fríggjadagur 3. juli 2015síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. juli 2015
sosialurin 75
28
ítróttur
André Olsen
T
riði og fjórði dagurin á
oyggjaleikunum bjóðaði
uppá eina rúgvu av
ymiskum upplivingum.
Svimjigenturnar settu nýtt oyggja
leikamet í blandaðari stafett týs
kvøldið, meðan Jógvan Niclasen og
Marius F. Joensen millum annað
eisini vunnu gull heiðursmerki fyri
Føroyar.
Stjørnuskotið úr Vági
Av teimum nógvu heiðursmerkj
unum, sum vit hava vunnið á
oyggjaleikunum, eiga svimjararnir
tey flestu. Tá mikukvøldið var av,
átti svimjararnir 27 av teimum 41
heiðursmerkjunum, sum Føroyar
høvdu vunnið.
Serliga er tað ein svimjari, ið er á
oyggjaleikum fyri fyrstu ferð, sum
av álvara hevur sligið sítt navn fast.
Hon eitur Sára Nysted úr Suðuroyar
svimjifelag, og er júst fylt 14 ár. .
Av teimum átta gull heiðursmerkj
unum, sum svimjararnir higartil hava
vunnið, hevur Sára verið við til at
vunnið heili fimm av teimum. Fýra
hevur hon vunnið einsamøll, meðan
hon eisini var við til at vinna gull í
stafettini hjá kvinnum týskvøldið,
har tær føroysku svimjigenturnar
settu bæði nýtt føroyskt og nýtt
oyggjaleikamet.
Í samrøðu við in.fo týskvøldið,
segði Sára Nysted at talan er um góða
uppliving at vera á oyggjaleikum fyri
fyrstu ferð, har tað serliga er stuttligt
at vera við millum tey fremstu.
Pál Joensen, ið uttan samanlíkn
ing, er størsta navnið innan svimjing
í Føroyum, segði eftir svimjikapping
ina mánadagin, at avrikið hjá Sáru
mánakvøldið, har hon vann tvey gull
heiðursmerki, var heilt fantastiskt.
Torkil í harðari kapping
Týsdagin var kapping í landavegs
koyring, har fleiri føroyskir súkklarar
vóru við. Undan kappingini vóru vón
irnar serliga settar til Torkil Veyhe,
sum mánadagin vann gull í einkult
starti.
Tað gekk eisini væl hjá Torkil, sum
var við alla kappingina. Í endaspurt
inum vóru tað fýra súkklarar, ið allir
komu lið um lið um málsstrikuna, har
Torkil var millum teirra. Torkil endaði
sum tann triðfremsti av teimum fýra,
men var bert eitt sekund eftir tann,
sum endaði fremst. Hóast Torkil
Veyhe var líka við at vinna gullið, so
var Torkil eftir kappingina nøgdur
við avrikið hjá sær sjálvum. Persón
liga hevði Torkil sett sær fyri at vinna
eitt heiðursmerki undan oyggjaleik
unum, men týsdagin vann hann sítt
triðja. Gull í einkultstarti, bronsu í lið
kappingini í einkultstarti, og bronsu í
landavegssúkklingini.
Enn eitt gull í bogaskjóting
Bogaskjúttarnir, sum mánadagin
vunnu gull í liðkappingini í com
pound, fingu aftur mikudagin nakað
at gleðast yvir. Jógvan Niclasen vann
nevniliga gull í head to head kapping
ini í compound, har hann eisini var
seedaður sum nummar eitt undan
kappingini. Jógvan møtti í finaluni
Michael Lerberg av Gotlandi, har
Jógvan vann við 14 stigum fleiri enn
mótstøðumaðurin.
Gull til Marius
Marius F. Joensen kom týsdagin í
finaluna í skeet skjóting, har hann
møtti Lennert Åkerblom av Álandi.
Marius vann í finaluni móti vin
manninum, Lennart Åkerblom,
sum er giftur við føroysku Rannvu
Åkerblom.
oyggjaleikir Eftir fyrstu fýra dagarnar á oyggja
leikunum, liggja Føroyar á einum samanlagdum triðja
plássið í heiðursmerkjakappingini. Serliga er tað svimjingin
sum munar væl í samlaða heiðursmerkjatalinum, har
tað serliga er ein ung og evnarík genta úr Suðuroynni,
ið hevur sligið sítt navn fast á oyggjaleikunum
Føroyar
á triðja
plássið
Mynd: André Olsen