mánadagur 6. juli 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 6. juli 2015 · Nr. 76
ítróttur
Føroyar endaðu á 13. plássi
Føroyska U19-landsliðið í manshondbólti spældi sjey dystir í altjóða kapping í Gøteborg í farnu viku
Neli Heldarskarð
Í síðstu viku luttók U19-
landsliðið hjá monnum í
altjóða landsliðskapping í
svenska býnum Gøteborg.
Kappingin
bar
heitið
European Open. 16 lond lut
tóku í kappingini, og var hon
skipað soleiðis, at fýra lond
vóru í hvørjum bólki. Numm
ar eitt og tvey úr hvørjum
bólki komu víðari í nýtt
bólkaspæl, har kappast bleiv
um at enda ímillum átta tey
fremstu í kappingini, meðan
nummar trý og fýra eisini
blivu koyrd í eitt nýtt bólka
spæl, har kappast skuldi um
at enda nummar níggju til 16
í kappingini. Aftaná bólka
spølini skuldu londini spæla
ein síðsta dyst fyri at stað
festa sína endaligu plasering
í kappingini. Sostatt skuldi
hvørt land spæla sjey dystir.
Seks dystir í bólkaspæli og at
enda ein plaseringsdyst.
Góð føroysk byrjan
Í fyrra bólkaspælinum vóru
Føroyar í bólki við Kekkia,
Russlandi og Hollandi. Før
oyar byrjaðu sera væl, tí at
fyrsti dysturin varð vunnin
26-22 ímóti Kekkia. Næsta
mótstøðuliðið var Russland,
ið vanliga hava sterk ung
dómslandslið við sera stór
um og sterkum leikarum.
Russiski bitin var eisini ov
stórur av svølgja fyri før
oyska liðið, tí at russar
vunnu dystin 17-29 ímóti
Føroyum. Síðsti dysturin hjá
Føroyum var ímóti Hollandi,
og varð hann tepurt taptur
24-27. Harvið endaðu Føroy
ar nummar trý í sínum bólki
og skuldi tískil í nýtt bólka
spæl at kappast um at enda
nummar níggju til 16 í kapp
ingini.
Fleiri tap á rað
Í
seinna
bólkaspælinum
vóru mótstøðuliðini Estland,
Moldova og Georgia. Føroyar
komu upp á fýra tap á rað
í kappingini, tí at fyrstu
tveir dystir í nýggja bólka
spælinum
ímóti
Estlandi
og Moldova vórðu taptir
ávíkavitst 26-20 og 33-34.
Men í seinasta bólkadyst
inum bragdaði aftur hjá
føroyingunum, tá ið teir
smurdu Georgia av og vunnu
33-23. Sigurin ímóti Georgia
merkti, at í plaseringsdyst
inum skuldu Føroyar spæla
ímóti Eysturríki um at enda
nummar 13 ella 14 í kapp
ingini.
Sigur í plaserings
dystinum
Júst sum í Landskrona í
1990, so vunnu Føroyar enn
einaferð ímóti Eysturríki
í
landsdysti
í
Svøríki.
Plaseringsdysturin
ímóti
Eysturríki gjørdist javnur,
men at enda vunnu føroysku
dreingirnir 31-28 og endaðu
harvið nummar 13 í kapp
ingini.
Eisini er áhugavert at
nevna, at grannatjóð okkara,
Ísland,
vann
European
Open-kappingina. Í finaluni
vann Ísland 31-29 ímóti vert
stjóðini úr Svøríki.
Fýra av teimum 16 lond
unum, sum luttóku í kapp
iningini, vera við í HM fyri
U19-landslið í manshond
bólti, sum verður leikt í Russ
landi í august í ár. Tey fýra
londini eru Ísland, Svøríki,
Russland og Spania.
neli@sosialurin.fo
hondbóltur
Annar av føroysku lands
liðsvenjarunum var nøgdur
við føroyska avrikið, men
vísti eisini á, at føroyska
liðið hevði kunnað endað
longri frammi í European
Open-kappingini.
Afturat at vera venjarar
á føroyska A-landsliðnum
í manshondbólti eru Birgir
Hansen og Kári Nielsen eis
ini venjarar hjá U19-lands
liðnum í manshondbólti.
Birgir Hansen er sum heild
nøgdur við føroyska avrikið
í kappingini.
– Vit eru toluliga nøgdir
við at enda nummar 13 í
kappingini. Undan kapping
ini vóru vit seedaðir í nið
asta pottinum, og tískil
endaðu vit fremst av teim
um londunum, ið vóru mett
at vera veikast í kappingini.
Men kortini vil eg eisini
siga, at vit kundu endað
longri frammi í kappingini,
tí at fleiri av londunum,
sum vit taptu ímóti, vóru
ikki serliga nógv betri enn
vit, sigur Birgir Hansen, tá
ið Sosialurin fekk orðið á
hann.
Teir sjey dystirnir hjá
føroyska
liðnum
vóru
spældir upp á bert fimm
dagar. Birgir Hansen viður
kennir, at hetta tók hart upp
á leikararnar.
– Vit vistu av hesum
frammanundan, tí at vit
luttóku eisini í kappingini
fyri tveimum árum síðani.
Fyrr hevur tað verið eyð
kent, at triði dagurin, har
vit spæla tveir dystir, gerst
serliga harður, og tað hendi
seg aftur hesaferð. Tað var
ikki nógv orka á liðnum
mikudagin
(triða
dagin),
og tá taptu vit eisini báðar
dystirnar, sum vit spældu
hendan dagin.
Spurdur
um
nakar
ávísur, føroyskur leikari
skaraði framúr í kappingini,
vildi Birgir heldur vísa á, at
talan var um eitt gott lið
avrik.
– Sum heild var talan
um eitt gott liðavrik, har
allir leikarar fingu víst eitt
sindur av sínum dygdum.
Vit høvdu eisini fýra heilt
ungar leikarar úr árgangi 98
og 99, sum fyri fyrstu ferð
fingu roynt seg í U19-lands
liðshondbólti, segði Birgir
Hansen at enda.
neli@sosialurin.fo
Føroyar kundu endað longri frammi
Føroyska U19-landsliðið skoraði
tilsamans 184 mál í sjey dystum
Her er málskjúttalistin:
Áki Egilsnes . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 38 mál
Kjartan Johansen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 29 mál
Rói Berg Hansen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 27 mál
Pætur Johansen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 20 mál
Helgi Hildarson Hoydal . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14 mál
Pætur Thomsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14 mál
Sjúrður Olsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 11 mál
Hilmar Leon Jacobsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 10 mál
Fríði Weyhe . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 10 mál
Brandur Halgirsson . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4 mál
Jóhan í Garðastovu . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 3 mál
Rune Olsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2 mál
Hallur Árason . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1 mál
Bartal Klein Olsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1 mál
Málverjar hjá Føroyum vóru Niklas Simonsen og Tórður Skorheim Guttesen