mánadagur 6. juli 2015síða 27
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 6. juli 2015 · Nr. 76
ítróttur
fótbóltur
Renna undan
botninum
Skála vann tryggan sigur á KÍ, sum harvið
tapti fyri fyrstu ferð í átta dystum
Jóannes Hansen
Leygardagin fór næstbesta
fótbóltsdeildin í summarfrí.
Tá var punktum sett fyri 19.
umfar. Fyrsti dystur varð
spældur 28. apríl, tá ið 07
Vestur á heimavølli vann 2-1
á NSÍ. Fríggjakvøldið vann
Skála 3-1 á heimavølli ímóti
KÍ, og leygardagin vóru hinir
tríggir dystirnir.
Øll liðini hava ikki spælt
19 dystir. Tveir heimadystir
hjá NSÍ eru útsettir. Annar
– frá 15. umfari – er ímóti
Víkingi. Hann verður spæld
ur 11. august. Hin er tann
ímóti B36 í 18. umfari. Hann
er settur at vera 16. sep
tember.
Hesi trý liðini – NSÍ,
Víkingur og B36 – eru í niður
flytingarvanda og stríðast
fyri at sleppa undan at flyta
niður saman við MB, sum
burturúr
nítjan
dystum
hevur vunnið tvey stig.
B36 hevur 12 stig, og
Víkingur og NSÍ hava 16 stig.
Tað verður ofta tikið til, at
tað hevur stóran týdning fyri
bestu feløgini, at næstbesta
liðið hjá teimum er í næst
bestu
deildini.
Í
løtuni
eiga fýra av fimm teimum
fremstu í Effo deildini lið í 1.
deild.
Einasta felagið av hes
um, sum ikki er umboðað í
fremstu røð, er HB. Næst
besta liðið hjá sigursvanda
felagnum flutti í fjør niður í 2.
deild. Sambært faroesoccer.
com hevur HB kós ímóti 1.
deild. HB er topplið við 29
stigum, KÍ er næstfremst
við 26 stigum, TB er á triðja
plássi við 24 stigum, og B36 er
nummar fýra við 20 stigum.
Dómaraseðlarnir siga, at
tað er ikki í øllum feløgum,
at tað eru so nógvir, ið venja
saman við teimum bestu,
sum spæla í 1. deild. At teir,
sum hjálpa til, gera góðan
mun, tá ið teir spæla, hevur
undan
summarsteðginum
verið sjón fyri søgn.
Hvussu nógvir hjálpa til
á næstbesta liðnum vald
ast
um,
hvussu
nógvir
eru við í kappingini um
plássini á besta liðnum,
og hvussu gamlir teir eru.
Ungu menninir hava loyvi
at spæla uttan avmarkingar.
Politikkurin er, at teir við
at hava møguleika at spæla
nógvar dystir skulu mennast
betri og skjótari.
Nógvir ungir klaksvík
ingar hava verið við at lyfta
næstbesta KÍ liðið fram
á triðja plássið í 1. deild.
Leygardagin var KÍ á Skála,
har setningurin var at vinna
áttanda sigurin á rað. Tað
gekk ikki. Skála vann 3-1,
og KÍ datt av triðja og aftur
á fimta plássið. Hesaferð
vóru tríggir ungir menn á KÍ
liðnum, sum eru fastir menn
í Effo hópinum.
Skála sigurin var sannfør
andi. Skálamenn eru tíggju
stig
frammanfyri
triðja
plássið, og lítil ella eingin ivi
er um, at Skála í 2016 aftur
verður partur av bestu deild
ini. Brian Jacobsen skoraði
tvey av málunum. Topp
skjúttin hevur nú skorað 21
mál.
At KÍ eftir tapið datt av
triðja og aftur á fimta pláss
komst av, at bæði B68 og
AB vunnu. B68 hevði vitjan
av MB, sum fór vestur aftur
við 3-0 tapi. Tað var so nógv
frægari úrslit, enn tað var
mikukvøldið, tá ið Skála
vann 9-1 í Miðvági.
AB vann tætta uppgerð á
Argjum 2-0 ímóti B71. Tað var
málleyst, inntil tað restaðu
tíggju minuttir. Tá skoraði
gamli kenningurin í B71,
Dan í Soylu, og fimm min
uttir seinni staðfesti Ivan
Hofgaard sigurin, sum lyfti
AB fram á fjórða plássið.
Bárður Olsen, Dion B. Splidt
og Jónas Stenberg hjálptu til
á AB liðnum. Teir fara frá á
ólavsøku og út á heystið at
vera við í bjargingarroyndini
hjá besta liðnum.
Tá ið Víkingur vann 3-1
í Gundadali, vóru tað kend
fótbólts eftirnøvn í Gøtu,
sum skoraðu Víkinga málini
– Justinussen og Jarnskor.
Alex Mellemgaard, sum var
sentralur, tá ið B36 í fjør
vann FM, men sum orsaka
av skaða einki hevur verið at
sæð til í ár, skoraði B36 málið.
Merkisvert var tað, at
Rasmus Dan Sørensen, sum
higartil í ár hevur verið í EB/
Streymi, aftur var á B36 lið
num.
Nú er summarfrí fram
til leygardagin 8. august, tá
ið 20. umfar er á skránni:
MB-AB, B36-Skála, NSÍ-B68,
Víkingur-B71 og KÍ-07 Vestur.
1. Deild støðan
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1
Skála
19
15
3
1
59
14
+45
48
2
07 Vestur
19
11
5
3
47
21
+26
38
3
B68
19
11
3
5
42
20
+22
36
4
AB II
19
10
4
5
32
24
+8
34
5
KÍ II
19
11
0
8
51
34
+17
33
6
B71
19
7
6
6
28
31
-3
27
7
NSÍ II
17
5
1
11
27
33
-6
16
8
Víkingur II
18
4
4
10
18
28
-10
16
9
B36 II
18
2
6
10
14
51
-37
12
10 MB
19
0
2
17
11
73
-62
2
AB - B71 2-0 (0-0)
1-0: Dan í Soylu 80.
2-0: Ivan G. Hofgaard 85.
B36 - Víkingur 1-3 (1-2)
0-1: Sveinur Justinussen 3.
1-1: Alex Mellemgaard 8.
1-2: Magnus Jarnskor 29.
1-3: Sveinur Justinussen 31.
Skála - KÍ 3-1 (1-0)
1-0: Brian Jacobsen 16.
2-0: Brian Jacobsen 56.
2-1: Eivindur Sørensen 67.
3-1: Jákup Johansen 86.
B68 - MB 3-0 (2-0)
1-0: Esmar P. Clementsen 8.
2.0: Albert R. Johannesen 28.
3-0: Ari Johannesen 88.
1. Deild
Hin 30 ára gamli týski
álopsleikarin,
Lukas
Podolski,
fer
nýggjar
leiðir
í
yrkisleiðini.
Leysasøgurnar hava staðið
á í eina tíð, og leygardagin
kunngjørdi
heimasíðan
hjá turkiska Galatasaray,
at tað verður í teirra felag,
at týskarin við buldrasliga
vinstra fótinum fer at
spæla komandi árini.
Sjálvur
sigur
Lukas
Podolski, at tað serliga eru
víðgongdu viðhaldsfólkini
hjá
Galatasaray
og
stemningurin, ið tey skapa
á heimavølli felagsins, ið
hava gjørt skiftið lokkandi
fyri hann. Eisini vónar
Podolski at spæla fast og
fáa eitt gott kappingarár í
felagnum, so at hann kann
spæla seg í landsliðshópin
hjá Týsklandi, ið óivað fer
at luttaka í EM í Fraklandi
í komandi ári.
Sáttmálin hjá Podolski
er galdandi í trý ár.
neli@sosialurin.fo
Podolski til Turkalands
Týski framherjin spælir ongan dyst
afturat í Arsenal-troyggjuni
Seinastu vikurnar hevur
heimsmeistaraskapið
í
kvinnufótbólti verið leikt í
Canada. Á sama hátt sum
HM hjá monnum, so taldi
kappingin 32 lið. At enda
vóru tað favorittarnir úr
USA, og Japan, sum stóðu
eftir í finaluni.
Og í hesari finalu var
ongin ivi um, hvør fór at
vinna. Longu aftaná 16
minuttir var greitt, hvat
land fór at standa sum
heimsmeistari, tí at tað
tók bara USA 16 minuttir at
leggja seg á odda heili 4-0.
Japan kom tó fyri seg so
mikið, at endaliga úrslitið
gjørdist 5-2 til USA.
Amerikanski
sigurin
merkir, at USA er fyrsta
kvinnulandsliðið nakran
tíð, ið hevur vunnið trý
HM-steyp í kvinnufótbólti.
Tey sjey málini í finaluni
gjørdu eisini, at hendan
kvinnufinalan
stendur
eftir sum tann mest mál
ríka
í
HM-søguni
hjá
kvinnum.
neli@sosialurin.fo
USA heimsmeistari
HM hjá kvinnum er júst avgreitt – finalan
var avgjørd eftir bara 16 minuttir