týsdagur 30. juni 2015síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Juli 2015
Tað er týdningarmikið fyri okkara samfelag, at vit
hava eina sterka fakfelagsrørslu og ein væl skipaðan
arbeiðsmarknað. Ein fortreyt fyri hesum er, at so
nógv starvsfólk, sum til ber, eru skipað í felag. Tíverri
er rákið í nógvum londum í dag, at limaskarin í
fakfeløgunum minkar, og tað vísir seg, at fíggjarligar
grundir eru til, at fleiri velja feløgini frá. Vit seta
okkara álit á, at politisku flokkarnir síggja virðið í,
at starvsfólk eru skipað í felag, og at teir stuðla eini
skipan við skattafrádrátti fyri limaskapi í fakfelag.
Starvsmannafelagið heldur:
At ein skipan, har starvsfólk kunnu draga kostnaðin
av limaskapi í fakfeløgunum frá í skattinum, eigur at
verða sett á stovn.
Ein væl skipaður arbeiðsmarknaður er ein fortreyt
fyri einum vælvirkandi samfelag, har starvsfólk kenna
seg trygg. Starvsmannafelagið heldur, at øll starvsfólk
skulu arbeiða sambært sáttmálum. Óskipaði viðurskifti
og lønardumping kunnu ikki góðtakast í einum
framkomnum samfelag. Í Føroyum og á føroyskum øki
skulu føroyskir sáttmálar galda.
Starvsmannafelagið heldur:
At viðurskiftini hjá øllum, sum arbeiða í Føroyum og
í føroyskum øki eiga at vera skipað, og at í Føroyum
og á føroyskum øki skulu føroyskir sáttmálar galda.
Skattafrádráttur fyri fakfelagslimaskap
Skipaði viðurskifti
Tekur flokkur tykkara undir við hesum?
Flokkur:
Ja
Lutvíst
Nei
Sambandsflokkurin
Javnaðarflokkurin
Tjóðveldi
Nýtt Sjálvstýri
Framsókn
Miðflokkurin
✓
✓
✓
✓
✓
✓
Tekur flokkur tykkara undir við hesum?
Flokkur:
Ja
Lutvíst
Nei
Sambandsflokkurin
Javnaðarflokkurin
Tjóðveldi
Nýtt Sjálvstýri
Framsókn
Miðflokkurin
✓
✓
✓
✓
✓
✓
9
10
Fólkaflokkurin:
Altíð eru nógv uppskot um at lætta um skattatrýstið.
Eitt er, at limagjald til felagsskapir, vit velja at vera í,
skal kunna trekkjast frá í skatti. Vit eiga ikki at úthola
skattaskipanina við frádráttum; vit eiga at leggja
okkum eftir at lækka skattatrýstið sum heild.
Framsókn:
At trekkja frá fyri limagjald og stuðul fyri ávís
áhugamál hevur verið til viðgerðar í tinginum nakrar
ferðir. Enn hevur hetta ikki vunnið frama, og halda vit
at tað er óheppi at loyva hesum.
Tjóðveldi:
Neyðugt er at eggja øllum til at gerast limur í
fakfelag. Á privatu arbeiðsgevarasíðuni, er tað ikki
skattskyldugt at rinda limaskap í vinnufelagi. Tað
sama eigur at galda fyri løntakarar. Og lættast er
tekniskt, at fakfelagslimagjald verður goldið av løn
áðrenn skatting.
Nýtt Sjálvstýri:
Nýtt Sjálvstýri er ikki sannført um, at skattafrádráttur
fyri limaskap er gongda leiðin. Tað eru stórar styrkir
fyri tann einstaka borgarin á arbeiðsmarknaðinum,
at innlima seg í eitt fakfelag, bæði tá ið tað kemur
til løn og arbeiðsumstøður. Nýtt Sjálvstýri vil fyrst og
fremst raðfesta skattalætta til lág- og miðalinntøkur,
tí eyðsæð er, at kostnaðurin fyri skattafrádrátt
fyri limaskap kann gerast kostnaðartungt fyri
landskassan.
Javnaðarflokkurin:
Góð lønar- og arbeiðskor eru fortreytin fyri skipaðum
viðurskiftum á arbeiðsmarknaðinum.
Miðflokkurin:
At arbeiða sambært sáttmálum er ein dýrtvunnin
rættur, sum ikki má missast aftur! Tað at góðkenna
lønardumping ella vánaligar útlendskar sáttmálar vil
máa undan tí fakfelagsliga trygga grundarstøði, sum
samfelag okkara byggir á.
Fólkaflokkurin:
Sáttmálasamráðingar eiga at vera millum partarnar
á arbeiðsmarknaðinum og ikki í Løgtinginum. Men
vit góðtaka ikki dumping av lønum og lóggáva at
tryggja, at tað ikki hendur. Her er t.d. útlendingalógin
eitt amboð, sum eigur at brúkast.
Tjóðveldi:
Tjóðveldisflokkurin hevur hetta sum samtykt
stevnumið. Og vit hava bæði havt lógarkrav um hetta
á tingi í sambandi við fiskivinnuna. Tað hevur verið
felt. Men Tjóðveldi kravdi tað inn í serligu lógina um
makrelfiskiskap í 2011 – og tá varð tað samtykt.
Flokkarnir halda:
Flokkarnir halda: