Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-03, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juli 2015síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 3. juli 2015 sosialurin 75 21 Komandi partur Í komandi parti greiðir Øssur frá síni luttøku í fimleiki, horn­orkestri og fótbólti. Lærutíðin var 4 ár. Arbeiðsvikan var 48 tímar. Arbeiðstíðin var frá kl. 7 til kl. 16, døgurða­tími var frá 12 til 13, leygardag varð bert arbeitt tríggjar tímar frá 7 til 10, eingin kaffi­pausa var. Tá ið eg byrjaði fekk eg 40 kr. um mán­aðin. Lønin hækkaði síðani til 50 kr. Hon hækkaði so hvørt, til eg var útlærdur, tá fekk eg sveinaløn. Skrivast skuldi vikuseðil, har tað skuldi standa, hvønn arbeitt hevði verið fyri og tíma­ talið. Niðast á vikuseðlinum stóð »10 minutter for sent fratrækker en halv time«! Hetta sigur nakað um disiplinin. Ikki var loyvt at roykja á verk­staðnum. Eitt slíkt forboð hevur neyvan verið heilt vanligt tá. Tann 26. september, føðingardagin hjá Kong Christian 10. vóru vit, sum arbeiddu á verkstaðnum, bodnir inn til Hartvig, har vit fingu drekka og lagkøku. Dekkað var uppi í »Snapsetinget«. Hetta var eitt kamar inn frá køkinum móti Krókabrekku. Har sat Hartvig við teimum, sum komu at vitja hann. Stór lagkøka var á borðinum. Eg tók mær eitt stórt stykki, og so var hann vanur at siga “spis bare”. At vit vóru bodnir inn júst føðingardagin hjá kongi var nokk tí, at henda dato byrjaði hann verk­staðið. Framleiddu møblar Fyrstu tíðina eg lærdi, vóru møblar av øllum slag gjørdir. Ongar møblasølur vóru í Havn. Seinri gjørdu vit meira vindeygu, inn- og úthurðar og køkar. Sent var eisini út á bygdirnar. Vit trillaðu ella bóru vøruna oman í Vágsbotn, har tað var sent við mjólkarbátunum sum Tróndi og Streymi. Hartvig hevði alt arbeiði, ið gerast skuldi hjá donsku embætisfólkunum. Eg var mangan hjá ríkisumboðnum, politimeistaranum og fútanum, tá ið okkurt skuldi gerast. Nýggjan køk gjørdi eg og setti upp hjá Ríkisumboðnum. Vit fluttu eisini fyri teir embætismenn, ið skuldu aftur til Danmark. Stolna vínfløskan Eina ferð skuldi ein nýggjur ríkisumboðsmaður koma, og fleiri handverkarar arbeiddu um alt húsið. Í kjallaranum var eitt læst rúm, har goymt var vín og spiritus. Hartvig kemur ein dagin til mín og spyr, »har du noget imod at gå ned på politistationen«. Tá skuldi ein fløska av víni vera stolin. Allir, ið høvdu arbeitt har, skuldu møta. Eg fór so oman á politistøðina, sum tá var í Arnes Minde í Bringsna­gøtu. Har blivu fingraavtrykkini tikin av mær. Einki hoyrdist tó aftur um hetta. Eisini hjá nonnunum Eg var eisini »hjá nonnunum«, tá ið okkurt skuldi gerast. Eg bankaði uppá hurðina til høgru fyri kirkjuna, bíðaði eina góða løtu, so hoyrdi eg nonnurnar koma at lata upp. Tær vóru altíð tvær, onnur hevði lyklar hangandi um miðjuna. Tær komu so við mær upp á loftið, har var ein long gongd. Framvið har sovi­kømurini vóru, miðskeiðis í gongini ímóti vegg­inum, stóð ein »íkon« av Jomfrú Mariu. Har vendu tær sær á og knelaðu við foldaðum hondum. So varð eg vístur inn í kømurini, har okkurt skuldi gerast. Kømurini vóru smá, har var bara pláss fyri einari song og einum borði. Tá ið eg var liðugur, komu tvær nunnur og fylgdu mær út og læstu. Arbeiðið á verkstaðnum Sum lærlingur skuldi man møta áðrenn svein­arnir og kynda í límovninun, kynt var við høvilsspønum. Límpotturin skuldi setast útá, so límið var klárt at brúka, tá ið svein­ar­nir komu. Tá var bert heitt lím, tað hvíta límið var ikki komið. Tá fýraftan var, skuldi snikkara­ bonkurin ruddast, øll amboð hangast í skápið, ið hekk á vegginum. Eitt skáp var til hvønn bonk. Gólvið skuldi feiðast, so reint var til morgun eftir. Eg minnist ein morgun, tá eg var 10 min. ov seinur. Hartvig lá í vindeyganum móti Króka­brekkuni og hugdi út. Eg kom niðan frá Smæruni, tá rópar hann »løb, løb, du har fandeme ikke så langt til arbejde«. Eg gekk altíð í føroyskari húgvu, fór sjáldan úr henni fyrr enn eg fór í song. Ein dagin, eg stóð og brýndi eitt høggujarn, kom Hartvig yvir til mín og sigur »man går ikke inde med hue«. Eg tók húgvuna av og fór ongantíð í hana aftur. Hartvig var spesiellur. Hartvig plagdi at siga »du kan stå om aftenen på verkstedet og øve dig«. Tað skuldi helst ikki brúka el ljós. Gloymdi man at sløkkja rópti hann »solen skinner på pæren«! Tað fyrsta eg gjørdi var ein hill, sum nú hongur yvir kommoduni í okkara kamari. Veturin 1948 stóð eg um kvøldarnar og gjørdi skenkin, sum eg gav mammu og pápa í silvur­ brúðar­gávu, hann stendur nú hjá soninum Høgna. Eisini teaksofaborðið, sum nú stendur í stovuni hjá okkum, gjørdi eg til mammu og pápa. Seinri gjørdi eg eitt lítið teakborð við glas­plátu til eitt broderí, sum Edna hevði broderað. Sengurnar hjá Ednu og mær gjørdi eg um kvøldarnar, áðrenn brúdleypið, teimum sova vit í enn. Niður við Tjaldrinum Hartvig hevði eisini arbeiði, ið skuldi gerast umborð á Tjaldrinum. Í 1947 arbeiddu eg saman við Niels, systkinabarninum umborð. Tjaldrið skuldi til Dan­markar í dokk, og Hartvig bað okk­um fara niður við. Vit vóru burtur í tríggjar vikur. Eg hevði koyggju, har messudreingirnir svóvu. Vit arbeiddu um dagin. Um kvøldið fór eg við messu­dreingjunum í býin, tað var mest í Nýhavn og har um leiðir. Eitt stað eg minnist var Den Blå Måne i Store Kongensgade, skamt frá Nyhavn. Eisini vitjaðu vit systir Niels, Lisu, sum var gift niðri og búði úti á Amager. Vit svóvu har eina nátt. Bankin sum bleiv verkstaður Upprunaliga bygdi Christian Ludvig Christian­ sen (Ludda Christian) verkstaðið til banka, sum hann ætlaði at seta á stovn. Í 1930 blivu tíðirnar so ringar, at tað var av ong­um, bert veggirnir vóru stoyptir upp. Vit børn spældu har, kallaðu tað grundin, eg kann akkurát minnast tað, eg havi bert verið um 5 ár. Hartvig keypti »grundina«, innrættaði hana til snikkaraverkstað. Maskinurnar stóðu í neðra, verkstaðið var í erva. Har arbeiddi eg í 28 ár. Í erva hevði Hartvig eisini eina íbúð ímóti Króka­brekkuni. Hartvig doyði 1963. Sára doyði í 1973, tá seldu børnini húsið. Einars Prent keypti hús­ini, síðani keypti kommmunan tey til kvøld­skúla. Friður og loysing 6. august 1945 kom at vera ein minniligur dagur, tí henda dag tveittu amerikanarnir atom­bumbuna yvir Hiroshima, tríggjar dagar seinri, 9. August, tveittu teir eina yvir Nagasaki. Tá endaði annar veraldarbardagi. 14. september 1946 var fólkaatkvøða um loysing frá Danmark. Eg var á Vaglinum, tá ið úrs­litið kom, og tað vísti, at meiriluti var fyri loysing. Fólk hálsfevndist og róptu hurrá. Men 10 dagar seinni, tann 24. september, sendi kongur Løgtingið til hús. Restina av søguni kenna vit. So eg havi verið frælsur føroyingur í 10 dagar! Verkstaðið hjá Hartvig Hansen, sum seinni gjørdist til Einars Prent. Bygningurin skuldi upprunaliga brúkast til banka hjá Ludda Christian Álopið á Caroline Thordén, sum Øssur eisini sá. Eitt av bumbuholunum í Marknagili. Hesar myndir eru úr bókini hjá N.J. Arge: Stríðsárini 2.