fríggjadagur 3. juli 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. juli 2015
sosialurin 75
13
hon heitti á fólk um at virka ullina,
við millum annað at binda hosur úr
henni, fyri síðani at selja tær, ístaðin
fyri at selja óvirkaða ull. Skipið hjá
Nólsoyar Páll, Royndin Fríða, hevur
verið eitt tað fyrsta skipið, ið hevur
útflutt tilvirkaða ull úr Føroyum.
Eisini stendur skrivað, at hon fegin
vildi læra at lesa og skriva. Tað sigst,
at hon skal hava sagt við Nólsoyar
Páll, at hann skuldu læra manningina
at lesa og skriva umborð á Fríðu.
– Tað var eingin skúli tá ið tíðini,
men hon hevur sæð virðið í bæði at
duga at lesa og skriva. So hon hevur
uttan iva verið noydd til at verða ein
kvinna við bein í nøsini, og tað sær
man eisini á tí lítla, ið er skrivað um
hana, at tað hevur hon haft, sigur
Mimmy.
Sum man kann lesa um í bókini
hjá Jakob Jakobsen um Nólsoyar Páll,
so var hann tann fyrsti maðurin, ið
tað eydnaðist at taka eina koppseting
við til Føroyar. Hetta gjørdi hann á
tann snilda og einfalda hátt, at hann
sproytaði koppsetingina inn í mann
ingina, sum so síðani var sproyta
frá manningina í fólkini her heima.
Marin Malena lærdi seg at koppseta,
og hon var tann fyrsta í norðoyggjum,
sum fór runt og koppsetti fólk.
– Hetta vísir heilt víst, at hon, um
framt at hon hevði gott mót, og var
dugnalig, eisini má hava duga væl at
tosa og at bera seg fram. Tí tú kanst
hugsa teg fram til, at tað hevur ikki
bara verið lætt, at yvirhøvur fáa fólk
at vilja koppseta seg. Tí bara tað at
sproyta nakað inn í seg var jú nakað
heilt nýtt tá ið tíðini, sigur Mimmy.
Tað verður ofta sagt, at aftanfyri
ein og hvønn sterkan mann, er ein
sterk kvinna. Út frá teimum fáu frá
søgnunum, ið eru um Marin Malenu,
so kann sigast, at hetta orðafelli pass
ar sera væl til Nólsoyar Páll.
– Ein maður sum Nólsoyar Páll,
ið var ein maður, ið var fullur av
slóðbrótandi hugskotum, og sum
bæði var sera væl dámdur og sera
illa dámdur, hevur notið gott av at
haft eina tílíka kvinnu sum Marin
Malenu, ið hann kundi tosa um allar
sínar visjónir og dreymar við, sigur
Mimmy, og leggur afturat, at júst
hesir eginleikar hjá Marin Malenu
hava haft sína ávirkan á hví hann
gifti seg við henni.
Bert avmyndað
sum bíðandi kvinna
Sum flestar kvinnur í Føroya søgu,
so er eingin mynd av Marin Malenu.
Tað einastu ferð hon er avmyndað,
er á einum málningi hjá Jógvan
Waagsten, ið kallast »Hon Bíðar«.
Hetta heldur Mimmy verða sera
óheppið, tí kvinnur tá á døgum hava
nokk tikist við annað, enn bert at bíða
eftir manni teirra, meðan teir vóru
burtur á sjónum.
– Tá á døgum hava teir flestu
menninir verið burtur á sjónum ein
stóran part av tíðini, so tað hevur
verið kvinnan, ið hevur tikið sær av
øllum á landi. Tí er tað torført fyri
meg at ímynda mær, at allar hesar
kvinnur ikki hava gjørt annað enn
at bíða eftir manni sínum. Tí hóast
longsulin er har, so hava tær haft
nógv annað at tikist við, og at gingið
upp í. Hetta vísur enn einaferð, at tað
bert eru menn, ið hava skrivað Føroya
søgu, og tí haldi eg at tað er tørvur á
kvinnum, ið skriva søguna um kvinn
una, sigur Mimmy.
Mimmy vísur á, at tað allarhelst
hava verið áhugaverdar og megnar
kvinnur í hvørjari bygd í Føroyum.
Og hóast søgubøkurnar í alt ov lítlan
mun endurspegla hetta, so hava
kvinnurnar heilt víst haft ein stóran
leiklut í mongum av tí, sum farið er
fram. Tí heldur hon, at tað er tørvur
á at vit fara at granska, bæði hvussu
kvinnur sum heild vóru tá ið tíðini,
og hvussu Marin Malena var, í mun
til aðrar kvinnur í hennara samtíð.
– Eg veit ikki um tað bara er eg,
men tá ið eg lesi nógv av tí ið Nólsoyar
Páll hevur tikist við, og søguna rund
an um hetta, so síggi eg eina kvinnu
ligheit aftanfyri nógvum av tí, ið
hann hevur gjørt, sigur hon.
Eitt nú nevnir Mimmy Frunta
táttin, ið er ein av teimum mongu
táttunum, ið Nólsoyar Páll hevur
yrkt. Hendan tátt hevur hann yrkt
meðan hann búði norðuri í Klaksvík,
ið fyrr varð nevnt norðuri í Vági.
Hesin táttur er ein av teimum fáu, ið
snýr seg um nakað, ið er viðkomandi
fyri kvinnur, nevniliga eina kvinnu
við frunti. Tá ið man síðani lesur um,
tá ið hesin tátturin varð skrivaður, so
sæst, at tað hava verið fleiri kvinnur
rundanum henda táttin. Eitt nú var
tátturin framborin av einari kvinnu,
fyrstu ferð hann varð framborin.
Systurdóttur Marin Malenu var tann,
ið bar boðini um henda táttin víðari
til aðrar bygdir. Tí heldur Mimmy at
tað væl kann hugsast, at kvinnurnar
rundanum Nólsoyar Páll hava haft
sína ávirkan á henda táttin, umframt
nógv annað, ið varð gjørt tá ið tíðini.
Biskupstøðgarðurin
Tann 12. desember 2013 varð Áhuga
felagið Nólsoyar Páll sett á stovn.
Felagið hevur til endamáls, at seta
Nólsoyar Pálli eitt virðiligt minnis
merki. Avgjørt varð, at bóndagarðurin
sum Nólsoyar Páll bygdi á Biskups
støð, og sum varð niðurtikin í 1923,
skal endurbyggjast. Hesari ætlan
er Mimmy Vágsheyg, og kaffihús
hennara café Fríða, ein partur av.
Fyri Mimmy er tað sera umráðandi,
at garðurin ikki bara endurspeglar
Nólsoyar Páll, men eisini konu hans
ara Marin Malenu, ið hevur haft ein
stóran lut í, bæði hvussu garðurin
skuldi síggja út, og rakstrinum av
honum.
– Biskupstøðgarðurin verður ein
stórur varði, bæði fyri Klaksvíkina og
fyri ferðafólk í Føroyum sum heild.
Mín uppgáva í hesum er at leggja dent
á, at vit eisini hava tann kvinnuliga
partin við í endurskapanini av garð
inum. Tí man kann ikki tosa um
Biskupstøðgarðin, uttan at taka
Marin Malenu og søgu hennara við,
sigur Mimmy.
Mimmy greiður frá, at tá ið
Nólsoyar Páll doyði sum 42 ára gamal,
so sat einkja hansara eftir á garðinum
við fýra børnum. Tey tíðarskeiðini, tá
ið Nólsoyar Páll hevur verið burturi,
hevur Marin Malena staðið fyri øllum
á garðinum. Tí ynskir hon, at søgan
hjá Marin Malenu eisini skal verða
endurgivin, tá ið ein støkkur inn á
gólvið á Biskupstøðgarðinum. Tað
er tí umráðandi, at dentur ikki bert
verður lagdur á at garðurin er bygdur
á rættan hátt, men eisini at hann er
innrættaður soleiðis, at hann endur
speglar alla familjuna, ið har búði.
annkristina@sosialurin.fo
»Ein maður sum Nólsoyar Páll,
ið var ein maður, ið var fullur av
slóðbrótandi hugskotum, og sum
bæði var sera væl dámdur og sera
illa dámdur, hevur notið gott av at
haft eina tílíka kvinnu sum Marin
Malenu, ið hann kundi tosa um allar
sínar visjónir og dreymar við«
Mynd av Marin Malenu,
málað av Jógvan Waagstein,
sum verður nýtt á permuni
til leikin um Nólsoyar Páll,
av Steinbjørn B. Jacobsen
Mynd av Marin Málenu, ið Mimmy hevur biði Jan Nystrøm
gjørt. Myndin hongur á kafe Fríðu í Klaksvík
Myndir: Mimmy vágsheyg