Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-21, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. juli 2004síða 32

‹ fyrra síða allar 59 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Ólavsøkan 2004 63 63 62 Ólavsøkan 2004 ÓLAVSØKUPRÁT Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo – Ólavsøka er ein samanseting av fleiri sløgum av veitslu, hátíð ella hvat tað skal vera. Hesi høvdu øll væl kunnað verið til hvør sær, men er tað alt í dag savnað saman rundan um ólavsøk- una. Tí er hon ein fólksins veitsla, sig- ur Eyðun Andreassen. Hann vísir á, at hon er ein politisk hátíð, við tað at tingið verður sett, nevndirnar verða mannaðar av nýggj- um og skrúðgongan er ólavsøkudag. So er hon eisini frá gamlari tíð ein átrúnaðarlig hátíð. Havnar kirkja er altíð full ólavsøkudag, tí mong vilja fegin til gudstænastuna. Og nógv úti- møti eru um ólavsøkuna. Harumframt er ólavsøka ein stór ítróttarstevna, har ítróttarfólk hittast til alskyns kappingar. Og onki er sum kappróðurin á ólavsøku, sum savnar so nógv flestu áskoðararnar. Alt hetta saman er eitt slag av sið- bundnum tiltøkum, sum eru á skránni á hvørjum ári, og sum fólk vilja til, tá ólavsøka er. Sjálvandi eru mong onn- ur tiltøk á skránni, sum ikk eru nevnd her. Men tey eisini skoyta sítt uppí fólksins veitslu. Troytta fólk Hóast hon er fólksins hátíð, heldur Eyðun Andreassen, at tey, ið fyrireika ólavsøkuna, væl kundu sett seg niður og roynt at funnið upp á onnur tiltøk. Við íblástri frá eitt nú útlondunum. – Tá alt er tað sama á hvørjum ári, so kann tað verða so skjótt, at fólkið troyttast, sigur hann. Men samstundi leggur hann dent á, at ólavsøkan er staðið, har tú hittir fólk, tú kanska ikki hevur sæð í áravís, og tað í sjálvum sær kann vera nóg mikið til at savna nógv fólk. Ei heldur nýtist ólavsøkuni at vera tann stóri lummatjóvurin. – Tær nýtist ikki at brúka so nógvar pengar upp á hesa hátíðina. Tað er ikki upp á sama máta, sum til dømis við jólunum, sum jú fara avstað við heilt nógvum pengum hjá flestu fólk- um, sigur Eyðun Andreassen. Føroyski búnin móti Eitt, sum uttan iva setur sítt størsta merki á ólavsøkuna, er føroyski búnin. So at siga hvørt mansbarn, sum eigur ein búna, fer í hann á ólavsøku. Tað er altíð ein vøkur og hugtakandi sjón at síggja fólk í føroyskum búna. Men tað er ikki so langt síðani, at fólk næstan ikki vóru í sínum búna. Tað er ein tann størsta broytingin, sum er farin fram seinnu árini, sam- bært Eyðuni. Hann heldur tað er stutt- ligt at síggja, hvussu mong eiga før- oyskan búna í dag. – Føroyski búnin er eisini praktisk- ur. Tí eigur tú onki annað stás at fara í, kanst tú altíð fara í hann, sigur Eyðun og leggur afturat, at á ólavsøku pynta fólk seg jú nógv. Tjóðbúnin broytist í grundini ikki so nógv. Men litirnir og silvurið og so framvegis er nógv meiri fjølbroytt í dag enn fyrr. Tað heldur Eyðun ikki ger nakað. – Tjóðbúnin er eisini undir mótarák- inum, og í dag vísir tað seg at vera »in« at eiga føroyskan búna. Sam- stundis sum tað er eitt "statussym- bol", sigur professarin. Ikki politiskur Eyðun Andreassen heldur ikki, at tað er nakað politiskt yvir føroyska bún- anum. Her meinar hann við, at tað veldst ikki um, hvønn flokk ein hoyrir til, um ein fer í búnan ella ikki. – Øll, sum eiga ein og hava hug til tað, fara í føroyska búnan. Soleiðis er tað bara, sigur hann og heldur fram, at tað er ein stoltleiki í tí. Sum dømi nevnir hann bólkar av ymsum slagi, sum fara út um land- oddarnar at framføra ella tílíkt. Hesi hava ofta føroyska búnan við, og tá verður hann so sanniliga eisini borin við stoltleika. Hæddarpunkt Eyðun Andreassen er ikki í iva um, at ólavsøkan er hæddarpunktið á sumr- inum. Samstundis er hon eisini ein finala fyri fleiri kappingar og upp á ein máta finalan á føroyska sumrinum. Tí tá tað er komið út um ólavsøkuna, er byrjað at myrkja nógv fyrr um kvøld- arnar. Hetta millum annað ger hana til tað serstaka, sum hon er í dag, heldur hann. – Eitt av teimum gomlu siðunum, sum kanska eru við at dala nakað, er hetta, at fólk koma til Havnar og gista í fleiri dagar á ólavsøku. Tað eru mong, sum hava bil og koyra ímillum, heldur hann. Men hvussu er og ikki, so er Eyðun Andreassen, professari, ikki í iva um, at hátíðardámurin, sum altíð er á ólav- søku og allir siðirnir gera sítt til, at fólk í túsundatali tysja til høvuðsstað- in til fólksins veitslu. Ólavsøka er fólksins hátíð Ólavsøkan liggur fyri framman. Fólk hittast, nógvur ítróttur, mentanarlig tiltøk, føroyskir búnar í hópatali og mangt mangt annað eyðkennir hátíðina. Ein tjóð letur seg snøgt sagt í sín tjóðbúna hesa ársins tíð. Vit hava sett Eyðuni Andreassen, professara á Fróðskaparssetur Føroya stevnu til eitt ólavsøkuprát Eyðun Andreassen, professari á Fróðskaparsetur Føroya, heldur, at ein tann størsta broytingin, sum er farin fram seinnu árini, er, at so mong eiga føroyskan búna Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 62