Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-21, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. juli 2004síða 33

‹ fyrra síða allar 59 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

64 Ólavsøkan 2004 Ólavsøkan 2004 65 STEYPAFINALAN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Eitt av ítróttarligu hæddarpunktunum á tjóðarhátíð okkara, ólavsøkuni, er uttan iva steypafinalan í fótbólti. Leikt verður á Tórsvølli, og havandi í huga, at tað eru tvey av størru feløgunum í landinum, NSÍ og HB, sum skulu dystast um steypið, er væntandi, at áskoðarafjøldin verður stór, um veðrið er til tað. Tá ið somu lið leiktu steypafinaluna í fyrraárið, var áskoð- aratalið oman fyri tey 4000. Endurtøka av finaluni í 2002 Júst NSÍ og HB hittust sum sagt eisini í steypafinaluni fyri tveimum árum síðani, í 2002, og tá endaðu runavík- ingar omaná. Úrslitið av tí dystinum gjørdist 2-1 til NSÍ, eftir at HB hevði verið á odda 1-0 í hálvleikinum. Av- gerandi málið í dystinum skoraði Brynjólvur Nielsen hjá NSÍ upp á brotsspark bert átta minuttir fyri leik- lok. Verður hugt at, hvørjir leikarar um- boðaðu feløgini í finaluni fyri tveimum árum síðani, sæst at serliga hjá HB hevur útskiftingin verið rættuliga stór. Bert fimm av teimum trettan leikarun- um, sum vóru á vøllinum fyri HB tá, umframt tveir eykamenn, ið ikki komu á vøllin, eru framvegis í leikarahópin- um hjá havnarfelagnum. Teir fimm leikararnir eru Rúni Nolsøe, Hallur Danielsen, Rógvi Jacobsen, Bárður Johannesen og Hans á Lag. Vert er at leggja til merkis, at bæði Bárður og Hans hava verið skaddir leingi, og teir verða neyvan at síggja í finaluni í ár. Teir báðir Janus Joensen og Pól Næss Joensen vóru millum eykamenninar í finaluni í 2002, sum ikki komu á vøllin, men sannlíkt er, at í hvussu so er Janus verður at síggja í ársins útgávu av steypafinaluni. Hjá runavíkingum hevur útskiftingin ikki verið eins stór. Sjey av teimum ellivu, ið byrjaðu á vøllinum í finaluni í 2002, eru framvegis í hópinum hjá NSÍ, og harafturat var Óli Hansen, sum óivað verður á vøllinum í ár, leik- bannaður til dystin fyri tveimum árum síðani. Í ár er tað so ein annar av leik- arunum hjá NSÍ, Sjúrður Jacobsen, sum ikki fær spælt steypafinaluna, tí at hann fekk leikbann í tveir dagar fyri eina útvísing herfyri ímóti júst HB. Teir sjey leikararnir hjá NSÍ, sum vóru við í finaluni fyri tveimum árum síð- ani, og sum framvegis eru í hópinum, eru Jens Martin Knudsen, Brynjólvur Nielsen, Sjúrður Jacobsen, Gert Lang- gaard, Helgi L. Petersen, Jónstein Petersen og Ian Højgaard, Harafturat bleiv Eddie Mikkelsen innskiftur í finaluni í fyrraárið, og hann er eisini í hópinum hjá runavíkingum í ár. Tvey álopssinnað lið Tað er eingin loyna, at bæði NSÍ og HB eru tvey av mest álopssinnnaðu liðunum í landinum, og at dystirnir millum júst hesi bæði lið eru ofta rættuliga undirhaldandi og spennandi. Tískil skuldi verið lagt upp til, at áskoðararnir til dystin á ólavsøku kunnu vænta sær undirhald fyri peng- arnar. Seinast hesi bæði liðini hittust var 30. juni í Havn, tá ið lagt var upp til oddabrak, tí vinnandi liðið fór í summarfrí sum nummar eitt í lands- kappingini. Tann dystin vann HB 1-0, men tað, sum fólk óivað fara at minn- ast best frá tí dystinum, er, at ikki færri enn tríggir leikarar vóru riknir av vølli. Tveir hjá heimaliðnum HB og ein úr NSÍ. Hóast HB er omaná í landskapp- ingini í ár, so tykist tað ikki merkja tað sama sum, at havnarmenninir eru favorittar undan steypafinaluni. Royndirnar seinnu árini hava víst, at HB og NSÍ eru tvey rættuliga jøvn lið, og tað er ógvuliga sjáldan, at stórur munur er á, tá ið hesi bæði liðini hitt- ast. Eisini er vert at hava í huga, at runavíkingar vunnu finaluna fyri tveimum árum síðani, og tí kanska hava eina lítla sálarliga yvirvág. HB vann seinast steypafinaluna í 1998, tá ið liðið undir leiðslu av Ion Geolgau vann 2-0 á KÍ á ovara vølli í Gundadali. Havnarliðið var eisini við í fyrstu steypafinaluni, sum leikt var á Tórs- vølli. Tað var fyri fýra árum síðani í ár 2000, tá ið havnarmenninir taptu 0-1 fyri GÍ. Málskjútti hjá GÍ í tí dystinum var eingin annar enn Óli Hansen, sum í dag leikar við júst NSÍ. Bæði hava dystarvenjing á grasi Sum áðurnevnt verður finalan eins og undanfarin ár leikt á grasinum á Tórsvølli, men hetta skuldi ikki verið nakar vansi hjá nøkrum av liðunum báðum, tí bæði hava tey dystarvenjing á grasi. NSÍ leikti í farna mánaða tveir InterToto-dystir ímóti donsku bronsu- vinnarunum úr Esbjerg, og harafturat fara runavíkingarnir nakrar dagar und- an finaluni á venjingarlegu í Hvalba, har vant verður á grasi. Havnarmenninir hava eins og runa- víkingar dystarvenjing frá altjóða dystum á grasi, áðrenn finalan verður leikt. HB hevur í juli mánaða leikt tveir Champions League undandystir ímóti georgiska liðnum FC Wit, og haraftur- at leiktu føroyameistararnir eisini ein venjingardyst ímóti donsku meistar- unum úr FC Keypmannahavn á Tórs- vølli tann 7. juli, sum FCK vann 4-1. Harafturat hava bæði liðini leikarar, sum hava nógvar royndir á grasi í sambandi við dystir á bæði A-lands- liðnum og ungdómslandsliðnum. Eitt nú eru Jens Martin Knudsen, Jákup á Borg og Rógvi Jacobsen fastir fúsir á landsliðnum, og leikandi venjarin hjá HB, Heine Fernandez, er eisini upp- vaksin við at spæla á grasi. Finalan í kappingini um Løgmans- steypið verður leikt á Tórsvølli Ólav- søkudag, og dómari í dystinum verður ein av okkara mest royndu dómarum, nevnliga Suni Johansen úr Sandavági. Eingin favorittur Alt er púra opið undan steypafinaluni á ólavsøku millum tvey av stinnastu liðunum í føroyskum fótbólti seinnu árini, NSÍ og HB, sum eisini hittust í finaluni fyri tveimum árum síðani. HB og NSÍ hittast á Tórsvølli til finaluna um Løgmanssteypið í ár Savnsmynd C M Y K 65 64