Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-06, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juli 2015síða 5

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 6. juli 2015 · Nr. 76 Formansskapurin viðger enn, hvat skipanin eigur at gera við frágreiðingina Árni Gregersen Landsstýrismálanevndin samtykti, at ein kanningar­ stjóri átti at setast at kanna málið um privata undir­sjó­ vartunnilin millum Eysturoy og Streymoy. Áheitanin kom til ting­for­ mannin, sum fylgdi áheitan­ ini. Ein kanningarstjóri – Ann­ finn V. Hansen, advokatur – var settur, men atfinningar gjørdu, at hann legði frá sær aftur stutt eftir. Í staðin fyri var danski, fyrrverandi umboðsmaðurin, Hans Gammeltoft-Hansen, settur at gera eina kanning. Kanningin er dýr. Kostar í beinleiðis útreiðslum millum fimm og seks milljónir krón­ ur. Løgtingið hevur fingið frágreiðingina, har mælt verður til, at løgmaður, fyri at hava latið Løgtinginum skeivar upplýsingar, revsi­ rættarliga fær eina nøs. Løgtingsformaðurin segði beinanvegin, at hann fór ikki at kalla tingið saman áðrenn ólavsøku at viðgera málið. Í staðin fyri bað hann umsitingina í Løgtinginum lesa frágreiðingina ígjøgnum og koma við einum tilmæli til formansskapinum, hvat rættast er at gera. Formansskapurin hevði fund í seinastu viku um málið. Ein fund, sum vardi fleiri tímar, men sum ikki kom til aðra niðurstøðu enn, at nýggjur fundur er í morgin. Formansskapurin í Løg­ tinginum telir fýra tinglimir. Formannin, Jógvan á Lakjuni, Fólkaflokkurin. Hann er partur av samgonguni. Alfr­ed Olsen, Sambands­ flokkurin, sum eisini er partur av samgonguni og Gerhard Lognberg, Sam­ bandsflokkurin, eisini partur av samgonguni. Einastur, sum umboðar andstøðuna, er Páll á Reyna­ túgvu, Tjóðveldi. Samansetingin er eitt sind­ur øðrvísi enn vanligt. Tað kemst av, at Gerhard Lognberg í tingsetuni, hevur skift úr Javnaðarflokkinum í andstøðu, til Sambands­ flokkin í samgongu. Uppgávan hjá formans­ skapinum er torfør, tí uttan mun til hvat tingið ger, so verður tað sum nú hendir, brúkt sum fordømi í fram­ tíðini. Løgtingið noyðist at taka eina støðu, helst so skjótt sum tilber, men í seinasta lagi á ólavsøku. Tí má formansskapurin hava eitt uppskot um av­ leiðingar klárt, so samlaða Løgtingið hevur okkurt at taka støðu til, tá ið tað kemur saman – annaðhvørt nú beinanvegin ella á ólavsøku. Formansskapurin skal tí á fundinum í morgin taka eina avgerð, sum fær stóran týdning í komandfi tíðum. Tí er hetta ein avgerð, sum krevur umhugsni. Avgerðin fer at vera brúkt frameftir í líknandi støðum – uttan mun til, hvat tingið ger nú. Ein annar spennandi spurningur er um andstøðan, tá ið tingið kemur saman, fer at leggja eitt uppskot fram um misálit á løgmann. Við einari kanning við greiðum boðskapi – og sum hevur kostað almennu Føroyum millum fimm og seks milljónir krónur –má politiska skipanin gera eina niðurstøðu. Politikkur Formansskapurin í Løgtinginum fer aftur í morgin at viðgera, hvørjar avleiðingar frágreiðingin frá kanningarstjóranum eigur at fáa