fríggjadagur 3. juli 2015síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. juli 2015
sosialurin 75
27
Jóannes Hansen
M
i k u k v ø l d i ð
var 18. umfar í
næstbestu fót
bóltsdeildini
á skránni. 19. umfar verður í
kvøld og í morgin, og so verð
ur summarfrí fram til leygar
dagin 8. august.
Týskvøldið var 07 Vestur og
vitjaði B71. Kristian Joensen
hjá 07 Vestur og Símun
Rógvi Hansen hjá B71 eru
óførir málverjar. Teir vunnu
tvídystirnar við álopsspæl
ararnar hjá mótstøðuliðunum,
tí úrslitið var málleysur javn
leikur.
Hóast eitt umfar er eftir
undan summarsteðginum, so
er 07 Vestur farið í summarfrí. Í
19. umfari er NSÍ mótstøðuliðið
hjá vágamonnum. Liðformað
urin hjá 07 Vestur, Gunleif
Olsen, skal giftast í morgin. Tí
varð uppgerðin ímóti teimum
næstbestu hjá NSÍ longu
avgreidd týsdagin 28. apríl, tá
ið úrslitið var 2-1 til 07 Vestur.
Hann, sum í morgin fer at
standa brúðgommur, var tví
faldur málskjútti ta ferðina!
At tað endaði málleyst
millum B71 og 07 Vestur, og
at 07 Vestur fór í summarfrí,
tá ið flestu av hinum liðunum
framvegis áttu tveir dystir á
undan summarsteðginum,
bar møguleika við sær fyri, at
B68, sum tað annars ikki hevur
roynst so væl hjá seinastu
ferðirnar, leygardagin kundi
lyfta seg fram á uppflytingar
pláss.
Soleiðis verður tað ikki.
Mikukvøldið vóru toftamenn
á Argjum, og tað royndist ikki
væl ímóti teimum næstbestu
hjá AB. B68 legði bragdliga fyri.
Tá ið 1. hálvleikur var hálv
runnin, vísti máltalvan 2-0 til
B68, og spurningurin kendist
at vera, hvussu stórur útisig
urin fór at verða.
Fýra minuttir undan steðg
inum minkaði AB um munin,
sjey minuttir eftir steðgin varð
2-2, tólv minuttir seinni var
AB frammanfyri 3-2, og tólv
minuttir undan leikloki varð
4-2 heimasigurin staðfestur.
Argjamenn vóru sera væl
mannaðir. Millum teir á AB
liðnum vóru Dion B. Splidt,
Jónas Stenberg og Bárður
Olsen, sum allir hava nógvar
royndir á besta liðnum, og sum
tað verður roknað við fara at
vera við, tá ið besta AB liðið
frá á ólavsøku og stívliga tveir
mánaðir fram fer at stríðast
fyri at varðveita sessin í bestu
deildini.
Heimasigurin ber við sær,
at AB nú er á fimta plássi –
tvey stig aftanfyri KÍ og B68.
B68 verður stórfavorittur á
heimavølli ímóti MB í morgin.
Tað er rættiliga sannlíkt, at
fjarstøðan fram til 07 Vestur
tá fer at tódna til tvey stig, og
harvið verður kappingin um
næstfremsta plássið og harvið
uppflytingina púra opin, tá ið
tað 8. august verður farið undir
langa endaspurtin.
Men gongdin og úrslitið á
Argjum mikukvøldið var stað
festing og undirstriking av, at
tað er stórur munur á teimum,
sum spæla fast í næstbestu
deildini og á teimum, sum
hoyra til í bestu deildini og
hjálpa til í næstbestu deildini,
tá ið høvi er til tað.
Tað er lítil ivi um, at Skála
eigur besta liðið í 1. deild. Miku
kvøldið skoraði Skála níggju
mál í Miðvági. So mong mál
hevur eingin megnað fyrr í ár.
Toppskjúttin Brian Jacobsen
skoraði trý mál, áðrenn hann í
56. minutti fór av vøllinum. Nú
hevur hann skorað 19 ferðir í
17 dystum.
Í síðsta umfarinum undan
summarsteðginum verður
áhugaverd uppgerð, tá ið
Skála í morgin fær vitjan av
teimum næstbestu hjá KÍ.
Klaksvíkingar hava havt blíðan
byr seinastu nógvu ferðirnar.
Mikukvøldið vunnu teir 3-1 á
Víkingi, sum tíðliga í 2. hálv
leiki legði seg framum, áðrenn
KÍ svaraði aftur og vann fyri
sjeyndu ferð á rað. Sigurin
ber við sær, at KÍ hevur sama
stigatal sum B68, og at KÍ er á
triðja plássi. Málmunurin hjá
báðum liðunum er +19, men
klaksvíkingar hava skorað 50
mál, meðan B68 hevur skorað
39 mál.
Á KÍ liðnum mikukvøldið
vóru Tórur Justesen, Jákup
B. Andreasen og Jóannes
Bjartalíð, sum allir hava spælt
nógv á besta liðnum í ár.
Jóannes Bjartalíð var tvífaldur
málskjútti. Í morgin fæst at
síggja, um toppliðið á Skála
verður skalað av væl uppløgdu
klaksvíkingunum.
Í hesi vikuni hava B36 og
NSÍ verið upptikin av altjóða
avbjóðingum. Uppgerðin teirra
millum í næstbestu deildini,
sum sambært skipanini var á
skrá mikukvøldið, er útsett til
16. september.
Fótbóltur Skála skoraði
fleiri mál í Miðvági, enn tað eru
skorað í nøkrum dysti fyrr í ár
Toftamenn tóku ikki av
1. Deild støðan
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1
Skála
18
14
3
1
56
13
+43
45
2
07 Vestur
19
11
5
3
47
21
+26
38
3
KÍ II
18
11
0
7
50
31
+19
33
4
B68
18
10
3
5
39
20
+19
33
5
AB II
18
9
4
5
30
24
+6
31
6
B71
18
7
6
5
28
29
-1
27
7
NSÍ II
17
5
1
11
27
33
-6
16
8
Víkingur II
17
3
4
10
15
27
-12
13
9
B36 II
17
2
6
9
13
48
-35
12
10 MB
18
0
2
16
11
70
-59
2
18. umfar
MB - Skála 1-9 (0-3)
0-1: Brian Jacobsen 16.
0-2: Brian Jacobsen 25.
0-3: Jákup Johansen 45.
0-4: Brian Jacobsen 52.
0-5: Poul G. Olsen 56.
0-6: Jákup Johansen 60.
1-6: Ingi Wiberg Joensen 67.
1-7: Poul G. Olsen 68.
1-8: Uni Jacobsen 80.
1-9: Hendrik á Fríðriksm. 90.
AB - B68 4-2 (1-2)
0-1: Esmar P. Clementsen 11.
0-2: Andrias á Líknargøtu 25.
1-2: Bjarki Nielsen 41.
2-2: Jónas Stenberg 52.
3-2: Dan í Soylu 64.
4-2: Dion B. Splidt 78.
KÍ - Víkingur 3-1 (0-0)
0-1: Óttar Olsen 58.
1-1: Jóannes Bjartalíð 64.
2-1: Jóannes Bjartalíð 66.
3-1: Dávid Langgaard 83.
B71-07 Vestur 0-0
NSÍ - B36
útsettur til 16. September
19. umfar
Fríggjadagin 3. juli
AB - B71: Vinjard Dam
Leygardagin 4. juli
Skála - KÍ: Rúni Gaardbo
B68 - MB: Jan á Líðarenda
B36 - Víkingur:
Bent Tommy Linklett
savnmynd: sigmar mørkøre
ítróttur