fríggjadagur 3. juli 2015síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. juli 2015
sosialurin 75
15
Byrjaði millum
lokalar kreftir
Árni Gregersen
Upprunaliga vóru tað lokalar
kreftir úr Eysturoynni, sum av
álvara fóru undir at fyrireika
bygging av undirsjónvartunnli
millum
Skálafjørðin
og
høvuðsstaðarøkið.
Ætlanin var privat, men for
treytin var, at felagið sum fór at
byggja, eisini fekk konsessión og
loyvi at taka pengar frá teimum,
sum brúktu farleiðina.
Ætlanin er gomul – frá 2002 – og
longu í 2003 var ein ætlan gjørdi,
tí tað vísti seg, at tað handilsliga
fór at loysa seg at gera ein tunnil.
Í 2006 varð eitt partafelag
stovnað.
Stovnararnir vóru íslendski
bankin Kaupthing og Føroya
Lívstrygging. Partafelagið og
Vinnumálaráðið fóru, eftir at ein
lógarheimild var fingin til vega í
Løgtinginum, undir samráðingar,
men eftir valið í 2008, tá ið nýggj
samgonga tók við, endaðu sam
ráðingarnar.
Seinni kom nýggj samgonga til.
26.
apríl
2010
fekk
landsstýrismaðurin so aftur
heimild at samráðaast um at
byggja tunnilin.
Hetta var tó ein tíðarbundin
heimild, sum seinni varð longd,
soleiðis, at tað endaði við, at Kári
P. Højgaard, landsstýrismaður,
hevði heimild at fara víðari við
málinum, tá ið hann tók við sum
landsstýrismaður.
Tað var hesa heimild lands
stýrismaðurin brúkti, tá ið hann
setti ferð á verkætlanina og hevði
ætlanir um at lata eitt privat felag,
CIP, standa fyri byggingini av
tunnlinum.
Sum øllum kunnugt, so
steðgaði hendan ætlanin og
politisku flokkarnir samdust um
at gera tveir undirsjóvartunnlar,
heldur enn ein.
Hin skal gerast millum Streym
oynna og Sandoynna.
Politisk ósemja
Tað hevur alla tíðina verið stór
politisk ósemja, um bert ein tunnil
skal gerast. Tunnilin millum
Skálafjørðin og Streymoynna fer
eftir øllum útrokningum at døma
at bera seg fíggjarliga.
Men politiska skipanin hevur
fyrr givið eitt lyfti um at gera
tunnil til Sandoyar.
Hetta lyfti hekk skipanin uppá,
tá ið avtalan skuldi gerast um,
at almennu Føroyar skulu gera
Skálafjarðartunnilin.
Tað bar ikki til at fáa fulla
semju um málið, uttan so at
semjan eisini umfataði ger av
einum tunnli til Sandoyar.
Ímillum tey 33, sum manna
sessirnar í Løgtinginum, eru tað
mong sum halda, at ger av tunnli
til Sandoyar er óðamannaverk.
Íløgan er ómetaliga stór í mun
til lítlu ferðsluna, sum fer at vera
gjøgnum hetta holið.
Semjan er tó gjørd og tað vil
vera líka stórt óðamannaverk hjá
einstøkum tingfólkum nú at fara
fram og siga, at tey ikki taka undir
við at byggja tunnilin millum
Sandoynna og Streymoynna.
Ein semja er gjørd, eisini um
hvussu tunnilin millum Eysturoy
og Streymoy skal gerast.
Semja er um, at tunnilin eisini
skal koma upp í Runavík, men
millum fólk við skili fyri slíkum
verður hildið, at lættasta og
bíligasta loysnin helst er, at lata
tunnilin koma upp á vestra armi
á Skálafjørðinum.
So kann eitt berghol gerast úr
Gøtudali til Millum Fjarða.
Vegurin á vestara armi á Skála
fjørðinum er nýggjur og líkur
krøvini til slíkar vegir.
Skal øll ferðslan leiðast til
Runavíkar, so skal nýggjur vegur
gerast á eystara armi – helst niðri
við sjógvin.
Ætlanin um at leggja vegin
omanfyri bygt øki í Runavík er
slept.
Hugskotið var lokalt, men útlitini til at gera
eina góða íløgu, gjørdi ætlanina landsdekkandi
Mynd: Álvur Haraldsen
Hvat hendi og hvar er málið nú?
Úti á Kaldbaksnesi ger P/F Skálafjarðartunnilin í
hesum døgum kjarnuboring í sambandi við tunnilin,
sum skal gerast millum Skálafjørðin og Havnina
Hendan myndin vísir nýggju linjuføringina –
at tunnilin skal ganga úr Runavík til Hvítanes
heldur enn sum ætlað frá Toftavatnið til Sund
Her sæst ætlaða
linjuføringin av
Sandoyartunlinum
millum Kirkjubø
og Skopun
Byrjanin