Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-03, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juli 2015síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 3. juli 2015 sosialurin 75 31 Tórður Thomsen 3 Fekk ikki gjørt nakað við málini, ið B36 lat ígjøgnum. Tó hevði hann ov nógv óneyv útspørk, og onkra ferðina boksaði hann bóltin burtur, tá ið hann kundi tikið hann til sín. Hevði tó eina sera týdningarmikla og góða bjarging tíðliga í seinna hálvleiki, sum lyftir hann upp á eitt miðal avrik. Høgni Eysturoy 2 Hendi seg dekan ov ofta, at spælt varð innum hann, og at mótstøðumenninir komu ígjøgnum í hansara síðu. Tað var eisini hansara maður, sum stóð leysur, tá ið útiliðið skoraði í yvirtíðini. Andrias Eriksen 3 Byrjaði ikki væl, men spældi seg væl upp sum fyrri hálvleikur fráleið. Í seinna hálvleiki var talan um eina blanding av góðum og minni hepnum gerðum, men samanumtikið eitt fínt avrik av U21-landsliðsleikaranum. Oddmar Færø 4 Var ein sannur brandur í miðverjuni hjá B36. Sum heild tekur hann nógvar kjansir í sínum spæli, men tað eydnast honum sum oftast at koma væl burturúr støðunum, tí at hann er so krúthamrandi sterkur og skjótur. Telur tó niður, at hann átti sín lut í fyrra málinum hjá TNS, tá ið hann ikki fekk ruddað bóltin burtur. Benjamin Heinesen 3 Vinstri bakkurin gjørdi ikki nógvar skreytir um seg frameftir, men defensiva avrikið var góðkent. Hevði trupulleikar av Adrian Cieslewicz í byrjanini av seinna hálvleiki, men spældi seg væl upp eftir eina trupla løtu. Eli F. Nielsen 3 Um bara fyrri hálvleikur taldi við hevði støðumetið verið 2, men í seinna hálvleiki eydnaðist tað honum betri at bróta álopsspælið hjá walisunum og vinna nærdystir. Róaldur Jacobsen 3 Var ikki á sínum vanliga støði í fyrra hálvleiki, men batnaði í seinna hálvleiki, har sendingarnar hjá honum blivu sendar frameftir og blivu meira vandamiklar av tí sama. Hevði millum annað eina góða sending til Lukasz, ið førdi til ein sera stóran málmøguleika. Jákup á Borg 3 Serliga í fyrra hálvleiki var hann noyddur at verja nógv meiri enn vanligt, og tí sást ikki so nógv til hann frameftir. Átti tó lut í málinum hjá B36, tá ið hann sendi innfyri við góðum uttarusíðuskoti. Hans Pauli Samuelsen 3 Var ísakaldur og gagnnýtti møguleikan, tá ið hann skoraði, men annars var leikliga avrikið hjá honum ikki nógv at reypa av. Í fyrra hálvleiki misti hann fleiri bóltar á egnari hálvu, og tað hevði kunnað kostað dýrari, enn tað gjørdi. Í størri mun var seinni hálvleikur hjá honum góðtikin, hóast hann brendi ein sera stóran málmøguleika. Lukasz Cieslewicz 3 The New Saints tyktist at vera sera væl fyrireikað upp á treytaleysu stjørnuna hjá B36. Í fyrra hálvleiki varð hann pakkaður inn og ikki sást nógv til hann, men í seinna hálvleiki tók hann meira dik á seg og hevði nakrar fínar túrar við bóltinum. Bleiv tó ongantíð avgerandi á sama hátt, sum hann bleiv ímóti KÍ fyri skjótt tveimum vikum síðani. Hanus Thorleifsson 2 Var enn einaferð álopsvikarur. Tað er ikki hansara pláss, og um dømast skal eftir, hvat kravt verður av fremsta manni, so var avrikið til 2, tí at har kom ov lítið burturúr. Gestur B. Dam 3 Kom inn aftaná góðan tíma. Spældi í álopinum og seinni á miðuni. Tordi at biða um og hava bóltin, og eisini hevði hann onkra fiksa vending. Eitt góðkent avrik av einum manni, sum ikki er áleypari. Alex Mellemgaard og Pætur Petersen Ov stutt inni til at fáa eina meting Leikarametingar 1 til 6 Effo­deildini sum oddalið. Hetta førdi til onkrar góðar møguleikar til TNS, men hálvleiksstøðan var kortini 1-1. Eitt betri B36 Í seinna hálvleiki var avrikið hjá B36 tó betri. Dysturin var javnur, men B36 megnaði at spæla seg til væl fleiri møguleikar í hesum hálvleikinum. Mill­um annað var Hans Pauli Samuelsen púra fríur ta einu ferðina, og sami Hans Pauli hevði eisini eitt gott fríspark, ið fór stutt uppum málið hjá TNS. Møguleikarnir vóru har at vinna sær fyrimunin til seinna dystin í Wales komandi týsdag, men ístaðin kom mál í hinum endanum. TNS hevði eisini nakrar hálvgum vandamiklar støður í seinna hálvleiki. Millum annað tíðliga í hálvleikinum, tá ið Tórður Thomsen stórbjargaði eftir frían kjans til walisararnar, og eisini vóru kropsliga sterku mót­ støðu­menninir nær við eftir onkran deyðbólt. Tað var tó ikki fyrr enn í seinasta minutti av vanligu leiktíðini, at TNS avgjørdi dystin, og so var Linfield-søgan endurtikin. Tórsvøllur er ikki heimavøllur Sum vanligt er hjá føroyskum fót­ bólts­feløgum, so mugu antin Tórs­ vøllur ella Svangaskarð takast í nýtslu til evropeiskar dystir, tí at van­ligu heimavallirnir hjá feløgunum ikki lúka altjóða krøvunum, ið UEFA ásetur. Tað er tó alt annað enn ideelt hjá føroysku feløgunum at spæla evro­peiskar heimadystir á øðrum vølli enn vanliga heimavøllinum, og tað sást aftur á avrikinum hjá B36 á Tórsvølli í gjár. Vøllurin á Tórsvølli er væl størri enn vanligi, føroyski vøll­urin, og tað tyktist at darva B36 á tann hátt, at frástøðan ímillum leik­ ararnar ofta gjørdist ov stór, og tí var ofta ringt hjá liðnum at umstilla seg skjótt frá verju til álop og umvent. Tað skal ikki vera nøkur beinleiðis umbering fyri tapið hjá B36, men tað er væl møguligt, at B36 hevði avrikað betri á vanliga heimavøllinum á ovara vølli í Gundadali. Fyri fáum árum síðani var ovari vøllur góðkendur til evropeiskar dystir, men nú er graslíkið somikið niðurslitið, at vøllurin hevur mist sína góðkenning. Vónandi verður graslíkið skift sum skjótast, tí at um tað ber til, so skulu B36 og HB sjálvandi spæla evro­peiskar heimadystir á teirra vanliga heimstaði, so at møguleikin fyri víðari luttøku gerst so stórur sum gjør­ligt. Heimavallarfyrimunurin hjá føroyskum liðum verður viknaður, tá ið føroyska liðið má spæla heimadyst á hálvgum uttanveltaðum vølli. Tað verður trupult At tapa 1-2 á heimavølli setur B36 í eina sera keðiliga støðu, tí at nú skal liðið fram at skora heili tvey mál í seinna dystinum. Tað er sjálvandi ikki ómøguligt, tí at walisiska liðið var ikki neyðturrviliga betri mikukvøldið, men seinni dysturin verður spældur á einum grasvølli, og tað er ein sjálv­ sagdur fyrimunur fyri TNS. Ein ann­ar trupulleiki er, at B36 manglar ein framherja í kjalarvørinum av, at Ibrahima Camara tykist liðugur í felagnum. Hanus Thorleifsson er ein góður leikari, men áleypari er og verður hann ikki, og tí verður tað eis­ini ein knútur at loysa at blíva vanda­miklari frammanfyri málinum í seinna dystinum í komandi viku. Nógv liggur á herðunum á Lukasz Cieslewicz, sum kann avgera dystir einsa­mallur, men fyrra slagið bleiv tapt ímóti yngra beiggja sínum. Upp til dystin bleiv nógv gjørt burturúr slag­num ímillum Cieslewica-brøður­ nar, men hvørgin teirra megnaði at seta ein avgerandi dám á dystin. Tað er ikki ógjørligt hjá B36 at spæla seg víðari ímóti hesum walisiska liðnum – men seina leiðslu­ málið ger tað ómetaliga trupult. neli@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Nýggja takið á eystursíðuni fær plussið. Í løtum var satt glopraregn á Tórsvølli, men áskoðaraupplivingin bleiv ikki darvað av hesum vegna nýggja takið. Tað er hóast alt stuttligari at sita turrur og fjálgur til fótbóltsdyst ístaðin fyri at blíva dýggjvátur. Úrslitið. Tað er altíð ómetaliga svárt at lata mál inn og tapa so seint í dystinum, og nú er útgangsstøðið hjá B36 nógv verri, enn tað kundi verið.