fríggjadagur 3. juli 2015síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. juli 2015
sosialurin 75
11
Skrollar tú gjøgnum tína Facebook síðu sært tú javnan myndir av øllum handaslag,
men seinastu dagarnar hava myndirnar fingið ein litríkari dám. Ælaboga litirnir
hjá samkyndu rørsluni kring knøttin er at síggja á nærum hvørjari profilmynd.
Barbara Holm
Fyri stuttum gjørdi hægsti rættur í
USA tann úrskurð, at tað framyvir
er lógligt hjá samkyndum at giftast
í øllum 50 statunum í USA.
Hetta hevur givið afturljóð kring
knøttin, og í USA hevur veitslan
eisini sett sín dám á. Hvíta Húsið
í Washington, statsbygningar í so
at siga øllum statum, flogfeløg, ja
óteljandi stórar fyritøkur, almenn
arbeiðspláss og mangt annað hava
latið ælabogalitirnir dansa eftir
húsaveggjunum, fyri at sýna stuðul
og gleði um nýggju rættindini hjá
samkyndum.
Á Facebook og Twitter skrivaði
Hvíta Húsið "Amerika eigur at vera
errin. #LoveWins"
Kring knøttin hevur avgerðin givið
afturljóð. Í størri og minni býum
kring Evropa hava fólk leitað út á
gøturnar við ælaboganum fremst,
fyri at hátíðarhalda hendan stórsigur
í USA.
Sosialu miðlarnir
sýna stuðul
Facebook hevur gjørt eina lætta
og ómakaleysa funku, har bert eitt
klikk gevur tær tína profilmynd í
ælabogalitum, fyri at sýna stuðul og
gleði um avgerðina í USA.
Yvir 26. milliónir fólk hava
nýtt høvið at stuðla amerikonsku
avgerðini umvegis Facebook, og yvir
6 milliónir hava á Twitter sýnt stuðul
við at skriva #LoveWins ella #Pride.
Mark
Zuckerberg,
ein
av
stigtakarunum av Facebook skrivaði
á sína síðu, at -Amerika varð stovnað
við tí lyfti, at øll menniskju eru skapt
á jøvnum føti, og í dag tóku vit enn
eitt fet í royndini at liva upp til okkara
lyfti.
Hann fegnaðist samstundis um,
at kærleikin umsíðir sigraði í USA, og
um tey mongu fólkini, sum nú hava
somu rættindini sum onnur.
Og júst hansara hugsan um evnið
er helst ein orsøk til, at Facebook er á
tremur við ælaboga profilmyndum -
eisini her í Føroyum.
Í hesum máli hevur Facebook
tikið støðu, og gjørt tað ógvuliga
lætt og ómakaleyst hjá brúkarum at
stuðla átakinum aktivt. Tað krevur
í veruleikanum bert eitt klikk. Og
úrslitið er, at yvir 26. milliónir fólk
- eisini mangur føroyingur - hava
stuðlað Facebook átakinum til frama
fyri javnrættindi hjá samkyndum.
Føroyar í ælabogalitum
í eina viku
Ársins Faroe Pride verður í ár størri
enn nakrantíð, og varðar eina heila
viku. Byrjað verður við at hita upp
við fleiri fyrilestrum, filmsvísing,
hugnakvøld og stórum dragshowi í
Norðurlandahúsinum. Síðan endar
vikan við einum braki 27. juli 2015, tá
stór almenn skrúðgonga og ókeypis
konsert við Enekk, Dennis Agerblad
Band, Hulda, Dánjal á Neystabø og
Ævintýrferðin, Konni Kass og Terji
Krossteig Messell & vinum eru øll á
skránni.
Faroe Pride er árliga tiltakið, har
samkynd, tvíkynd, tvørkynd og teirra
hinkyndu stuðlar, fáa møguleika at
gera vart við seg, vísa at tey eru til,
og at tey eru errin av at vera til. Hetta
er samstundis eitt tiltak, ið heiðrar
ymisleikan hjá øllum føroyingum,
og setur fram ynski um eitt rúmligari
Føroyar, har líkarættur er galdandi
fyri allar borgarar.
Upphiting í
Norðurlandahúsinum
Vikuskiftið 24. og 25. juli verður
Norðurlandahúsið vent á høvdið.
Við bæði gaman og álvara verður
kynssnaring fyri fyrstu ferð í
Føroyum sett á dagskránna. Orð
og fyribrigdi so sum tvørkynd,
dragqueen, transvestitt, intersex,
queer, dragking, crossdresser,
kynsligur samleiki og sannføring
fara at fáa eina sakliga, virðiliga og
undirhaldandi viðgerð.
Skrúðgonga og ókeypis
familjukonsert
Mánadagin 27. juli er tíð til sjálva
Faroe Pride skrúðgonguna. Eins og
undanfarin ár, fer mannamúgvan at
hoyrast og síggjast aftur, og ætlanin
er veruliga at seta lit á Havnina henda
seinnapartin í juli. Skrúðgongan
er ikki einans ætlað LGBT-limum,
men øllum føroyingum, ið ynskja
eitt rúmligari og meira fjølbroytt
samfelag, sum gevur pláss og
javnrætt til allar sínar borgarar.
Byrjað verður við Gundadals
høllina, og síðan verður gingið oman
gjøgnum miðbýin, har endað verður
niðri á Skálatrøð. Har verður skipað
fyri stórari ókeypis konsert og
familjuvinarligum undirhaldi. Tey
luttakandi á ársins konsert verða:
Enekk, Dennis Agerblad Band, Hulda,
Dánjal á Neystabø og Ævintýrferðin,
Konni Kass, og Terji Krossteig Messell
& vinir. Ymiskar røður verða eisini á
skránni. Tey vitjandi fáa somuleiðis
møguleika at njóta stóra tivoliøkið hjá
Tórshavnar Ítróttaráð á Skálatrøð,
sum aftur í ár verður sett upp til
ólavsøkuna.
Kelda: lgbt.fo - les meira á heimasíðuni