fríggjadagur 3. juli 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. juli 2015
sosialurin 75
17
spæla saman sum bólkur, ið nú drívir
verkið.
– Tað handlar um at hava tað
stuttligt, og vit hava tað stuttligt!,
sigur Eddie avgjørdur, meðan eyguni
lýsa upp av gleði.
Bólkurin hevur sett sær fyri at
finna gamla andan aftur, har tað
snúði um at hava tað stuttligt til
venjingar og konsertir. Hesin andin
merkist týðiliga í rúminum, har
allir limirnir í SIC nú eru samlaðir
og bert bíða eftir at koma framat
ljóðførunum. Onkur er ótolin, og er
longu so smátt farin ígongd við onkur
guitarriff, men tíbetur er hátalarin
ikki frá.
– Nú er tíð til Rock 'n' f*** Roll!,
sigur forsangarin, Mikkjal Gaard
Hansen, við einum skeivum smíli. Nú
skal venjast til konsertina Við Múrin.
Eg takki fyri prátið og gangi móti
hurðini, og so fer eitt maskinarí
ígongd, ið næstan er við at blása
meg heilt út í tún. Um nakar nú
hevur gloymt, hvussu SIC ljóðar, tá
teir geva seg fult út, so fær ein fulla
vissu fyri, at tað ljóðar júst soleiðis,
ið tað eigur at ljóða. SIC eru aftur í
dystarvenjing, og nú skal øll orkan,
ið hevur ligið inni eina tíð hjá ymisku
limunum í bólkinum, út!
Magnusarkatedralurin – Múrurin
– ið hevur staðið so nakin og barst
ímóti øllum veðri og vindi síðani áleið
ár 1300, skal nú standa sína harðastu
roynd, tá grælikongur føroyinga,
Mikkjal Gaard Hansen og hinir SIC-
ararnir aftur eru tilreiðar at geva seg
120 % á palli og blása áhoyrararnar
um koll við teirra orkukenda, harða
»death/thrash«-tungmálmstónleiki.
Hóast SIC-ararnir er blivnir meira
vaksnir og nøkur ár eldri, er spæli
gleðin aftur til staðar og orkan eins
stór sum áður!
Umframt konsertina Við Múrin,
verður SIC eisini at hoyra á Reinsa
rínum tann 11. juli og á Tórsfest tann
25. juli.
post@sosialurin.fo
GLEÐINA AFTUR
■ Við Múrin marknaðarførir seg
sum ein føroyskur festivalur. Hetta
merkir, at tónleikarar og bólkar
eru føroyskir, maturin er føroyskur
og vørur, ið verða at fáa til keyps
á festivalinum eru eisini føroyskt
framleiddar. Í mun til aðrar
festivalar í Føroyum, er frí atgongd
til tjaldingarøkið Við Múrin.
Við Múrin byrjar hóskvøldið
og letur aftur leygarnátt.
Sí skrá o.a. á heimasíðuni vm.fo
Mynd: finnur justinussen / fotostudio