mánadagur 6. juli 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. juli 2015 · Nr. 76
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Jóannes Hansen
Kappróðurin hevur tað ikki
gott, og kappróðurin er á
veg ímóti gravarbakkanum.
Hesar vendingarnar hava
ikki so sjáldan verið at hoyra
seinastu nógvu árini.
Víst verður á at luttak
aratalið er ikki tað, sum tað
plagdi at vera, og onnur
halda, at tað er ikki stimbr
andi fyri kappróðurin, at
allir bátarnir nú kappast á
túsund metrum, og at tað
harvið ikki hevur kappast á
1500 og 2000 metrum.
Ein annar lutur, sum ikki
kennist stimbrandi, er, tá ið
tað gongur long tíð at leggja
bátarnar, og manningarnar
liggja kaldar og bíða og har
við ikki eru væl fyri, tá ið
startskotið endiliga ljóðar.
Kappróðurin í Fuglafirði
leygardagin
var
framúr
marknaðarføring fyri før
oysku tjóðarítróttina. Har
gekk alt upp í eina hægri
eind. Fyrireikingarnar vóru
framúr. Klokkan trý lógu
gentubátarnir
við
fasta
startin. Ein ella tveir min
uttir seinni ljóðaði fyrsta
startskotið, og minni enn
tveir tímar seinni var alt
avgreitt. Enn einaferð høvdu
fuglafirðingar víst, at teir eru
meistarar at fyrireika kapp
róður!
Avgerðin bíðar
Kappróðurin
millum
10-mannaførini var hesaferð
ein tann mest fasinerandi og
spennandi, sum hevur verið
nógvu tey seinastu árini.
FM favoritturin Drekin
Reyði, nýggi Klaksvíkingur,
Havnarbáturin,
sum
er
komin fyri seg aftur, og
treisku Ormurin Langi og
Nólsoyingur vístu róður og
kapping, sum tað heilt víst
fer at verða leitað aftur og
aftur til, nú tað er møguleiki
hjá øllum kappróðrarhugað
um og øllum øðrum kring
allan heimin at síggja og
endursíggja
róðrarnar
á
heimasíðuni hjá Kringvarpi
Føroya.
Síðani tað var greitt,
at meistararnir umborð á
Drekanum Reyða fóru at
bjóða seg fram aftur, og at
sigursvanda manningin í
Klaksvík fór at bjóða seg
fram aftur umborð á nýggj
um báti, hevur tað hingið í
luftini, at hetta kappingar
árið fór at vera tað, har tað
fór at verða staðfest, hvør
manningin nú er tann besta.
Í fjør var mótstøðan hjá
Drekanum Reyða ikki so
stór, og argjamenn vunnu
FM við fullum sitgatali. Og í
2013 vann Klaksvíkingur FM
við næstan fullum stigatali.
Einasta stigið mistu klaks
víkingar fyri tveimu árum
síðani á norðoyastevnu, tá ið
teir taptu fyri Suðuroyingi.
Tað var vónbrot í Klaksvík,
tá ið nýggja 10-mannafarið á
norðoyastevnu noyddist at
lúta fyri Drekanum Reyða,
sum harvið gav til kennar,
at meistararnir høvdu onga
ætlan um at boyggja seg
í dustið fyri sigursvandu
manningini á Klaksvíkingi.
At Havnarbáturin í ár
hevur gjørt sovorðið come
back, sum tey fægstu høvdu
roknað við, hevur borið upp
aftur fjølbroyttari og spenn
andi kapping við sær. Tað
sást næstsíðsta leygardag á
jóansøku, tá ið Havnarbát
urin skoraði seg inn ímillum
Drekan Reyða og Klaks
víking.
Úrslitið á jóansøku bar
við sær, at Klaksvíkingur so
at siga hevði knívin á bark
anum, tá ið hann saman við
kappingarneytunum lá á
startmálinum á Fuglafirði,
har vindurin var øtlaður eitt
lítið sindur.
Klaksvíkingi
eydnaðist
at
vinna
á
mál
undan
Drekanum Reyða. Harvið
hongur svarið um, hvør
verður meistari – FM vinn
arin í fjør ella FM vinnarin í
fyrraárið – framvegis í luftini.
Nýggjur kappróður verður á
vestanstevnu í Sandavági
leygardagin.
Um
tað
tá
fer at eydnast Drekanum
Reyða at vinna, so verður
FM spurningurin svaraður
undan finaluróðrinum ólav
søkuaftan á Havnarvág.
Setningurin hjá Klaks
víkingi er altso greiður. Tað
ræður um at halda Drekan
Reyða aftanfyri, so avgerðin
verður útsett, inntil tað
verður kappast á 901,3 metra
teininum á ólavsøku.
Gongdin
leygardagin
vísti, at tað er møguleiki
fyri, at aðrir bátar enn teir
báðir, sum higartil hava
vunnið,
kunnu
strúka
avstað
við
sigrunum
í
Sandavági og á ólavsøku.
Inntil tað varð farið undir
endaspurtin í Fuglafirði gav
Havnarbáturin
Drekanum
Reyða og Klaksvíkingi ein
skarpan gang, men á síðstu
metrunum vóru tað bara
teir, ið kunnu vinna FM, sum
vóru við í kappingini um
sigurin.
Í
miðróðrinum
vann
Klaksvíkingur seg skutin
framum Drekan Reyða og
Havnarbátin. Í endaspurt
inum misti Havnarbáturin
eina bátslongd, men Drekin
Reyði vildi ikki geva seg. Tað
eydnaðist í hvørjum taki at
vinna nakrar sentimetrar, og
á málinum var munurin ein
hálvur skutur ella minni enn
tað millum tveir teir fremstu.
FM spenningurin er varð
veittur í hvussu so er inntil
leygardagin, og í Klaksvík
og á Argjum og í kappróðrar
umhvørvinum sum heild
verður pulsurin høgur, tá
ið 10-mannaførini á vestan
stevnu fara at halda í fasta
startin á Sandavági!
Argir misti alt
Eftir jóansøkuna varð víst
á, at kappróðurin á Trongis
vági mundi vera ein tann
besti nakrantíð fyri Argja
Róðrarfelag.
Umframt
at
Drekin Reyði vann kapping
ina millum 10-mannaførini,
so var Argjabáturin fyrstur
á mál í tættari kapping
við Heiðabátin. Ikki síðani
glæsiliga 2007 hjá Kapp
róðrarfelagnum NSÍ, tá ið
Eysturoyingur
og
Heiða
báturin vunnu FM við fullum
stigatali í kappingini millum
ávikavíst 10-mannaførini og
8-mannaførini er tað eydn
ast tveimum bátum hjá
sama felag at vinna á somu
stevnu og í hesum báðum
bátastøddunum.
Á
varmakeldustevnu
miseydnaðist tað hjá argja
monnum
at
endurtaka
bragdið frá á jóansøku. Í
kappingini millum 8-manna
førini vóru tað hesaferð
bara Argjabáturin og Heiða
báturin, sum bjóðaðu seg til.
Tofta Regin úr Vági var ikki
við.
Heiðabáturin
leyp
av
stað, og teir umborð á Argja
bátinum megnaðu ongantíð
at svara aftur. Tað var skjótt,
at fjarstøðan var meiri enn
eina bátslongd, og hon bara
varð størri og størri. Í enda
spurtinum
minkaði
hon
nakað aftur, men talan var
ongantíð um spenning.
Somu vinnarar
Í hinum kappingunum –
millum 6-mannaførini við
monnum, 5-mannaførini við
kvinnum og 5-mannaførini
við gentum – vóru vinnarar
nir teir somu, sum teir vóru
á jóansøku, og sum teir hava
verið tað mesta av árinum.
Erla Kongsdóttir vísti í
heimasjógvi, at kvinnurnar
í Fuglafirði eru heilt suve
renar. Erla Kongsdóttir vann
í fjør FM við fullum stigatali.
Soleiðis verður tað eisini í ár,
um ikki okkurt óhapp verður
teimum fyri.
Firvaldur
við
gentum
hevur somu støðu, sum tær
í Fuglafirði hava í kvinnu
kappingini. Eingin skalar
teimum.
Í báðum hevum róðr
Kappingin millum 10-mannaførini var aftur í Fugalfirði so
spennandi, sum tað næstan ikki ber til at ímynda sær
Nýggj
finala bíðar
í Sandavági
Varmakelduróður
kappróður