fríggjadagur 3. juli 2015síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. juli 2015
sosialurin 75
20
Óli Jacobsen
Sá skip verða bumbað
og søkt undir krígnum
Nú verður hildið áfram við frásøgnini hjá Øssur Debes. Undir krígnum sá
hann Lincoln City verða søktan og Caroline Thorden verða bumbaða
Øssur Debes 6. partur
Í
seinasta parti greiddi Øssur frá tí, hann
minnist frá bretsku hersetingini av
Føroyum í 1940. Her greiður hann frá
nøkrum av hendingunum hesa tíðina,
har hann var eygnavitni.
Sá Lincoln City verða søktan
Ein av teimum hendingum, eg best minnist, var
tá ið »Lincoln City« var bumbaður á Havnarvág.
Tann 20. februar 1941 var eitt rættiligt álop
framt í Havnini móti oljutangunum og móti
armeraða bretska trolaranum Lincoln City,
sum lá á Havnarvág. Tað var kavaveður, og
vit abbatrøðdreingir spældu á Frúutrøð aftan
fyri barakkirnar, tá ið vit sóu tvey týsk flogfør
koma lágt inn yvir Velbastaðháls, tað fleyg
beint uppi yvir okkum. Eg kann minnast, at eg
legði meg á ryggin og týðuliga sá hagakrossin
undir veingjunum.
Bretar skutu eftir flogfarinum við maskin
byrsum. Tíggjunda hvør kúla lýsti, so eg sá
týðiliga eldstrálunar eftir flogførunum. Annað
av flogførunum kom aftur og bumbaði trol
aran, sum lá á vánni. Vit hoyrdu brestin, tá
ið trolarin varð raktur. Vit runnu oman ímóti
Skansabrekkuni. Tá var bert brúgvin og skor
steinurin undan á trolaranum, og vit sóu menn
flóta á sjónum. Stutt eftir sakk hann.
Næmingar á Navigatiónsskúlanum sóu
eisini hendingina. Teir flotaðu bát í Álakeri,
róðu út og bjargaðu fleiri monnum. Tað sama
gjørdu nógv onnur. Tískil eydnaðist at bjarga
19 av teimum 27 monnunum. Bretska yvivaldið
takkaði seinni føroyingum fyri tann skjóttleika
teir vístu at koma hesum monnum til hjálpar.
Hetta flogfarið varð løtu seinni rakt av
bretsku loftverjuni, og tað neyðlendi á Gøtuvík.
Her var manningin hepnari enn á Lincoln City.
Hon var øll bjargað av gøtumonnum og seinni
send til Bretland.
Sá eisini Caroline
Thordén verða bumbaða
Eitt annað serligt minni var bumbingin av
Caroline Thordén, eitt finskt farmaskip, ið
var komið úr Amerika. Hon var seinrapartin
26. mars 1941 stødd mitt millum Tjørnunes á
Nólsoynni og Kirkjubønes, tá ið sirenan fór
at íla. Vit sóu tvey týsk flogfør flúgva yvir
skipinum. Annað tveitti tvær bumbur, báðar
brustu við síðuna av skipinum, sjórokið stóð
høgt upp. Aðru ferð rakti tað heldur ikki. Nú
kom flogfarið triðju ferð. Tað tveitti tvær
bumbur, ið báðar raktu aftarlaga á skipinum.
Hesa hending sóu vit úr vindeyganum á stóra
kamari. Tað var sum at vera í biograf, vit sóu
skilliga bumburnar, tá ið tær fullu, og sjórokið,
roykin og eldin, tá ið skipið var rakt.
Eitt fólk doyði í hesum tilburði. Caroline
Thordén varð seinni bumbað aftur. Hon varð
sleipað norður í Sundalagið, har hon aftur varð
bumbað av týskum flogførum. Seinni varð
vrakið sleipað til Kirkwall.
Tað kann kanska verða nevnt í hesum sam
bandi, at tveir mánaðir seinni varð kompaní
skipið Josefine Thordén bumbað nærindis
Føroyum. Tá komu 15 mans ikki aftur. Minnis
pláta fyri hesar og aðrar finnlendingar er sett
upp í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin.
Bumbing í Marknagili
Í sama viðfangi, sum Caroline Thordén var
bumbað varð eisini bumbað á Marknargils
leiðina, frá Oyggjarvegnum oman í Mattalág.
Flogfarið slepti tríggjar bumbur. Eg síggi tað
fyri mær enn. Tað var sum tríggir starar, ið
flugu niðureftir. Trý stór bumbukratur vóru
har tær fullu. Eitt teirra var 30-40 alin vítt og
einar 20 alin djúpt.
Pápi, sum í 1928 varð settur sum leiðari av
øllum plantasjum í Føroyum, var staddur í
varðaplantasjuni, ið er beint niðanfyri. Hann
fór niðan at hyggja, har fann hann eitt stórt
stykki av eini týskari bumbu. Hetta stykki havi
eg í varðveitslu.
Aftaná hesar hendingar gjørdist tað nøkur
lunda friðarligt í Havn.
Gott samband við hermenninar
Alt gekk friðarliga fyri seg millum hermenn
og fólkið í Havn. Teir komu javnan inn til fólk
at vitja. Ein hermaður var vanur at koma inn
til okkum, navn hansara var Harold. Eitt ári
fingu vit fýra systkini hvør sínar rulluskoytur
frá familjuni hjá honum í Onglandi.
Tað vóru fólk, ið bjóðaðu sær at taka her
menn heim at vitja. Tey, ið stóðu fyri hesum,
hildu til við Sápuhúsið, har Tryggingarfelagið
Lív er í dag. Har møttu hermenninir. Vit skuldu
fylgja teimum hagar teir skuldu, og vit skuldu
eisini fara eftir teimum aftur.
Í læru hjá Hartvig Hansen
Tann 8. mai 1945 endaði kríggið í Europa, og so
við og við gjørdist lívið aftur vanligt.
Nú var eg blivin vaksin. Eg bleiv konfir
meraður i Havnar kirkju tann tann 16. apríl
1944 av Jákupi Joensen, prósti. Nú skuldi lívs
leiðin leggjast. Tann 6. august 1945 fór eg í
snikkaralæru hjá Hartvig Hansen.
Hartvig var sonur danan Anders Hansen,
kendur sum vitameistari, og Jóhonnu Skylv
Hansen, ættað úr Nólsoy, sum er kend fyri
sínar bøkur »Gamlar Gøtur« við siðsøgu.
Hartvig var føddur í Danmark. Hartvig
tosaði bert danskt við okkum, og vit einans
føroyskt við hann. Tá ið eg kom í læru, var hann
ógiftur, seinri giftist hann við Sáru Hansen. Vit
vóru trímenningar, hon var dóttir Jens Hansen,
Jens hjá Gustu. Brúdleypið var hildið á Hotel
Føroyum á Kongabrúnni. Vit á verkstaðnum
vóru bodnir við.
Eg gekk í tekniska skúla um kvøldarnar
aftaná arbeiðstíð í einum húsum yviri á
Krákusteini, ið nevnd vóru V.B.V. Skúlastjóri
var Steingrím Winther. Tá ið hann fór frá, tók
Johan Ziska við. V.B.V. húsið og fleiri onnur hús
vóru niðurtikin, tá ið víðkað varð um kajøkið.
Eg plagdi at fara beinleiðis frá skúlanum
niðan í Sjónleikarhúsið at læra at dansa. Lærar
innan var Frk. Holst, sum var donsk. Mamma
hevði meldað meg og Gunnvør til dansiskeið.
Mamma vildi so fegin, at vit skuldi læra at
dansa. Vit lærdu nógvar ymiskar dansir. Eg
var nakað smæðin so eg dansaði mest við
Gunnvør.
Siðsøga
Her er Lincoln City sokkin. Enn sæst rokið av honum.
Øssur fór í læru hjá Hartvig Hansen
(1902-1963)