fríggjadagur 3. juli 2015síða 32
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. juli 2015
sosialurin 75
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
32
Týskarar vitja
í Føroyum
Danial Viðoy
Hvat ætlaði tú at blíva, tá tú bleivst vaksin?
- Fótbóltsspælari til eg bleiv 35 ár og síðani skipari
fyri rest.
Hvat burdi hitt kynið vitað um títt kyn?
- At menn kunnu finn aupp á at lata luft á lutfalsliga
almennum stað, óansæð fólk og fæ.
Hvat burdu børn vitað um tað at verða vaksin?
- At tað rætt og slætt snýr seg um at duga ta brúka ella
ikki brúka pengar.
Hvat var seinasti dreymurin, tú gjørdi til veruleika?
- Eg fekk eitt ja frá damuni, sum verður kona mín innan
heilt stutta tíð.
Enda setningin: Um eg tordi, so hevði eg…
… runnið nakin runt í Havnini og enda á kontórinum hjá
Heðini Mortensen, borgarstjóri, og sagt við hann, at eg
orki ikki fyri vinstravendum brúkspolitikki.
Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað?
- Nøgd menniskju.
Nær vart tú seinast veruliga ovfarin?
- Tann 1. juni, tá ið mín danski læraraskúlaflokkur tók
meg á bóli og hevði polterabend fyri mær.
Tað seinasta, tú hevur lært, er at:
- Um tú stríðir nóg nógv fyri tí, tú ætlar tær, so klárar tú
tað fyrr ella seinni.
Tann støðuga ringa samvitskan snýr
seg um, at eg:
- Ikki havi lagt øll tíðindaskrivini
út á nordlysid.fo
Enda setningin: Føroyingar burdu…
… verið meira glaðir fyri seg sjálvar og torað betur at
selt seg sjálvar. Eingin ger tað fyri teg!
Neli Heldarskarð
Appelklaus og Angelika vóru partur av einum týskum
ferðalagi, ið vitjaði í Føroyum frá sunnudegnum til
mikudagin. Appelklaus og Angelika eru búsitandi í
sunnara partinum av Týsklandi í býnum Bavaria, sum
er nær við Múnchen.
– Vit koyra til Íslands við okkara kampingvogni.
Føroyar er ein steðgur á leiðini, áðrenn vit fara víðari til
Íslands í kvøld við Norrønu, siga hjúnini bæði, tá ið tey
blivu spurd um, hvussu tey eru endað í Føroyum.
Hetta er fyrstu ferð, at tey bæði eru komin til Føroya.
Á ferðini hava tey millum annað verið túr við báti og
upplivað føroysku náttúruna frá sjónum av. At uppliva
náttúruna er eisini sum oftast høvuðsendamálið hjá
teimum ferðandi, ið vitja okkara land av berum áhuga.
Samanumtikið vóru tey væl nøgd við teirra ferð í
Føroyum, men tó hevði Appelklaus eina viðmerking
um føroyska veðurlagið, ið ikki altíð er tað mest
summarsliga:
– At vitja Føroyar hevur verið ein jalig uppliving,
men veðrið hevur ikki verið ein jalig uppliving. Men vit
vistu av hesum frammanundan, so vit eru ikki bilsin
av tí á nakran hátt, segði Appelklaus at enda við einum
brosi.
Nógv útlendsk ferðafólk eru í Føroyum í hesum døgum.
Mikudagin hitti Sosialurin týsku hjúnini Appelklaus og
Angelika uttanfyri kunningarstovuna í miðbýnum
Yrki: Læraralesandi og fríyrkisjournalist fyri Norðlýsið
Bústaður: Keypmannahavn (Viðareiði næstu fimm mánaðirnar)