Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-03, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juli 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 3. juli 2015 sosialurin 75 18 Gransking Hvussu hevur tín dialekt tað? Hvussu nógv drynja vágafólk í dag, og eru norðoyingar so flatir, sum teir plagdu at vera? Hetta eru nakrir av spurningunum, ið Jógvan í Lon Jacobsen hevur sett sær fyri at svara í síni granskingarætlan um broytingar í dialektum í Føroyum Eilen Anthoniussen D ialektir finnast í øllum mál­um. Tær eru bara har, og tú grunar neyvan um, hví tær í veruleikanum eru har. Eitt lítið oyggjaland á undir 50.000 íbúgvar hevur eisini sínar fjøl­ broyttu dialektir, ið avdúka hvaðani vit stava. Tú gevur teimum ikki so stóran ans í gerandisdegnum, hóast tær kunnu fáa teg at smílast og undrast yvir, hví tey munnu tosa júst soleiðis. Onkuntíð kunnu tær helst tykjast fjákutar, løgnar, sjarmerandi ella stuttligar – serliga, um tann, ið tosar, sigur eitthvørt á ein heilt øðr­ vísi hátt, enn tú ert von við at hoyra tað, ella um tú slettis ikki skilir, hvat verður sagt orsakað av dialektini, ið verður talað. Okkara dialektir eru í áhaldandi broyting, og hesum broyt­ingum hevur málfrøðingurin Jógvan í Lon Jacobsen sett sær fyri at granska nærri í. – Grundleggjandi er ætlanin at kanna, hvussu samfelagsligu broyt­ ing­arnar í Føroyum eru við til at broyta føroyska málið. Í Føroyum hava vit einki standardtalumál, sum man eitt nú hevur í Danmark, og okk­um manglar vitan um, hvussu før­oyska málið mennir seg í takt við sam­felagsligar broytingar, greiðir hann frá. Felagsskúlar og vegakervi Broytingar í samfelagnum kunnu vera heilt ítøkiligar so sum útbygging av vega­kervi ella samanlegging av skúl­um. Tílík inntriv í gerandisdagin ger frástøðuna millum fólk styttri, skjótari og lættari, og harvið er tað lætt at savna fólk, ið fyrr búðu langt frá hvørjum øðrum, og sum harvið tosaðu á hvør sín hátt. Sameiningin av einum felagsskúla hevur til dømis havt tann týdning, at børn og ung við ymiskum dialektum fáa ein felags gerandisdag at ávirka hvønn annan til at tosa eitt felags mál. Tað sama kann ein siga um vegakervið, ið al­samt ger tað lættari at flyta seg millum bygdir og oyggjar. – Soleiðis kann ein ímynda sær, at dialektirnar í smáu bygdunum í útjaðaranum hvørva og í staðin leggja seg upp at høvuðsmálinum í teirra øki. Til dømis kann eg bara ímynda mær, at dialektirnar í smáu bygdunum kring Klaksvíkina eru minkandi, meðan sjálvt ’norðoyamálið’ veksur. Men tað eru bert gitingar, tí vit hava ongar kanningar, ið vísa hetta. Tað er hetta, okkara verkætlan vónandi fer at vísa, sigur Jógvan í Lon Jacobsen. Jógvan stendur nevniliga ikki einsa­mallur við arbeiðnum at kort­ leggja standin á føroysku dialekt­ unum. Hjalmar Petersen, ið eisini granskar í málfrøði, eigur eisini sín lut í gransking­ini, og teir báðir samstarva við universitetið í Bergen um hesa verkætlanina. Í Noreg er gransking av dialektum ikki ókend, og tískil er eitt slíkt samstarv gull vert fyri eina gransk­ing sum hesa í Føroyum. Dialektin ein spennitroyggja Hóast tað ikki verður farið í holt við verkætlanina fyrr enn til heystar, er okkurt slag av forarbeiði longu gjørt. Í øðrum høpi hevur Jógvan gjørt samrøður við fólk, ið kunnu siga nakað um, hvussu tað er at tosa við serstakari dialekt í almenna rúm­inum. Ein teirra var ein kvinna úr Suður­oy, ið hevði sett sær fyri at tosa eitt meiri neutralt føroyskt mál enn tað eyðkenda suðuroyarmálið, tá hon var til arbeiðis á eini útvarpsrás. – Tað, hon upplivdi, var, at suður­ Jógvan í Lon Jacobsen Og hvat er so okkara høvuðs­ staðar­mál? Eg trúgvi, at tú í dag líka ofta hoyrir fólk í Havn úttala ’oy’ í staðin fyri ’ei’« Dialektin kann kennast sum ein spennitroyggja Greinarøð Mynd: Finnur Justinussen / fotostudio Vágafólk drynja og norðoyingar eru so flaaaaatir!