Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-21, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. juli 2004síða 34

‹ fyrra síða allar 59 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

66 Ólavsøkan 2004 Ólavsøkan 2004 67 HTH Køkar PDf 3/90 MATSTOVA Ingrid Bjarnstein ingrid@sosialurin.fo »When the moon hits your eye like a big pizza pie. That´s amore...« Væl- kendu orðini í sanginum hjá Dean Martin glíða spakuliga út gjøgnum hátalararnar. Lágt er til loftið, og mestsum mitt í øllum meldrinum sær ein beint niðan í køkin, har kokkurin er í holt við at fyrireika eina máltíð. Ljós- ini eru dempað, og málningar hjá heimskendum italienskum málarum prýða veggirnar. – Eg havi innrættað matstovuna soleiðis, at hon líkist teimum lítlu mat- stovunum, sum ein millum annað kann finna uppi í fjøllunum nær við Siena í Toscana, sigur Mohsen Dar- vishi, sum eigur og rekur matstovuna Toscana, sum er uppkallað eftir eini región í Norðuritalia. Hann hevur sjálvur búð í Italia í fleiri ár, har hann hevur starvast á itali- enskum matstovum. Mohsen hevur sjálvur rikið eina italienska matstovu í Bjerringbro, áðrenn hann flutti til Føroya. Familjuuppskrift Mohsen Darvishi er sjálvur kokkur. Matarskráin er fyri tað mesta italiensk við nógvum serrættum. – Her eru nógvir kjøt- og fiskarættir eins og í øðrum matstovum, men teir verða tilgjørdir á ein annan hátt enn aðrastaðni, greiðir Mohsen frá. Matarkortið er ein gomul familju- uppskrift frá eini matstovu, sum Mohsen arbeiddi á í Italia. Á vínkortinum er bara italskt vín, sum Mohsen sjálvur innflytur til Før- oya úr Italia. Hann fær sendandi smakkiroyndir av víni, og um honum dámar tað, og tað hóskar seg til matin, so bíleggur hann eina sending. – Eg vil heldur bíleggja sjálvur og vera vísur í, hvat eg fái enn at keypa okkurt uppi í Rúsdrekkasøluni, sigur hann. Umframt italskan mat og vín eru eisini aðrir italskir serrættir at fáa í Toscana. Nevnast kunnu millum annað italski snapsurin Grappa og eyðkenda dessertin Tiramisú (hála meg upp). Fleirfaldað rusk á ólavsøku RUDDING Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Havnargøtur eru ikki tespiligar eftir ólavsøku. Ballónir, íløt, brotnar fløskur og rusk yvir- høvur liggur og flýtur eftir veg- um og gøtum. Men hvønn morgun er alt ruddað vekk aftur. Ein vanligan gerandisdag er talan um 0,5 rúmmetrar, sum ruskmenninir savnað saman av havnargøtum. Farið verður í gongd klokkan sjey á morgni og hildið verður áfram sjey-átta tímar. Ólavsøkan toppar Sambært Jørmundi Olsen, næstformanni í Reinhaldinum, veksur ruskmongdin nógv á ólavsøku. – Um vikuskiftini kunnu vit koma upp á eini tveir rúm- metrar, men á ólavsøku savna vit saman 20 rúmmetrar eftir einum degi, sigur Jørmund Olsen. Óli P í Smiðjuni á ólavsøku Eins og undanfarnu árini verða tekningarnar hjá Óla P í Sosial- inum aftur at síggja í Smiðjuni í Lítluvík á ólavsøku. Opið er frá týsdegi 27. juli til sunnukvøld 1. august, allar dagar frá klokk- an 14 til 20, tó 27. juli frá klokk- an 15. Friðarbogin í Grasagarði Ólavsøkuaftan skipar Friðar- bogin fyri tiltøkum í Grasagarði. Har verða konsert og café. Tiltakið byrjar klokkan 18. Útisjónleikur byrjar á Busatanga Í sambandi við ólavsøkuna er eins og undanfarin ár settur ein útisjónleikur uppá beinini. Byrj- að verður á Busatanga, og hildið verður fram ígjøgnum býin: Vaglið, Steinatún, Trónd- argøta, Bøgøta, Skálatrøð og Vágsbotnur – Liðugt verður umleið klokkan 16.30. Alt frá Grappa til Tiramisù Í matstovuni Toscana í Havn er ein veruligur italskur dámur. Italski køkurin verður settur í hásætið mitt í miðbýnum – Her eru nógvir kjøt- og fiskarættir eins og í øðrum matstovum, men teir verða tilgjørdir á ein annan hátt enn aðrastaðni, greiðir Mohsen Darvishi frá. Matarkortið er ein gomul familjuuppskrift Mynd: Jens Kr. Vang Lágt er til loftið, og mestsum mitt í øllum meldrinum sær ein beint niðan í køkin, har kokkurin er í holt við at fyrireika eina máltíð. Toscana er nýggjasta skotið á stammuni í matstovuheiminum í høvuðsstaðnum Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 67 66