Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juli 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 3. juli 2015 sosialurin 75 14 politikkur Allir flokkar samdir um tveir tunlar, sum skulu vera lidnir í 2021 Árni Gregersen T að er ein risaíløga og ein verk­ætlan, sum ikki hevur sæð sín líka í Føroyum. Fasta sambandið mill­ um Skálafjørðin og Streymoynna og millum Streymoy og Sandoy fer at kosta millum tvær og tríggjar mill­ jard­ir krónur, tá ið koyrandi verður til Sandoyar í 4. ársfjóðringi í 2021. Eftir mikið rok og stórt arbeiði, so avgjørdi politiski meirlutin í Føroy­ um at forða fyri, at eitt privat felag slapp at byggja tunnilin millum Skála­fjørðin og Streymoynna. Seinastu dagarnar hava vit hoyrt um avleiðingarnar av tí sum hendi í 2013, men samstundis sum privata verk­ætlanin var søkt, so samtyktu politisku flokkarnir í felag, at tað al­ menna í staðin fyri skal byggja tunn­ ilin, umframt at tað almenna eis­ini skal gera ein tunnil millum Streym­ oynna og Sandoynna. Eitt alment partafelag er sett á stovn, har Bergur Poulsen, fyrr­ver­ andi stjóri í Havsbrún, er formaður og Teitur Samuelsen, fyrrverandi fíggjar­leiðari á Bakkafrost, er stjóri. Ætlanin Ætlanin er at gera ein tunnil, sum bindir Streymoynna saman við báð­ um síðum á Skálafjørðinum. Hetta fer eftir metingum hjá Lands­verk at stytta ferðatíðina mill­um Runavík og Tórshavn út 64 min­uttum og niður í 16 minuttir og tíð­ina úr Klaksvík til Havnar úr 68 min­uttum niður í 36 minuttir. Metingar og ferðsla er mett saman við ráðgevarafyritøkuni Rambøll í 2012. Eftir hesari metingini fara 5.700 bilar at brúka tunnilin hvørt sam­ døgur. Til samanberingar skal nevnast, at gjøgnum Sandoyartunnilin fara vænt­andi 400 bilar at koyra hvørt sam­døgur. Eftir metingunum hjá Landsverk fer tunnilin millum Havnina og Skála­fjørðin og tunnilin millum Streym­oynna og Sandoy at kosta 2,1 milljard krónur. Hetta eru fyribilstøl, sum eru gjørd áðrenn kjarnuboringar og nýggjar seismiskar kanningar eru gjørdar. Meira nágreinilig kostnaðarmeting kann ikki gerast, fyrr enn fleiri upp­ lýs­ingar eru fingnar til vega. Tunnilin millum Sandoynna og Streymoynna verður góðar 10 kilo­ metrar langur, meðan hin tunn­ilin verður heldur styttri, nú eftir at linju­ føringin er nakað broytt. Linjubroytingin ger, at høvuðs­ tunnilin verður á leið hálvan kilo­ metur styttri enn upprunaliga mett. post@sosialurin.fo Undirsjóvartunnilin millum Skála­fjørðin og Havnina hevur fingið eina nýggja linjuføring. Nýggja linjuføringin hevur við sær, at tunnilin verður góðan hálva kilometur styttri enn hann hevði verið eftir fyrru linjuføringini. Nýggja linjuføringin fer at hava við sær, at tunnilin á Streymoynni fer at koma upp á Hvítanes-leiðini og ikki við Sund, sum upprunaliga ætlað, og hann fer at koma upp á Rókalandinum, uttanfyri sjálva Runavíkina – og ikki við Toftavatn. Ein onnur broyting er, at rund­koyringin í tunnlinum verður undir vestara armi á Skálafjørðinum og ikki undir sjónum. – Hetta hevur stórar fyrimunir. Millum annað fer at bera til at súgva dálkaðu luftina beint upp frá rundkoyringini, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í tunnilsfelagnum. Full ferð á Í løtuni er full ferð á kanningar­ arbeiðnum, sum skal gerast áðrenn arbeiðið uppá sjálvan tunnilin skal bjóðast út. Í løtuni verður borað á Kald­ baks­nesi og tá ið tað er liðugt, so verður farið undir at gera boringar í Kirkjubø, so fyrireikingarnar eru eisini fyrireikingar til Sandoyar­ tunnilin. Nýggja tunnilsfelagið hevur eis­ini gjørt nakrar nýggjar seismiskar kanningar, sum nú skulu greinast saman við teimum borikjarnum, sum verða tiknar upp. – Vit kunnu siga, at vit fylgja tíðarætlanin, sum er løgd, sigur Bergur Poulsen, for­maður í nevndini í almenna tunnils­parta­ felag­num. Upprunaliga er mett, at báðir tunnlarnir tilsamans fara at kosta á leið 2,1 milljard krónur. – Tað er hesum tali vit arbeiða útfrá í løtuni, men tað er ikki fyrr enn allar kannignar eru lidnar og vit fara at bjóða arbeiðið út, at vit reelt fáa at vita, hvat tað fer at kosta, sigur Bergur Poulsen. Nú fer so projekteringsarbeiðið í gongd. Projekteringin er grundar­ lagið undir útbjóðingini, sum verð­ur gjørd, tá ið projekteringin er liðug. Fígging Meðan fyrireikingarnar verða gjørd­ar til sjálvt tunnilsarbeiðið, so verður eisini arbeitt við at fáa fígg­ing til vega til byggingina. Partafelagið, sum stendur fyri byggingini, er alment. Herfyri vóru formaðurin og stjórin í tunnilsfelagnum í Løgting­inum og greiddu tingfólki frá, hvussu gongur við arbeiðnum. – Tá søgdu vit, at okkara fyrstu kanningar vísa, at tað als ikki er ómøguligt at fáa fígging til verk­ ætlanina, sigur Teitur Samuelsen. Hvussu nógvur peningur skal til er enn ikki greitt, men sum tað sær út í fíggjarheiminum í løtuni, so tykist føroyska verkætlanin at hava áhuga uttanlands. Fyribilstølini eru sum nevnt 2,1 milliard, men tey kunnu broytast. Vegverket í Noreg sigur, at prísurin fyri slíkar tunnlar kann svinga millum 100.000 krónur og 140.000 krónur fyri hvønn metur. Altso ein munur uppá 40 prosent. post@sosialurin.fo Nú verður skjótari at koyra enn upprunaliga ætlað Nýggjasta broytingin í ætlanini um Skálafjarðar­tunnilin er at linju­før­ ingin er broytt. Nýggja linju­før­ingin av undirsjóvartunnlinum ger, at tunnilin kemur nærri Runavík og nærri Havnini Skálafjarðartunnilin Byggja tveir undirsjóvartunnlar Seinastu vikurnar hava vit hoyrt nógv um avleiðingarnar av avtaluni, sum mundi verið gjørd millum Føroya landsstýrið og CIP. Men hvar byrjaði tankin um ein skálafjarðartunnil og hvar er málið nú? Politiska niðurstøðan Nýggjasta broytingin