fríggjadagur 3. juli 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. juli 2015
sosialurin 75
10
*Ávaring!: *Hvannir kunnu gera húðina eyka sólviðkvæma. Tí eru
vit (NÚ - av royndum) altíð í handskum tá ið vit heinta hvannir.
Hevur tú skorið hvannir, ella eti hvonn er eisini týdningarmikið
at vaska tær væl um hendurnar og munnin áðrenn tú fert út í
sólina. Drekkur tú nógv hvanna te ella etur nógva hvonn, kann
øll húðin gerast eyka sólviðkvom. Et tí vi máta - sum alt annað.
Hvussu smakka Føroyar?
‘Salt, Pipar, Karry og hitt reyða’, soleiðis segði *hann* einaferð um kryddið í høsnar
ungarættinum á borðinum. Hitt reyða hevur nokk verið paprikka; og hesi fýra hava
óiva verið einastu kryddini *hann* kendi – afturat kanel og kardamummu sum
í hansara hugaheimi, bert hoyrir søta køkinum til. Lat *hann* vera ónevndan
Tjóðhild Patursson
E
g trúgvi tó ikki at vinmað
urin er einsamallur. Ein
stórur partur av matinum
á føroysku matarborðunum
er nokk avmarkaður til hesi fýra
kryddini, oftast kanska bert tvey tey
fyrst nevndu – Pipar og Salt (skemti
sendingin við sama navni, fangar
við navninum veruliga essensin av
Føroyum). Ikki at nakað gali er í tí.
Nógv smakkar fantastiska væl uttan
ov nógv krydd.
Í so máta er spurningurin í yvir
skriftini lættur at svara: Føroyar eru
saltar og smakka av pipari, av karry
og paprikka – og so eittsindur ræst.
Og gloym so ikki AROMAT.
Spurningurin skuldi kanska verið
settur øðrvísi – *Hvussu kunnu
Føroyar smakka?*
Hvonn
Hvannir vaksa vilt ymsastaðni í Føroyum, men hon
kann lættliga fáast at vaksa í garðinum. Hvonnin
luktar og smakkar ógvuliga parfumerað – summi
siga at hon smakkar av sápu, onnur at hon smakkar
fantastiskt. Eg vildi sagt, at smakkar hon av sápu,
so er tað í øllum førum ein fantastisk sápa.
Kandiserað hvonn
og hvannasiroppur
Sker 1 kg av hvannaleggum í bitar á uml 5 cm. Kóka í eini grýtu
við vatni, til leggirnir eru bleytir. Síla vatni frá. Stoy 0.5 kg av
sukuri omanyvir leggirnar. Lat teir trekkja í eitt døgn. Kóka
síðani stelkirnar við einum lituri av vatni.
Síla lakan frá. Goym hann – hetta er hvannasiroppur.
Hvannasiroppur er fantastikur omaná ís, ella til aðrar
dessertir.
Vend hvannaleggirnar varliga í sukuri og turka varisliga í
turkiovni ella í bakarovni (nýt so lágan hita sum gjørligt).
Kandiseraða hvonnin goymist best lufttætt. Et hana sum hon
er, ella nýt hana sum smakk og pynt í køkum og øðrum mati.
Hvanna te og krydd
Bløðini av hvannunum kunnu turkast og brúkast til te. Vanligt
er eisini at brúka turkaðar hvannir sum krydd. Er serliga gott í
rullupylsu - so sigst.
Vit á Kunningarstovuni í Nólsoy vóru
so heppin at sleppa uppí part, tá ið
umhvørvisstuðulin hjá Tórshavnar
Kommunu var latin fyrr í ár.
Spurningurin *Hvussu kunnu
Føroyar smakka?* kann sigast at vera
grundin í arbeiðinum.
Anna Malan Jógvansdóttir fer
komandi mánaðan, saman við omm
uni Disu Christiansen, at heinta,
smakkað, turka, kóka, súlta og eta
Føroyar og sumt av tí her veksur.
Ætlanin er at niðurskriva ein part av
teirri vitanini omman eigur og vón
andi eisini, at finna nýggjar hættir at
gangnýta tað vit eiga her hjá okkum.
Nógvar av plantunum og urtunum
fara at síggjast aftur í matgerðini á
Kunningarstovuni í Nólsoy – tit eru
vælkomin ein túr framvið.
Myndir: tjóðhild patursson