týsdagur 30. juni 2015síða 48
Tekstur á síðuni
8
Juli 2015
12 kjarnumál
Sambandsflokkurin:
Vit eiga at bjóða tænastur út, við tí endamáli at
avtaka almennu monopolini. Tað ber til í summum
førum, men ikki í øllum førum. Tað gevur onga
meining at fara frá almennum monopoli til privat
monopol. Duopol er heldur eingin loysn.
Nýtt Sjálvstýri:
Um tænastan liggur hjá almennu fyrisitingini ella hjá
privatum er ikki avgerandi. Tað sum er avgerandi er,
at uppgávurnar verða loystar á einum høgum støði,
skjótt og til rætta prís. Tað kann meiri enn so koma
fyri, at tænastur gagna samfelagnum best, um tær
liggja í privatum hondum.
Fólkaflokkurin:
Einskiljing og útveiting av tænastum er hvør sítt.
Men vit ikki bara halda, men meta at tað er okkara
skylda at einskilja og útveita, har tað kann gerast
við fyrimuni. Spurningurin er ikki hvør ger hvat, men
hvat vit, sum samfelag og borgarar, fáa av tænastu.
Kunnu vit fáa betri og bíligari tænastu frá privatum,
er tað okkara skylda at brúka møguleikan.
Javnaðarflokkurin:
Beinleiðis røkt, umsorgan, viðgerð og tænastur til
borgaran, skulu ikki vera á privatum hondum. Men á
almennum, fyri at tryggja eitt javnt høgt støði til allar
borgarar í landinum.
Starvsmannafelagið metir, at almennar tænastur eiga
ikki at verða einskildar. Góðar almennar tænastur
eru ryggurin í vælferðarsamfelagnum, sum vit øll
eru við til at fíggja. Einskiljing er eingin trygd fyri
at tænasturnar verða betri, men kann harafturímóti
skapa ójavnar tænastur. Skattaborgarans pengar
skulu brúkast at menna og tryggja vælferðartænastur
til okkum øll, og ikki at skapa peningaligan vinning
til einstaklingar.
Skrivi- og talufrælsið er hornsteinur í einum demo
kratiskum samfelag. Umráðandi er, at vit hava ein
sterkan public service stovn, sum kann tryggja holla
samfelagsupplýsing og hava kritiskt eyga við sam
felagsviðurskiftum, politisku skipanini og teimum
ráðandi. Tað er týdningarmikið, at stovnurin fær frið
og umstøður at røkja hesar uppgávur til lítar.
Starvsmannafelagið heldur:
At tað hevur alstóran týdning, at vit hava eitt sterkt
og óheft Kringvarp Føroya, og at stovnurin og starvs
fólkini hava bestu umstøður at røkja uppgávuna sum
public service stovnur, ikki minst uppgávuna sum
demokratiskt eftirlit.
Nei til einskiljing
Skrivi- og talufrælsi
Tekur flokkur tykkara undir við hesum?
Flokkur:
Ja
Lutvíst
Nei
Sambandsflokkurin
Javnaðarflokkurin
Tjóðveldi
Nýtt Sjálvstýri
Framsókn
Miðflokkurin
✓
✓
✓
✓
✓
✓
Tekur flokkur tykkara undir við hesum?
Flokkur:
Ja
Lutvíst
Nei
Sambandsflokkurin
Javnaðarflokkurin
Tjóðveldi
Nýtt Sjálvstýri
Framsókn
Miðflokkurin
✓
✓
✓
✓
✓
✓
11
12
Nýtt Sjálvstýri:
Nýtt Sjálvstýri heldur, at neyðugt er at hava eitt óheft
Kringvarp Føroya sum røkir public service til fulnar
og at greiðar mannagongdir slóða fyri ítøkiligum
mannagongdum á hesum øki.
Miðflokkurin:
Miðflokkurin sær so avgjørt virðir í einum Public
Service stovni, men Kringvarp Føroya er als ikki
ein slíkur! Tilvildarlig fjølmiðlafólk, við og uttan
útbúgving, brúka stovnin sum ein “sum best ber til"
meiningsskapara v.m. og tað uttan nakað sum helst
eftirliti, uttan frá einum politiskt valdum og sera
veikum kringvarpsstýri, sum letur standa sum
best ber til.
Sambandsflokkurin:
Hóast spurnartekin onkuntíð kann setast við, hvussu
óheft tíðindi eru, so gongur Sambandsflokkurin
kortini inn fyri, at vit skulu hava ein stovn, sum hevur
skyldu at røkja Public Service-uppgávurnar. Hetta
setur krøv til stovnin og starvsfólkini á stovninum.
Sambandsflokkurin gongur eisini inn fyri, at fjarstøða
skal vera millum politisku skipanina og Kringvarpið.
Javnaðarflokkurin:
Javnaðarflokkurin heldur, at skrivi- og talufrælsið er
hornasteinur í einum demokratiskum samfelagi og
alneyðugt er við einum fíggjarliga og politisk
óheftum kringvarpi.
Lesið grundgevingarnar frá flokkunum á starvsmannafelag.fo
Umframt at taka støðu til teir tríggjar svarmøguleikarnar í yvirlitinum á hesum síðum hava politisku flokkarnir sent Starvsmannafelagnum nærri
grundgevingar fyri síni støðu. Hesar grundgevingar kanst tú lesa í fullari longd á heimasíðuni hjá Starvsmannafelagnum, www.starvsmannafelag.fo
Starvsmannafelagið heldur:
At politiska skipanin eigur ikki at einskilja almennar
tænastur.
Flokkarnir halda: