fríggjadagur 3. juli 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. juli 2015
sosialurin 75
12
Kvinnan
gloymd
í søguni
– Tað sæst á tí sum er skrivað um Føroya søgu, at tað eru gamlir
menn, ið hava skrivað um gamlar menn. Mestsum einki fokus
er á kvinnuna og kvinnuleiklutin, og tað sum stendur um tær er
ofta stutt brot úr søgunum um menn teirra. Tí manglar tað, at
tað verður gjørt nógv meira við tann kvinnuliga partin í Føroya
søgu, tí at tað er so heilt víst, at í hvørjari bygd í Føroyum vóru
fleiri megnar kvinnur. Ein av teimum, ið eg serliga haldi verða
áhugaverda at hyggja nærri at, er Marin Malena Nolsøe, ið varð
kona Nólsoyar Páll, sigur Mimmy Vágsheyg úr Klaksvík
Ann Kristina S. Simonsen
S
jálv hevur Mimmy í eitt
longri tíðarskeið haft stóran
áhuga í føroya søgu, har hon
serstakliga hevur biti merki
í undangongumannin Nólsoyar Páll.
Eitt nú hevur hon valt, at café henn
ara í Klaksvík bæði ber navnið Fríða,
eftir skipi hansara Royndin Fríða, og
hevur fleiri myndir av honum og út
sagnum hansara.
Tað var við at lesa um Nólsoyar
Páll, at Mimmy fekk ein serligan
áhuga fyri konu hansara Marin
Malenu. Og við bæði at lesa um hann,
og at tosa við fólk, kom hon fram til,
at Marin Malena hevur verið ein sera
áhugaverd kvinna, ið er verd at kunna
seg nærri um.
– Hóast eingin tekstur er skrivaður
beinleiðis um Marin Malenu, so veit
man, bæði frá tí sum fólk hava sagt,
og frá brotum, ið standa skrivað um
hana ymsastaðni, at hon hevur verið
ein megnar kvinna, ið bæði hevur
verið sera vitug, og hevur torað at
staðið fram, sigur Mimmy.
Marin Malena var bert 18 ára
gomul, tá ið hon í 1801 giftist við Nóls
oyar Páll. Hon var dóttir ríkmann í
Klaksvík, og frá pápa sínum fekk hon
garð úti í Oyri á Borðoynni við í giftar
málinum, sum hon og Nólsoyar Páll
búsettist á. Eitt nú sigst um Marin
Malenu at hon, eftir at hava lært seg
at brúka tann nýggja vevin, ið júst var
komin til Føroyar um ta tíðina, ferð
aðist runt um allar Føroyar, og lærdi
fleiri hundrað kvinnur at nýta vevin.
– Tað, at hon sum heilt ung fór at
læra seg nakað, ið var nýtt og øðrvísi,
fyri síðani at læra onnur, bendir á,
at hon ikki hevur verið bangin av
sær, sigur Mimmy, ið leggur aftrat,
at eftir at Marin Malena hevði lært
allar hesar kvinnur at veva, so vísa
søgubøkurnar, at talið á vevum í
Føroyum vaks í stórum.
Man veit um Marin Malenu, at
Tá ið eg lesi nógv
av tí ið Nólsoyar
Páll hevur tikist
við, og søguna
rundan um
hetta, so síggi
eg eina kvinnu
ligheit aftanfyri
nógvum av tí«
Føroya søga
Mynd av Mimmy á kafe Fríðu,
við málningi av Nólsoyar Páll
í baggrundini, ið Archibald
Black hevur gjørt.