mánadagur 6. juli 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. juli 2015 · Nr. 76
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nýggj risaúbygging
til smoltstøðirnar
hjá Bakkafrost
Nýggi mátin at ala smolt krevur nógv meira pláss á landi – tí fer Bakkafrost at byggja risasmoltstøð
Árni Gregersen
Ætlanirnar eru komnar langt,
men enn hevur Bakkafrost
ikki tikið endaliga støðu til,
hvar nýggj, stór smoltstøð
skal byggjast.
Men eitt av økjunum, sum
verður kannað er inn ímóti
Skálabotni á vestara armi á
Skálafjørðinum.
Har er møguleiki at byggja
stóra smoltstøð við keikanti,
har
nýggja
brunnskipið,
Hans á Bakka, kann leggja at.
-Tað er rætt, at hasin lo
kaliteturin verður kannaður,
men enn hava vit ikki tik
ið støðu til, hvar nýggja
smoltstøðin skal staðsetast,
sigur Regin Jacobsen, stjóri
á Bakkafrost.
Fyritøkan hevur verið í
samband við nógv fólk og
hevur millum annað havt
fund við hagastýrini, sum
eiga fjørðuna úr Skálafirði
og úteftir.
Longu nú er Bakkafrost
í
ferð
við
at
útbyggja
smoltstøðina á Viðareiði.
Hetta er ein fylgja av,
at alingin er broytt. Nú er
smolt munandi størri, tá ið
tað verður sett út, enn tað
hevur verið áður.
Vanligt hevur verið, at
smolt viga á leið 100 gram, tá
ið tey eru sett á sjógv, men
nýggi hátturin ger, at smoltið
er longri í kørum á landi enn
tey hava verið higartil.
Nú viga smolt 300 gram
og meira, tá ið tey verða sett
út. Tað ger, at smoltstøðirnar
mugu hava munandi størri
kapasitet.
At hava smolti longri
á landi ger, at vandin fyri
sjúkum minkar og at alingin
á tann hátt eisini hevur
minni árin á umhvørvið.
Nýggj stór útbygging
Bakkafrost er komið væl
áleiðis við stóru útbyggingini
á Bakka.
Bakkafrost hevur sjey
framleiðslustøð í dag kring
um í Føroyum, men nú verð
ur alt hetta lagt saman á
Bakka á Glyvrum. Endamálið
er at smelta framleiðslu
eindirnar úr sjey niður í eina.
Hetta verður ein nýmót
ans verksmiðja, har øll tann
nýggjasta
tøknin
verður
brúkt.
Samstundis sum íløgur
nar á Bakka verða gjørdar,
hevur samtakið eisini bygt
ein nýggjan, stóran brunn
bát.
Skipið fer at taka 450
tons av laksi í livandi vekt.
Hann er eisini útgjørdur við
nýggjastu tøkni.
Frammanundan
hevur
Bakkafrost tveir brunnbátar,
sum hvør tekur 150 tons av
laksi í livandi vekt.
Hans á Bakka, sum nýggi
brunnbáturin eitur, er eisini
gjørdur soleiðis, at hann
kann brúkast til at viðgera
laksin fyri lús.
Tað fer at bera til at lata
livandi laksin verða umborð
í brunnum við feskum vatni
í nakrar tímar, so lúsin fer av
laksinum og doyr.
Hetta er ein av mátunum
at viðgera fyri lýs.
Bakkafrost er størsta før
oyska alifyritøkan í Føroy
um. Raksturin hevur gingið
ómetaliga væl, síðani fyri
tøkan var skrásett á Børsi
num í Oslo.
Bakkafrost hevur millum
600 og 800 fólk í starvi.
Samstundis sum íløgurnar á Bakka verða gjørdar, hevur samtakið eisini bygt ein nýggjan, stóran brunnbát.
Mynd: Bakkafrost
Bakkafrost er komið væl áleiðis við stóru útbyggingini á Bakka.
Mynd: Bakkafrost