Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juli 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 3. juli 2015 sosialurin 75 16 tónleikur SIC FUNNIÐ SPÆLI Frá at hava roynt at stremba móti tónleika­toppinum, er SIC nú farið aftur til røturnar, har tað snýr seg um at hava tað stuttligt. Nú er tað spæligleðin, ið drívir verkið Sigurjón Einarsson Á rið er 2013. Tað er eitt heitt kvøld í august mánaði, og limirnir í SIC hava júst givið seg 120 % á palli í »Wacken Metal Battle«-kappingini í Týsklandi. Sum vinnandi bólkur í føroysku kappingini hetta árið, umboðar SIC Føroyar og sleppa til týska tónleikafestivalin, »Wacken Open Air«, at kappast við aðrar, al­ tjóða bólkar. Árið fyri hevur Ham­ ferð skúgvað alla mótstøðu til viks og vunnið hesa somu kapping. SIC vinn­ur ikki, men hóast tað, eru teir sera nøgdir við egnan innsats. Meðan rampuljósið so spakuliga kám­ast burtur, ganga limirnir í SIC av pall­inum. Teir geva hvørjum øðr­ um eitt klemm fyri góða konsert og punktumið fyri summarið, men onkurs­vegna kennist hetta klemmið eins og menn siga hvørjum øðrum farvæl og takka fyri hesuferð. Menn eru troyttir, mentalt troyttir. Stremb­ anin, at koma fram og náa tón­leika­ toppin tey seinni árini, hevur nú sett síni spor hjá limunum í føroyska tungmálmsbólkinum. Tveir limir í bólkinum, Frans Arge Galán og Gudmar Hansen, ynskja at halda ein steðg frá SIC og heldur brúka orkuna uppá aðrar tónleikaverkætlanir. SIC fer tí, óætlað ella ei, í dvala. Einki hoyrist til bólkin í eina tíð, og so smátt fara søgurnar at ganga, at bólk­urin ikki longur er virkin. Javnan fáa limirnir í bólkinum sama spurn­ing, men heldur ikki teir duga heilt at svara hesum spurningi. Teir vita snøgt sagt ikki sjálvir, hvat ella hvussu teir skulu svara hesum, men tað hevur kanska sína orsøkir. Í tvey ár hoyrist einki til bólkin, men nú er so smátt farið at prutla undir lokinum aftur. SIC aftur í venjingarhølini Vit eru stødd í venjingarhøli numm­ ar fimm í Margarinfabrikkini. Í rúm­ inum standa fleiri ljóðføri, ið bara bíða eftir, at onkur skal taka sær av teim­um og fáa tey ljóð úr teimum, ið nú einaferð býðst til høvi, men tað sleppa tey ikki heilt enn. Fyrst skal ein samrøða fáast av vegnum – kanska ongantíð ov skjótt, tí tað merk­ist á monnum, at teir skjótt vilja sleppa ígongd! Eg lovi at gera skjótt av. Onkur limur er eitt sindur seinur á veg, so eg og guitarleikarin, Eddie Jacobsen, trekkja okkum eitt sindur frá hinum og geva okkum stundir til eitt prát saman um bólkin. Leggi sjálv­andi út við sama spurningi, hvar bólkurin hevur verið – ella ikki verið – tey seinastu tvey árini. Eddie tekur siga­rett­pakkan fram, fær sær eina sigarett og festir sær í. – Ja, vit hava ongantíð havt nakað endaligt svar uppá handan spurn­ ingin. Tað hava verið ymiskir trupul­ leikar í bólkinum, haldi eg sjálvur. Tí var tað kanska lættast einki at siga. Menn hava ikki verið heilt samdir um tingini o.s.fr., so spurningur hevur eisini verið, um mann yvirhøvur tímdi at blíva við við hesum. Men fyri nøkrum mánaðum síðani birtist tankin at fara at spæla aftur, tí eru vit nú her, sigur Eddie, meðan hann sleppur sær av við øskuna á siga­ rettini, ið hevur hópað seg upp í odd­inum. – Men sjálvt um allir limirnir í bólkinum ikki altíð vóru samd­ir um tingini – og tað, at onkur valdi at taka ein steðg frá bólk­ inum, so var talan ongan­tíð um kland­ur mill­um limir­nar í SIC, vissar guitar­leikarin í SIC mær fyri. Hóast limirnir ikki hava brúkt so nógva tíð saman tvey tey seinastu árini, so hava menn saknað tað góða vinalagið í bólkinum, eins og teir hava saknað at spælt saman. Og tá ið tankin, um at spæla saman aftur, byrjaði at gerast jaligur, varð av­gjørt at fara í venjingarhølini aftur. Nýggir limir í bólkinum eru Ísak Petersen á bass og Henning Jensen á guitar, umframt uppruna trummuleikaran í bólkinum, Magnus Hansen, ið hevur játtað at taka enn eitt tørn handan pinnarnar, nú tað ikki lá fyri hjá Dennis Buhl at koma til Føroya til kon­sert­ina hóskvøldið, tá tónleika­ festival­urin Við Múrin verður í Kirkjubø. Sostatt kann staðfestast, at SIC enn er virkin sum bólkur, ið nú so dánt er við at vaknað úr dvala og enn eina­ferð er tilreiðar at blása áhoyr­ar­ ar­nar um koll! So varð hatta líkasum komið uppá pláss. Bólkurin stendur við eitt vegamót Í mong ár strembaði SIC eftir at náa heilt upp í tónleikatoppin, og limirnir í bólkinum gjørdu eisini sítt til at røkka hesum málið. Tað er higartil blivið til tvær útgávur hjá bólkinum: Pandemonium í 2007, Tutl Records og Fighters They Bleed frá 2010, Tutl Records – 2011, Mighty Music. Eisini var SIC á fleiri kon­sert­ferð­ um, har teir m.a. í 2009 framførdu heilar 52 konsertir uppá 60 dagar! Men tónleikaheimurin er ísakaldur. Ikki altíð er tað lætt at fáa endarnar at røkka saman, og tað máttu limirnir í SIC eisini ásannað, tá alt kom til alt. Menn eru vorðnir eldri, hava fingið meira lívsroyndir og onnur atlit og størri ábyrgd eru nú tengd at limunum í bólkinum, enn tað kanska hevur verið áður. Tí ynskir bólk­urin kanska ikki at fara somu rut­una umaftur, sum teir áður hava verið ígjøgnum. Heldur er tað gleðin at spæla og Umframt kon­sertina Við Múrin, verður SIC eisini at hoyra á Reinsarínum tann 11. juli og á Tórsfest tann 25. juli. Nú er tíð til Rock 'n' f****** Roll!« Mikkjal Gaard Hansen, forsangarin í SIC