fríggjadagur 3. juli 2015síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. juli 2015
sosialurin 75
19
oyingar ilskaðust inn á hana, tí teir
hildu hana venda sínum heimstaði
baki. Fyri hana kendist lokala málið
sum ein spennitroyggja. Til saman
beringar kann eg siga, at tá eg havi
spurt norðoyingar sama spurning,
hevur tað ikki verið upp á tal at tillaga
seg ein miðføroyskan málframburð,
greiðir hann frá.
Hetta eru tvær einstakar upp
livingar av, hvussu tilflytarar í
Havn hava valt at fyrihalda seg til
málið, og sostatt ber ikki til at siga
nakað generelt út frá hesum báð
um upplivingunum. Men kortini er
hetta ein áhugaverd eygleiðing av,
hvat rørist undir flatuni. Ein dialekt
er ikki bara mátin, tú tosar uppá. Hon
er ein partur av tínum samleika, og
tað kann fyri summi tykjast sum
brot á felagsskapin at broyta hetta
sereyðkenni við tær sjálvum. Tað
kann koma at kosta dýrt fyri ein
staklingin at kasta eina slíka siðvenju
fyri borð. Og tað eru upplivingar sum
hesar, ið liggja til grund fyri at kanna
broytingar í okkara dialektum.
– Ætlanin er at gera nýggjar upp
tøkur á nøkrum útvaldum støðum
í Føroyum. Hesar upptøkurnar
kunnu vit so samanbera við gamlar
upptøkur, sum deildin eigur, fyri á
tann hátta at kanna, um ella hvussu
dialektin er broytt.
Dialektir ávirka báðar vegir
Til sjálvar kanningarnar eru nøkur
støð vald út. Bygt á fokusið á verk
ætlanini, har munurin millum mið
depil og útjaðara skal lýsast, hava
høvundarnir valt at kanna munin
millum Havnina og Tjørnuvík,
Klaksvík og Fugloy, Sandavágur og
Tvøroyri og Sumba.
– Kanningar vísa, at miðdepilin
sum oftast vinnur, meðan
útjaðarin tapir, í og við at
fólk frá útjaðaranum hava
lyndi til at laga seg eftir
høvuðsstaðarmálinum.
Endamálið er so at
kanna, um dialektirnar
kring stóru eindirnar úti
í økjunum eru í broyting.
Broytingar ávirka jú báðar
vegir. Tað eru ikki einans tær
smáu dialektirnar, ið eru hóttar. Í
og við at samfelagið alsamt verður
betri útbygt, flyta alsamt fleiri fólk til
høvuðsstaðin, ið aftur ávirka okkara
høvuðsstaðarmál, um ein kann siga
tað soleiðis.
– Og hvat er so okkara høvuðs
staðarmál? Eg trúgvi, at tú í dag líka
ofta hoyrir fólk í Havn úttala ’oy’
í staðin fyri ’ei’, og vendingar sum
’egveitisjiii’, ið eru so eyðkendar fyri
havnarfólk, hoyrist kanska knapt so
ofta longur. Hetta kemur av stóru
tilflytingini, og tað er áhugavert at
eygleiða, hvat tað ger við dialektina í
høvuðsstaðnum, sigur Jógvan í Lon
Jacobsen.
Burtur úr eygleiðingum sum hes
um reisast onnur evni, sum eisini eru
áhugaverd at tríva í. Eitt nú, hvat er
tað rætta føroyska málið? Tað verður
javnan tikið fram, at miðlafólk og fólk
í almenna rúminum skulu leggja seg
eftir einum ríkismáli, einum máli
sum er savnandi fyri fólkið. Men hvat
er tað rætta føroyska málið?
– Okkara talumálsnormur er ser
stakliga veikur í mun til tað, vit síggja
í Danmark og Svøríki. Taka vit eitt
nú tað gamla havnarmálið, er tað jú
søguliga eitt lágstættarmál. Tað var
ikki í Havn, at tey múgvandi fólk
ini búsettu seg. Í staðin var Havnin
búsett av fátækrafólki, og tað var her,
at tað danska málið var mest íbland
að. Og tað hevur merkt menningina
av lokala málinum í Havn, greiðir
Jógvan í Lon Jacobsen frá.
Drynjan og fløt a
Hvørt tað er umráðandi at varðveita
dialektir er ein áhugaverdur spurn
ingur. Um mobilisering og fólkafrá
flytingin bert er vaksandi, vera tað jú
færri og færri til at varðveita og brúka
dialektirnar. Allastaðni kring okkum
søkja fólk inn móti størru býunum.
Henda kanningin av føroysku
dialektunum er áhugaverd, tí nú ber
til at samanbera dialektina á einum
og sama stað tvey ávísa tíðarskeið.
Kanska kann hendan granskingin
birta upp undir eitt nýtt kjak um
føroyskt mál.
– Vit tosa nógv um mál í Føroyum,
men serliga er fokus á rætta og skeiva
málnýtslu, stavseting og talaða málið,
ið verður brúkt í almenna rúminum.
Tað verður ikki kjakast serliga nógv
um júst dialektir.
Jógvan vísir á, at í Noreg er hug
burðurin til dialektir heilt øðrvísi
enn í Danmark og Svøríki. Svøríki og
Danmark hava lagt á sama bógv og
leggja størri fokus á at hava eitt ríkis
mál, meðan man í Noreg dyrkar fjøl
broytni í teimum ymsu dialektunum.
Samanborið við føroysk viðurskifti,
hava vit eisini eitt ávíst fjølbroytni
í okkara dialektum. Samanber t.d.
drynjingina hjá vágafólki ella hvussu
fløt tey eru norðanfyri.
– Tað hevði verið politiskt ókorrekt
at tvinga fólk til at víkja frá sínum
dialektum og í staðin brúka eitt
miðføroyskt standardmál. Men tað er
áhugavert at fara aftur um og hyggja
eftir, hvat vit í veruleikanum hugsa
um hesi viðurskiftini, sum í hasum
døminum eg nevndi um suðuroyar
dámuna, ið fekk av at vita fyri at víkja
frá síni heimligu dialekt.
FAKTA:
Verkætlan: Broytingar í føroyskum dialektum gjøgnum tvey ættarlið.
Fyrsti parturin av verkætlanini skal vera liðugur í 2016
Granskari: Jógvan í Lon Jacobsen
Starv: Útbúgvingarleiðari og lektari í málfrøði á Føroyamálsdeildini,
Fróðskaparsetur Føroya
Stuðul: 214.000 krónur frá Granskingarráðnum
Hvørjum granskar tú í?
Í summar fara vit at seta fokus á gransking í Vikuskiftissosialinum. Komandi seks vikurnar fært tú soleiðis innlit í, hvat klóku
heilarnir í landinum sita og arbeiða við. Evnini spenna víða, heilt frá gøtunøvnum til barnsburðartunglyndi, men felags fyri
allar seks granskarar er, at teir hava fingið føroyskar granskingarpengar frá Granskingarráðnum. Góðan lesihug!
Tað gamla
havnarmálið, er
søguliga eitt lág
stættarmál
– Dialektirnar í smáu bygdunum kring Klaksvíkina eru minkandi,
meðan sjálvt ’norðoyamálið’ veksur. Men tað eru bert gitingar,
tí vit hava ongar kanningar, ið vísa hetta. Tað er hetta, okkara
verkætlan vónandi fer at vísa, sigur Jógvan í Lon Jacobsen