fríggjadagur 3. juli 2015síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. juli 2015
sosialurin 75
26
Zakarias Wang
Nú er endaliga
úrslitið
av
fólkatingsvali
num 18. juni
2015 fíntalt, og
tí er hóskiligt
at taka samanum.
Danska stjórnin fekk í
1993, tá vit lógu lágt, sett sín
vilja ígjøgnum viðvíkjandi
vallógini til fólkatingsval.
Tað var hetta ár, tað varð for
boðið at gera listasamband
millum flokkar, og kravið til
uppstilling uttanflokka var
broytt. Higartil hevði reglan
verið eins og hon var tá fyrsta
fólkatingsvalið var og Niels
Winther varð valdur, at tað
var nóg mikið at ein maður
bjóðaði seg fram, og at ein
veljari helt, at hann skuldi
sleppa at royna seg. Nú var
hetta eftir danskari fyrimynd
broytt til, at á uttanflokkalista
skuldi bert vera eitt valevni,
og at stillararnir skuldu vera
minst 150 og í mesta lagi 200.
Henda broyting av vallógini
var til fyrimun fyri teir báðar
sambandsflokkarnar í Før
oyum, Sambands- og Javn
aðarflokkarnar. Orsøkin er,
at sjálvstýrisflokkarnir eru
spjaddir, og at teir nú ikki so
frægt sum hava møguleika fyri
at gera listasamband.
Vit, sum standa aftan fyri
uttanflokkalistan, royndu
at gera nakað við hetta. Vit
vendu okkum til Fólkaflokkin,
Sjálvstýrisflokkin, Tjóðveldi,
Framsókn og Miðflokkin og
skutu upp, at vit stillaðu upp
saman. Hetta kundi gerast á
tvinnar hættir. Annar var at vit
gjørdu eina felags uttanflokka
uppstilling av einum valevni,
sum vit bakkaðu upp av øllum
alvi. Eg segði, at eg var fúsur til
at leggja niður okkara uttan
flokkalista um so var at vit
kundu semjast um hesa loysn.
Hin møguleikin var, at vit
gjørdu eina felags uppstilling
av fremstu valevnum hjá øll
um flokkum. Hetta mátti
vera á listanum hjá einum av
flokkunum. Hetta átti ikki at
verið serliga ringt, tí so høvdu
vit øll onkran sum kundi
fáa okkara undirtøku, og
spenningurin um hvussu val
evnini fóru at klára seg kundi
fingið fólk upp úr stólunum
og á val.
Hvørki av hesum upp
skotum fekk undirtøku frá
nøkrum av flokkunum, og tí
fóru vit til val hvør í sínum
lagi.
Sum kunnugt gekk tað ikki
so illa sum fryktandi var fyri.
Framman undan høvdu sam
bandsflokkarnir bæði umboð
ini, og teir mistu annað, so nú
eru báðir veingirnir í føroysk
um politikki umboðaðir.
Nú ber so eisini til at gera
upp, hvussu gingist hevði, um
tey ráð vóru fylgd, sum uttan
flokkalistin gav fyri valið.
Tilsamans fingu sjávstýris
flokkarnir 12.199 atkvøður.
Javnaðarflokkurin fekk 5670
og Sambandsflokkurin 5496.
Vit hava lutfalsval, so atkvøðu
tølini verða býtt við 1 og síðani
2 fyri at síggja hvør ið skal fáa
umboðini. Verður atkvøðutalið
hjá sjálvstýrisflokkunum býtt
við 2 gevur tað 6100 ella 430
meir enn Javnaðarflokkurin
fekk. Sostatt høvdu sjávstýris
flokkarnir við felags uppstill
ing fingið bæði umboðini.
Men hvat um teir høvdu
stillað upp eitt felags valevni
á einum uttanflokkalista, og
hetta umboð hevði fingið
sama úrslit?
So hevði úrslitið av fólka
tingsvalinum 18. juni verið
at bert eitt umboð var valt.
Uttanflokkalistin hevði fingið
atkvøður til tvey umboð, men
er av vallógini forðað í at hava
meir enn eitt umboð á lista
num.
So høvdu Føroyar valt eitt
umboð, men skulu hava tvey.
Tá hevði verðið neyðugt at
hava nýval fyri at finna fram
til seinna umboðið, og skuldi
hetta valið verið hildið skjótast
gjørligt.
Hesar eru reglurnar, og
gott er at vita hvørjar tær eru
tá støða skal takast til, hvat ið
rætt er at gera.
klumman
Ælabogar
í gronina
Úrslitið av fólkatings-
valinum 2015
O
nkuntíð blívi eg ein sovorin eitt sindur
gronuttur maður. Nú ein dagin stakk tað seg
aftur upp. Eg hevði ilt við skilja, hví so nógvir
føroyingar skuldu hava eina vangamynd á
facebook við einum ælaboga.
Slett ikki tað, eg fann rímiliga skjótt útav, at tað
hekk saman við, at bøssar í USA nú kundu giftast, men
hví skal øll verðin jubla yvir okkurt í USA? Kanska
bleiv eg bara irriteraður, tí eg ikki haldi USA vera so
kul, og so helt eg heldur ikki hetta vera so kul. Eg las
so eitt sindur um tað. Tað var hægstirættur, sum við
minst møguligum meiriluta fann fram til, at nú kundu
samkynd giftast. Helst er tað mítt væntandi innlit í
amerikanskan politikk – ja, eg havi fingið við, at nógvir
statir sjálvir hava samtykt at loyva samkyndum at
giftast – men eg haldi tað altso vera undarligt, at ein
dómstólur skal bestemma tað. Hugsið tykkum, um
"Retten på Færøerne" bestemmaði tað í Føroyum? Ok,
kanska ikki akkurát hatta málið. Tá høvdu nøkur og
80 prosent av teimum, sum fylla facebook verið øgiliga
glað, og so hevði mátin verið líkamikil. Men hvat um tað
var okkurt annað? Ongin yvir og ongin við síðurnar av
parlamentinum, plagar støðan at vera á okkara leiðum.
Hvat um ein dómstólur bestemmaði, at tað skuldi vera
ólógligt at vera bøssi?
So skuldu vit sæð LGBT, tingkvinnur, Amnesty og
so framvegis.
Men hinvegin. Hvat so, um bøssar kunnu giftast?
Tað ger ikki skaða á nakran annan, og bøssarnir og
øll hini í LGBT blíva glað. Hetta má vera skúladømið
uppá, at persónliga frælsið júst skal ganga so langt, at
vit kunnu gera alt, so leingi vit ikki gera okkum inn á
persónliga frælsið hjá øðrum. Eg rokni ikki við, at vit
á evsta degi verða funnin ov løtt, tí vit ikki steðgaðu
einum minnilutabólki, sum ongan skaða ger, nøkur
rættindini, sum vit øll onnur hava. Men tað er altso eitt
sindur irriterandi at lurta eftir teimum samkyndu. Ofta
ill, larma illa, næstan altíð offur og so framvegis.
Men veruleikin er nokk sum ein vinmaður helt
fyri ein dagin: "Eg havi hugsað um hatta irriterandi
spammið frá bøssunum. Mann blívur svakur av tí,
men tey noyðast at gera tað, tí annars hendir onki.
Og sjálvt um hatta átti at verið ein avgreiðsluspurn
ingur, tí hatta hevur so lítið uppá seg, so er tað ikki
so!"Eg legði nakrar tankar líknandi hesum á facebook
ein dagin. Eg kom til arbeiðis og bleiv lagdur undir at
hava ein innara homofob, tí eg "opinbart ikki kláraði
at hyggja uppá nakrar ælabogar". Og eg ivist ikki í,
at onkur, sum ikki hevur sagt tað við meg heldur tað
vera langt úti, at eg "tali sakina hjá kynsvillingunum",
og so eri eg aftur har, at hetta málið ikki eigur at vera
so innviklað. Men tað onkur følir seg sum eina lægri
grad av borgara og onkur annar væntar at brenna í
helviti, so er hetta kortini nakað, sum má loysast. Eft
ir gamla testamenti er heldur ikki loyvt at eta bacon
ella rækjubland. Hvussu er og ikki. 26 milliónir fingu
sær ælabogaflagg til profilmynd, og eg var ikki ein av
teimum. Eg havi tó sjáldan tosað meira um samkynd
enn seinastu dagarnar.
Sostatt kunnu vit bara staðfesta, at myndin
riggaði!
Eirikur
í Jákupsstovu
Ver við í kjakinum!
Send teldupost til post@sosialurin.fo
Meiningar og kjak