Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-06, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juli 2015síða 26

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. juli 2015 · Nr. 76 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Neli Heldarskarð Tað var í dysti ímillum B36 og KÍ 21. juni í Gundadali, at Páll Klettskarð meiddi fótin hjá sær so illa, at sjúkrabilurin mátti koma eftir honum. Nú er greitt, at talan er um ein sera álvarsligan skaða. Páll Klettskarð, ið hevur verið toppskjútti hjá KÍ sein­astu trý kappingarárini spælir nevniliga ikki meira í ár. Við­gerðin til álvarsliga skað­an verður so drúgv, at tað ikki verður fyrr enn í 2016, at Páll Klettskarð aftur kann væntast at síggja í álop­ inum hjá KÍ. Hetta veit lokali miðilin í norður­oyggjum, Norð­lýsið, at siga. Sostatt kemur nógv at liggja á herðunum á Kenan Hajdarevic, ið er ein­asti veruligi áleyparin, sum KÍ hevur í hópinum, afturat Pálli Klettskarð. Páll Klett­ skarð náddi at skora sjey mál í 17 dystum fyri KÍ hetta kapp­ingarárið. neli@sosialurin.fo fótbóltur KÍ-framherji spælir ikki meira í ár Neli Heldarskarð Tá ið kjakast verður um, um Lionel Messi er besti fótbóltsleikari nakrantíð, verður mangan borið á mál, at tað er hann ikki, fyrr enn hann hevur vunnið nakað við landsliðnum á sama hátt sum víðagitni Diego Armando Maradona gjørdi í sínari tíð. Í fjør hevði Messi møguleikan at enda hetta kjakið, tá ið Argentina leikti HM-finalu ímóti Týsklandi, men tað eydnaðist sum kunnugt ikki. Leygarkvøldið kom enn ein møguleiki fyri Barcelona- stjørnuna at vinna sítt fyrsta landsliðssteyp, tá ið Kili og Argentina brustu saman í Copa América-finaluni. Copa América kann sigast at vera suðuramerikanska svarið upp á okkara evropa­ meistaraskap í fótbólti. Talan var um ein javnan dyst, og tá ið teir pliktaðu 90 minuttirnir vóru spældir var framvegis ongin vinnari, tí at støðan var 0-0. Í longdu leiktíðini kom heldur onki mál, men tá ið farið varð til brotsparkskapping setti Kili, ið var vertstjóð fyri kappingini, trumf á. Gonzalo Higuain og Eder Banega brendu fyri Argentina, og so kundi Arsenal-stjørnan, Alexis Sanchez, við einum so­nevndum »Panenka- brotssparki« avgera dystin til fyri­muns fyri Kili, ið vann brots­parks­kappingina 4-1. Hetta er fyrstu ferð í lands­liðssøguni hjá Kili, at landið vinnur Copa América. Afturat Alexis Sanchez telur lands­liðið kendar leikarar sum Arturo Vidal hjá Juventus og Claudio Bravo hjá Barcelona. neli@sosialurin.fo Argjamaður aftur í AB Gamal kenningur verður aftur at síggja á besta liðnum hjá AB Mikudagin kom fram, at Dion Splidt, ið ikki hevur spælt fyri besta liðið hjá AB síðani juli í fjør, verður aftur at síggja á besta liði felagsins. Mikukvøldið spældi hann sín fyrsta dyst í ár, tá ið næstbesta liðið hjá AB í 1. deild vann 4-2 á B68 á heimavølli. Í fyrstu syftu má afturkoman hjá Dion sigast at vera væleydnað, tí at hann skoraði málið til 4-2, ið slerdi sigurin fastan fyri AB. Sum skilst, so verður Dion ein partur av Effo- hópinum hjá AB fram til í heyst. Við núverandi støðuni hjá AB í huga hevur AB tørv á alla hjálp, ið teir kunnu fáa. Tað ljóðar somuleiðis av Argjum, at ein fyrrverandi profilur í føroyskum fótbólti, Sorin Anghel, verður at síggja á besta liðnum í seinnu hálvu. Hann gavst annars eftir farna kappingarár og bleiv venjari hjá 1. deild ístaðin. Men eftir, at Sámal Erik Hentze bleiv endursettur sum venjari hjá AB gjørdist eisini greitt, at Sorin skuldi vera hjálparvenjari hjá honum. Nú verður tað helst sum leikandi hjálparvenjari, at Sorin Anghel fer at gera um seg í seinnu hálvu av kappingarárinum 2015. AB liggur í løtuni fimm stig undir niðurflytingarstrikuni, nú feløgini eru farin í summarfrí. Fyrsti dysturin hjá AB eftir summarsteðgin verður leiktur á heimavølli ímóti NSÍ 27. juli. Páll Klettskarð er álvarsliga skaddur Messi tapti enn eina landsliðsfinalu Lionel Messi hevur framvegis ikki vunnið sítt fyrsta steyp við Argentina