avgerðirnar skulu vera sakligar og hava grundgeving, fellur burtur. Tað var eitt stórt framstig fyri alment sett, tá innlitslógin og serliga fyrisitingarlógin komu í gildi í Føroyum fyrst í 90-unum. Men tá virksemið verður umskipað til partafeløg, verður tíðin hjá teimum, ið starvast á hesum arbeiðsplássum, skrúva aftur hvat starvsfólkaverjuni viðvíkur. Dagføra arbeiðsmarknaðarlóggávuna Fyrisitingarlógin og almenn partafeløg Tekur flokkur tykkara undir við hesum? Flokkur: Ja Lutvíst Nei Sambandsflokkurin Javnaðarflokkurin Tjóðveldi Nýtt Sjálvstýri Framsókn Miðflokkurin ✓ ✓ ✓ ✓ ✓ ✓ Tekur flokkur tykkara undir við hesum? Flokkur: Ja Lutvíst Nei Sambandsflokkurin Javnaðarflokkurin Tjóðveldi Nýtt Sjálvstýri Framsókn Miðflokkurin ✓ ✓ ✓ ✓ ✓ ✓ 7 8 Sambandsflokkurin: Tað eigur, sum útgangspunkt, at verða ein partur av starvsfólkapolitikkinum hjá einum almennum partafelag at hava opinleika um sítt virksemi, herundir orða ein setanarpolitikk, brúka setanarbólkar o.a. Javnaðarflokkurin: Verja av starvsfólkum á arbeiðsplássum er týdningarmikil. Tað skal ikki verða ein vansi fyri eitt starvsfólk, at tað er farið at arbeiða í einum almennum partafelagi heldur enn á einum almennum stovni. Starvsfólkini skulu ikki missa týðandi rættindi orsaka av hesum. Framsókn: Tað kann vera skilagott at skipa alment virksemi í partafeløg. Tá hetta verður gjørt eigur partafelagið at hava somu virkistreytir sum privat partafeløg. Miðflokkurin: Høvuðssjónarmið Miðfloksins er, at virki eiga at vera antin almenn ella privat, ikki bæði. Men fyri tey virki, sum longu eru skipað sum almenn partafeløg, eiga bæði fyrisitingarlógin og innlitslógin sjálvandi at galda. Flokkarnir halda: Flokkarnir halda: Starvsmannafelagið heldur: At lógin móti mismuni á arbeiðsmarknaðinum eigur at verða sett í verk í Føroyum og at starvsmannalógin skal verða dagførd. Starvsmannafelagið heldur: At tá alment virksemi verður umskipað til almenn partafeløg, eigur fyrisitingarlógin at vera galdandi í starvsfólkamálum.