Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juli 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 3. juli 2015 sosialurin 75 8 Tað vóru eisini tey, sum borð­ reiddu við føroyskum mati sum grind, seyðarhøvdum, blóðpylsu og ræst­ um fiski. Matur, sum Veronica í dag nevnir sum besta matin í heiminum. Men Veronica skuldi skjótt sanna, at tað ikki bara var lætt at verða til­flyt­ ari í landinum, sum hon hevur fingið so stóran alsk til. Trupult at læra málið Saman við fyrrverandi manninum fluttu Veronica og dótturin til Hvalvíkar, har maðurin hevði keypt hús. Veronica vildi gerast partur av før­oyska samfelagnum og setti sær beinan­vegin fyri at læra føroyska málið. Tað skuldi tó vísa seg at verða lætt­ari sagt enn gjørt. – Um tú vilt læra eitt nú spanskt ella enskt, so kanst tú skjótt finna eina ørgrynnu av møguleikum á altnótini. Men leitar tú eftir onkrum føroyskum tilfari, so kemur einki fram. Tað ørkymlaði meg eitt sindur, tí sam­skifti er jú týdningarmesti lykilin til sam­band millum menniskju, greið­ ir Veronica frá. Hon meldaði seg til skeið í før­ oysk­um á kvøldsskúlanum, men heldur ikki hetta gekk soleiðis, sum hon hevði vónað. Næmingarnir á ein­ um slíkum skeiði eru nógvir í tali og koma frá ymsum londum. Hetta ger, at tey øll hava hvør sína tilgongd til málið eins væl og tey øll eru á yms­um stigum, tá hugsað verður um undir­ vísing. – Lærararnir í kvøldsskúlanum hava verið ómetaliga hjálpsamir og fittir, men teir eru eisini sperdir við undirvísingartilfari til tilflytarar. Vit læra um litir og tøl á føroyskum, men hava í veruleikanum tørv á at læra veru­ligt samfelagssamskifti millum menn­iskju. Hvussu gert tú, tá tú fert á posthúsið ella sjúkrahúsið til dømis, sigur Veronica og dylur ikki fyri, at føroyskt ikki er eitt lætt mál at læra. Hon hevur tó ikki mist mótið, hendur hinvegin. Í samrøðuni hjá okkum báðum, sum fyri tað mesta er á enskum, sigur hon eisini ein­ stakar setningar á føroyskum. Nøkur føroysk orð sníkja seg eisini ímillum, men Veronica er ikki nøgd. Hon vil læra meira og hon vil verða sjálv­ støðug í føroyska samfelagnum. Tí hevur hon eisini søkt um at sleppa á HF aftaná summarfrítíðina og bíðar spent eftir svari frá avvarðandi myndug­leikum. Hetta ger hon, hóast hon hevur fingið at vita, at skúlin ikki hevur nakað serligt tilboð til næm­ ingar, sum ikki skilja føroyskt. – Eg veit, at tað verður torført hjá mær. Men eg vil hetta so nógv. Eg vil gerast partur av føroyska sam­felag­ num!, slær hon fast. Tosaðu um hana Føroyska málið er tó ikki einasta avbjóðingin hjá Veronicu, síðani hon kom til Føroyar at búgva. Argentina er eitt land við fjølbroyttum mentan­ um og fólk leggja ikki stórvegis merki til, um tú ert argentini ella kem­ur frá einum øðrum landi. Sambært Veronicu verður hugt eftir menn­ iskjanum heldur enn tjóð­skapi. Sama hugburð hevur hon ikki upplivað í Føroyum. – Hóast nógv hava tikið ordiliga væl ímóti mær, so havi eg tíverri eisini upplivað, at nøkur fólk heldur vildu, at eg fór avstað aftur. Serliga, tá eg geri vart við tær avbjóðingar, sum vit tilflytarar ofta renna okkum í. Heldur enn at lurta og gera tað betur, so havi eg fingið viðmerkingar um, at eg bara kann fara avstað aftur, greiðir hon spakuliga frá og leggur afturat, at fyrstu tíðina legði hon eisini merki til, at fólk tosaðu um hana, meðan hon var hjástødd. – Tá skilti eg ikki føroyskt og visti ikki, hvat tey tosaðu um. Men seinni fann eg útav, at tey tosaðu um meg – meðan eg var har! Í dag skilji eg so mikið av føroyskum, at tað ber ikki til longur, sigur hon. Hóast hon kann undrast eitt sindur á slíka viðferð, so hevur tað ikki broytt kærleikan til landið og ætlar hon sær at verða verandi í Føroyum. – Men tað sigur seg sjálvt, at tað kann kennast trupult at flyta til eitt samfelag, sum ikki ordiliga er klárt til at taka ímóti tær. Eg elski Føroyar og tykkum, sum búgva her – men tað er nógv, sum kundi verið gjørt øðrvísi, tá vit hugsað um tilflytarar. Tað er ikki altíð rætt at samanbera við Danmark, men viðvíkjandi málundirvísing og øllum tí praktiska, sum hoyrir við, tá ein flytir, so er okkurt í donsku skipan­ini, sum føroyska skipanin kundi lært eitt sindur av, heldur Veronica og greiðir frá, at hvørki út­ lendinga­stovan ella løgreglan høvdu nakra greiða mannagongd, tá hon flutti til Føroya fyri skjótt fýra árum síðani. Á útlendingastovuni sendu tey hana til løgregluna, meðan løg­reglan sendi hana aftur til útlendinga­ stovuna. Tað endaði við, at maðurin Veronicu sjálvur ringdi til Danmarkar og har fekk boð um, hvussu skuldi berast at. – Alt rumblið aftur og fram gjørdi, at eg var treytaleyst bundin at manni mínum fyrstu tíðina. Eg kundi einki gera, tí eg skilti hvørki føroyskt ella danskt og eingin var, sum ordiliga kundi hjálpa mær at skilja skipanina ella siga mær, hvussu eg skuldi bera meg at fyri at fáa alt í rættlag, greiðir hon frá. Í dag hevur hon tó fingið eitt var­ andi uppihaldsloyvi og kennir hon seg eisini sum ein føroying. Vil vera í Føroyum Veronica er uppvaksin á einum barna­heimi í Argentina. Hon var borin í heim undir sonevnda skitna kríg­num – El proceso militar Argentino – har argen­tinskar hereindir framdu pínsling og morð á fleiri túsund menn­iskju í landinum. Ofta vóru tað vit­ borin menniskju, ið hvurvu og millum hesi vóru eisini foreldrini hjá Veronicu. Hon minnnist ikki aftur barna­árini sum eina góða tíð. – Alt tað, sum eg ikki havi fingið í heimlandinum, tá havi eg fingið her. Míni fyrrverandi verforeldur eru foreldur míni í dag. Míni vinfólk í Føroyum eru mín familja. Eg havi Før­oyar í hjartanum, eg elski hetta land­ið og eg vil vera her. Eg kenni meg sum føroying, sigur Veronica avgjørd. Hon ynskir at gerast ein veruligur partur av føroyska samfelagnum, har hon kann kenna seg virda á sama hátt sum aðrir føroyingar. Hon hevur eina útbúgving innan list og hevur ótelj­andi ferðir søkt um ymisk størv, men hevur enn ikki fingið játtað nakað varandi starv. Hon roynir at læra seg føroyska málið, hóast tað kann tykjast eitt sindur trupult, tá frálæran ikki hevur verið á hóskandi støði og einki hóskandi tilfar er til taks. Men vónin er framvegis livandi. Tí Veronica vil. – Ein føroyingur stjól mítt hjarta og fekk meg at flyta til hetta landið. Og frá tí, at eg steig fótin á land fyri fyrstu ferð, stjól hetta landið eisini mína sál við øllum tí vakra, sum tit hava í Føroyum. Eg eri vorðin for­ elskað í ælaboganum, havinum, regn­ inum, øllum húsunum við flagtekju, tí føroyska dansinum, teim áhugaverdu kvæðunum, leskiliga matinum og tí serliga luktinum av vátum grasi og seyði. Eg elski Føroyar og tað er her, eg vil vera. post@sosialurin.fo persónssøga »Eg eri vorðin forelskað í ælaboganum, havinum, regninum, øllum húsunum við flagtekju, tí føroyska dans­inum, teim áhugaverdu kvæðunum, leskiliga matinum og tí serliga luktinum av vátum grasi og seyði. Eg elski Føroyar og tað er her, eg vil vera« Veronica úr Argentina Tilflyting Visti tú? Veronica var borin í heim undir sonevnda skitna kríg­num »El proceso militar Argentino« – Um tú vilt læra eitt nú spanskt ella enskt, so kanst tú skjótt finna eina ørgrynnu av møguleikum á altnótini. Men leitar tú eftir onkrum føroyskum tilfari, so kemur einki fram, sigur Veronica Mynd: eydbii myndir