Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juli 2015síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 3. juli 2015 sosialurin 75 7 Fyri nøkrum árum síðani flutti 34 ára gamla argentinska Veronica til Føroyar. Føroyska málið er ein stór avbjóðing, tó ikki tann størsta, sum hon hevur rent seg í her í Føroyum. – Hóast nógv hava tikið væl ímóti mær, so havi eg tíverri eisini upplivað, at nøkur fólk heldur vildu, at eg fór avstað aftur. Serliga, tá eg geri vart við tær avbjóð­ ingar, sum vit tilflytarar ofta renna okkum í. Heldur enn at lurta og gera tað betur, so havi eg fingið viðmerkingar um, at eg bara kann fara avstað aftur, sigur hon. Men kærleikin til Føroya er komin fyri at vera. – Eg kenni meg sum ein føroying, staðfestur hon Tey biðja meg bara flyta av landinum Ragnhild Ellingsgaard T ann fríska luftin! Tað var tað fyrsta, eg legði merki til, tá eg kom út út flog­ farinum fyrstu ferð. Og so tað, at havið og luftin fara út í eitt. Tey ganga saman inn í ævin­leik­an. Tað var heilt fantastiskt at síggja. Tit hugsa kanska ikki um tað, tí tit liva í hesum dreyminum hvønn dag. Men tá tú kemur frá ein­um stór­býi, har alt bara er stórt og saman­kroyst, so eru Føroyar veruliga eitt lítið para­dís. Orðini eigur 34 ára gamla Veronica, sum fyri fýra ár­ um síðani flutti úr Argen­ tina. Hon hevði hitt før­ oyskan mann, sum hon gjørdist góð við og vildi hon fylgja hesum manni til heimland hansara. Men hóast lítla landið í norðuratlanshavið hevur stolið hjarta hennara, so hava onkrar av­bjóðingar verið á vegnum. Av­bjóð­ ingar, sum hava gjørt tað trupult hjá henni at liva og virka í Før­oyum á jøvnum føti við aðrar føroy­ingar. Forelskað í Føroyum Fyrstu tíðina í Føroyum var Veronica púra ovfarin av øllum, sum hon sá og upplivdi. Saman við mann­inum Bárður búði hon í Kollafirði, har verforeldrini eisini búðu. Veronica smílist og byrjar at veipa við arm­ unum, tá hon tosar um verforeldrini. – Tey vóru heilt fantastisk! Ver­ mamma mín er so errin av heimlandi sínum og var so spent til at sleppa at vísa mær alt, sum hon var góð við. Hon tók meg við sær allastaðni og fekk meg at práta við fólk, sum eg als ikki kendi. Eg eri henni so ómetaliga takksom fyri, at hon soleiðis lat hjarta sítt upp fyri mær á hendan hátt, minnist Veronica aftur. Og verforeldrini bæði ganga aftur í samrøðuni hjá okkum báðum hendan kalda summarmorgunin, tá eg hitti Veronicu í hugnaliga húsinum í Klaksvík. Tíverri helt hjúnarbandið millum hana og mannin ikki, men skilnað­urin hevur ikki ávirkað sam­ bandið millum Veroniku og ver­for­ eldrini. Eg veit, at tað verður torført hjá mær. Men eg vil hetta so nógv. Eg vil gerast partur av før­oyska sam­ felagnum« Framhald á næstu síðu – Tann fríska luftin! Tað var tað fyrsta, eg legði merki til, tá eg kom út út flogfarinum fyrstu ferð, sigur 34 ára gamla argentinska Veronica Mynd: eydbii myndir