fríggjadagur 3. juli 2015síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. juli 2015
sosialurin 75
29
Merkisvert er, at Lennert og
Rannvá eiga ein son saman, sum tey
hava uppkallað eftir Marius.
Marius segði tó í samrøðu við Hera
Simonsen týsdagin, at hóast hann og
Lennart eru góðir vinmenn til dagligt,
so fingu teir ikki verið vinir til final
una í skeet skjóting. Tá ræddi tað
um at vinna, og tí fegnaðist Marius
F. Joensen eisini um sigurin og um
gull heiðursmerki.
Marna kom sterkt aftur
Marna Egholm, sum sunnudagin
small um í hálvum marathon, kom
mikukvøldið sterkt aftur. Marna rann
seint mikukvøldið 10.000 metrar, og
tað gekk væl hjá Marnu. Marna kom
næst á mál og vann silvur. Marna
segði eftir kappingina, at talan var
um eina uppreisn í mun til sunnu
dagin, har hon small um tá hon rann
hálvt marathon. Hon segði tó at
hon ikki var von við at renna 10.000
metrar á einari rennibreyt, og at tein
urin í hálvum marathon meira var ein
teinur til hennara.
Í frælsum ítrótti vóru vit eisini í
fleiri øðrum finalum.
Týskvøldið vann 19 ára gamli
Hallur Simonsen silvur í klingru
kastið. Hallur Simonsen kastaði
klingruna 44,89 metrar, sum eisini
var persónligt met fyri Hallur.
Eftir kappingina týskvøldið segði
Hallur, at hann var væl nøgdur við
avrikið hjá sær sjálvum, har hann ser
liga fegnaðist um at kastið týskvøldið,
var tað longsta, ið hann nakrantíð
hevði kastað.
Í spjótkasti vóru vit eisini nær við
at fáa heiðursmerki. Hanus Bergsson,
endaði á fjórða plássið, men var bert
ein metur frá at fáa bronsu heiðurs
merki. Hanus Bergsson iðraðist
eftir kappingina, at tað ikki bleiv til
heiðursmerki, tí at hann fór eftir
at vinna kappingina. Fjórða plássið
hevur tó givið Hanus Bergsson blóð
á tánna við venjing til framtíðar av
bjóðingar innan spjótkast.
Eisini í longdarlopi, høvdu vit ein
finalist. Tað var Tórur Mortensen,
sum endaði á einum sjeynda plássið.
Niclas knógvaði Benjamin
Í kappingini í einmansleiki hjá monn
um, hittust teir báðir føroyingarnir,
Niclas H. Eysturoy og Benjamin
Gunnarstein í hálvfinaluni miku
dagin. Teir spældu ein javnan og
spennandi dyst, sum tó endaði við
einum sigri til Niclas H. Eysturoy.
Niclas skal fríggjadagin spæla
finalu móti Mark Constable frá
Jersey.
Føroyingar áttu eisini luttøku í
hálvfinaluni í tvímansleikinum hjá
kvinnum, har tær báðar systrarnar,
Rannvá og Brynhild Djurhuus
Carlsson spældu. Hóast Rannvá og
Brynhild Djurhuus Carlsson vóru
seedaðar eitt hægri enn mótstøðu
leikararnir frá Gotlandi undan kapp
ingini, so vóru tað tó kvinnurnar úr
Gotlandi sum drógu longra stráðið
í hálvfinaluni mikudagin. Rannvá
Djurhuus Carlsson skal tó spæla
finalu í einmansleiki fríggjadagin, har
hon skal spæla móti Cristen Marrit
frá Jersey.
Menninir vunnu
seinasta dystin
Føroyar hevur til oyggjaleikirnar
í ár havt umboð til strandflogbólt
hjá monnum og kvinnum. Talan er
um nýggja ítróttargrein, sum fyri
fyrstu ferð hevði føroyska umboðan
á oyggjaleikum til oyggjaleikirnar á
Bermuda í 2013.
Sum heild er torført at samanbera
strandflogbólt við vanligan flogbólt
í eini høll, tí tungi sandurin ger tað
torført hjá leikarunum at flyta seg.
Serliga fyri teir føroysku leikararnir,
ið ikki hava umstøður til at spæla
strandflogbólt heima hjá okkum, er
talan um fremmandar umstøður.
Tó so, so vunnu okkara menn sein
asta dystin í strandflogbólti miku
kvøldið. Jóhan Petur á Stongum og
Ólavur Jensen vunnu nevniliga 2-0
móti Isle of Man. Teir taptu tó allar
hinar dystirnar í bólkinum.
Kvinnurnar, Randi og Anna
Larsen, taptu eisini allar sínar dystir.
Heitasti dagur í níggju ár
Hesar seinastu dagarnar sum oyggja
leikirnir hava verið á Jersey, hevur
veðrið spælt við vertslandinum.
Hitabylgja hevur herja Jersey,
har hitin alla tíðina hevur ligið langt
omanfyri 20 stig. Hitamátarin týs
dagin vísti enntá 32 hitastig, sum er
tað heitasta tað hevur verið á Jersey
síðani 2006.
Myndir: sigmar mørkøre