mánadagur 6. juli 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. juli 2015 · Nr. 76
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Politikkur
Tunnilsfrágreiðing ávísir
ráðaloysi í føroysku
politisku skipanini
Við einari drúgvari frágreiðing, sum í bókformi fyllir meira enn 430 síður, hevur ein
danskur kanningarstjóri avdúkað veikleikarnar í føroyhsku politisku skipanini.
Árni Gregersen
Hans
Gammeltoft-Hansen
hevur við drúgvu frágreiðing
síni víst á, at føroyska
politiska skipanin enn ikki
hevur amboð, sum eru egnað
at handfara ávísar politiskar
spurningar.
Talan er sjálvandi um
stóru politisku kreppuna,
sum er íkomin eftir at kann
ingarstjórin hevur staðfest,
at løgmaður hevur borið
skeivar upplýsingar av ting
sins røðarapalli, – og at fyrr
verandi landsstýrismaðurin
við innlendismálum ikki bar
tinginum upplýsingar, sum
fakkunnleikin hevði latið
honum í tunnilsmálinum.
Síðani stóra frágreiðingin
var almannakunngjørd, hava
vi havt eina politiska kreppu,
sum tó enn ikki hevur verið
at síggja í fullum blóma í
almenna rúminum.
Sambandsflokkurin
Almenningurin hevur sæð,
at Sambandsflokkurin er í
kreppu.
Partar av flokkinum hava
havt fundir, men hetta eru
fundir, sum hava viðgjørt
innanhýsis støðuna í flokki
num.
Ikki formliga ráðaloysi,
sum valdar í politisku skip
anini.
Sambandsflokkurin hevði
fund í landsnevnd floksins
hósdagin, har sligið var fast
alment, at Kaj Leo Holm
Johannesen, løgmaður, hev
ur fullan stuðul í Sambands
flokkinum, bæði sum for
maður og løgmaður.
Formaður floksins stað
festi sjálvur, áðrnn hann fór
við
Rynkeby-súklarunum
umborð á Norrønu, at lands
nevndin gav honum fullan
stuðul.
– Eg eri formaður í Sam
bandsflokkinum við fullum
stuðli
frá
landsnevndini.
Tað er eg sjálvandi glaður
fyri, men eg kenni meg eisini
eyðmjúkan, segði Kaj Leo
Holm Johannesen.
Hóast hesa greiðu út
melding, so hevur órógv
verið í flokkinum. Tí var
landsnevndin
kallað
inn
til fundar í seinastu viku
í staðin fyri í august, sum
annars ætlað.
Ein partur av flokkinum
kravdi, at flokkurin viðgjør
di niðurstøðuna hjá kann
ingarstjóranum og tók støðu
til, um flokkurin framvegis
hevur álit á formanninum.
Fólkatingsvalið
Órógvin í Sambandsflokki
num stavar kortini ikki bert
frá kanningini av tunnils
málinum, men eisini frá
úrslitinum av fólkatingsvali
num.
Afturgongdin í atkvøðu
talinum og tað, at flokkurin
misti fólkatingssessin, fekk
fleiri at seta spurnartekin
við, um flokkurin hevur
rætta formannin.
Atfinningarnar koma fyrst
og fremst tí formaðurin í
flokkinum als ikki tók aktivt
lut í valstríðnum í byrjanini.
Hann var burturstaddur
privat, so flokkurin ikki
legði valskránna fram fyrr
enn eina góða viku undan
valinum.
Atfinningarnar eftir valið
ganga eisini uppá, at flokk
urin hevði eina ov veika
uppstilling í Tórshavn, har
formaðurin einsamallur um
boðaði høvuðsstaðarøkið.
Tá ið hann so persónliga
gekk næstan 1100 atkvøður
aftur í atkvøðum, so peikaðu
atfinningrnar mest móti for
manninum.
At
Sambandsflokkurin
so eisini gjøgnum nógvar
veljarakanningar til løgtings
valið, hevur havt stóra aftur
gongd, hevur sjálvandi eisini
ávirkað støðuna.
Andstøðan
Frágreiðingin frá Hans Gam
meltoft-Hansen átti at verið
ein politiskt funnin frensur
fyri andstøðuna.
Men stóru andstøðuflokk
arnir – Javnaðarflokkurin og
Tjóðveldi – hava verið ómeta
liga friðarligir.
Hóast
andstøðan
bert
hevur 13 tinglimir og 14
krevjast til at kalla tingið
saman, so hava flokkarnir
onki gjørt fyri at fáa hetta
gjørt.
Løgtingið hevur brúkt
nærum seks milljónir at
gera eina frágreiðing fyri og
einasta avleiðing higartil er,
at andstøðan yppir øks og
sigur seg onki kunna gera.
At aðrar orsøkir eru til
friðarligu andstøðuna, kann
bert gitast um.
Flokkarnir vita, at løg
tingsval verður í seinasta lagi
í oktober – og at eftir eitt val
skal samgonga skipast.
Tí himprast flokkarnir
við at vera ov ágangandi,
so tað kann forða fyri sam
gongumøguleikunum eftir
eitt løgtingsval.
Fólkaflokkurin hevur eis
ini verið kúrrur – burtursæð
at formaður floksins hevur
verið frammi og sagt, at hann
framvegis hevur fult álit á
Kaj Leo Holm Johannesen.
Tað sama, sum Kaj Leo
Holm Johannesen gjørdi,
tá ikð misálit var reist móti
landsstýrismanninum
við
fíggjarmálum.
Ein partur av andstøðuni
er Sjálvstýrisflokkurin. Flokk
urin hevði landsstýrismann
in í innlendismálum, tá ið
talan var at byggja undir
sjóvartunnilin eftir privatum
leisti, men hann var steðg
aður.
Løgmaður loysti hann
úr starvi, tí hann órógvaði
politiska arbeiðið.
Ein onnur av grundgev
ingunum fyri, at andstøðan
er so friðarlig er, at flokk
arnir siga, at andstøðan
longu í oktober 2013 legði
eitt uppskot um misálit á
løgmann fyri tingið.
Uppskotið fall.
Tað vóru Framsókn, Tjóð
veldi og Javnaðarflokkurin,
sum 10. oktober 2013 løgdu
upskotið fram, men tað
fekk bert 11 atkvøður fyri –
tríggjar blankar og 19 ímóti.
Uppskotið var umfatandi
og fanst at allari handfar
ingini av málinum um undir
sjóvartunnilin.
Nú fyriliggur ein drúgv
kanning av málinum, sum
staðfestir, at løgmaður hevur
borið tinginum skeivar upp
lýsingar. Tað er konkret,
men hetta hevur ikki fingið
andstøðuna
at
reagera
alment.
Løgtingið er í sumamrfrí,
men hevur tvær ferðir verið
innkallað at rætta mistøk í
grindalógini.
Løgtingið er ikki innkallað
at viðgera frágreiðingina frá
Hans Gammeltoft- Hansen.
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur fullan stuðul í Sambandsflokkinum, bæði sum formaður og løgmaður.
Savnsmynd