fríggjadagur 3. juli 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. juli 2015
sosialurin 75
30
Neli Heldarskarð
F
yri einum ári síðani leikti
B36 á heimavølli ímóti
norðurírska Linfield í
undankappingardysti til
Europa League. Talan var um ein
javnan dyst, sum tó koppaði til
fyrimuns fyri bretarnar, ið vunnu 1-2
við máli, ið varð skorað í 85. minutti.
Tíverri fyri B36 og føroyskan fótbólt
endurtók søgan seg í gjár.
Tí at í gjár var tað eisini eitt bretskt
lið, The New Saints úr Wales, ið gjørdi
Linfield bragdið eftir og vann 1-2 við
einum máli, sum bleiv skorað sera
seint í dystinum. B36 má iðra seg
um, at enn einaferð tykist ein góður
møguleiki at leika seg víðari í evro
peiskum fótbólti at vera spiltur.
Lívlig byrjan
The New Saints, ella bara TNS, setti
seg á dystin frá dystarbyrjan og var
eisini nær við at koma til onkran
heilt stóran kjans. Kortini var tað
føroyska árstalsfelagið, ið legði seg
framum longu eftir fimm minuttir,
tá ið bólturin eftir innlegg úr høgru
endaði fyri fótunum á Hans Paula
Samuelsen, ið ísakalt plaseraði bóltin
í málið. Ein sonn dreymabyrjan fyri
heimaliðið, men gleðin var stokkut.
Eyðsæð var, at TNS dámdi best at
spæla eyðkenda »Kick n’ Rush«-fót
bóltin, ið eyðkendi bretska fótbóltin,
áðrenn alheimsgerðin førdi til, at
nógvar útlendskar stjørnur settu
høvuðsdagsskránna í Premier
League. Hjá TNS eru nógv teir flestu
leikararnir tó bretskir, og tí lá væl fyri
hjá teimum at skjóta langar bóltar
niðan á og aftur um B36-verjuna.
Tað var eisini ein slíkur langur
bóltur, ið førdi við sær, at tveir
minuttir aftaná málið hjá B36 lá
bólturin í teirra egna máli. TNS
sendi langan bólt av miðum vølli
oman í høgru síðu, har bólturin varð
sendur innfyri. Ongin B36-leikari var
nóg avgjørdur at rudda burtur, og so
kundi Scott Quigley skora eitt av sín
um lættastu málum í yrkisleið hans
ara, tá ið hann ein metur burtur frá
málinum kundi stýra bóltin í netið.
Ein góð og lívlig byrjan fyri áskoð
ararnar, men B36 hevði verið betri
statt við 0-0, tí at í evropeiskum fót
bólti hava útivallarmálini sum kunn
ugt eyka stóran týdning.
Fjálturstungið B36-lið
Áðrenn dystin hevði Eyðun Klakstein,
B36-venjari, sagt í samrøðu við
heimasíðuna hjá felagnum, at leik
ararnir máttu tora at spæla og ikki
tyngjast av, at talan var um ein
undankappingardyst til Champions
League. Júst hetta tyktist tó annars
at vera ein trupulleiki í fyrra hálvleiki,
har B36-liðið onkursvegna tyktiskt
fjálturstungið. Fleiri løgnar og skeivar
sendingar blivu gjørdar á egnari
hálvu, og í fyrra hálvleiki hendi tað
seg ov ofta, at walisiska mótstøðuliðið
fekk ov nógv pláss at spæla á. B36-
liðið tyktist snøgt sagt ikki at vera
tað sama, ið er farið í summarsteðg í
Fótbóltur B36 tapti fyrra dystin ímóti The
New Saints. Munurin var lítil, men søgan var
tann sama sum tann, tá ið B36 leikti evropeiskan
fótbólt á Tórsvølli fyri einum ári síðani
Søgan
endurtók
seg
Alex er við aftur Alex Mellemgaard, ið var fastur fúsur á meistaraliðnum hjá B36 í fjør,
hevur næstan ikki spælt fótbólt í ár vegna drúgvan skaða. Seinastu vikurnar hevur Alex tó
fingið tveir dystir í beinini á næstbesta liðnum hjá B36, og mikukvøldið var hann aftur at síggja
á besta liði felagsins, tá ið hann bleiv skiftur inn 10 minuttir fyri dystarlok.
ítróttur
Champions League
Tað var sera vátt á Tórsvølli, tá B36 tók ímóti walisisku
meistarunum í Champions League kappingini
Hans Pauli Samuelsen
legði heimaliðið á odda
longu í 7. minutti