Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-06, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juli 2015síða 28

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. juli 2015 · Nr. 76 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Oyggjaleikir André Olsen Oyggjaleikirnir, ið vóru í seinastu viku, endaðu fríggja­dagin á Jersey. Føroyar endaði samanlagt á einum fjórða plássi í saml­ aða yvirlitinum yvir heiðurs­ merki. Í mun til oyggjaleikirnar á Bermuda fyri tveimum árum síðani – har Føroyar endaði sum nummar sjey, er talan um stóra framgongd. Framgongdin skyldast tó í, at svimjingin – sum fekk nógv tey flestu føroysku heiðurs­ merkini í ár, ikki var við til oyggjaleikirnar á Bermuda. Samanlagt vunnu okkara íðkarar 18 gull heiðursmerki, 18 silvur heiðursmerki og 24 bronsu heiðursmerki á oyggja­leikunum á Jersey. Svimjingin vann kappingina Sum nevnt omanfyri, so var tað serliga svimjingin, ið vann okkum tey flestu heiðurs­merkini á oyggja­leik­ unum. Heili 36 av teimum 60 heiðurs­merkjunum sum vit vunnu á oyggjaleikunum, vóru vunnin í svimjingini. Før­oysku svimjararnir vunnu eisini innanhýsis kapp­ing­ini í svimjingini, har teir før­oysku svimjararnir fingu flest heiðursmerki. Serliga vóru tað tveir svimj­arar, ið vunnu tey flestu av okkara gull heiðurs­ merkjum í svimjingini. Tað vóru teir báðir svimjararnir úr Suðuroynni, Pál Joensen og Sára Nysted. Undan kappingini var tað ikki so óvæntað, at Pál Joensen kom at vinna fleiri av okkara gull heiðurs­merkj­ um í svimjingini. Tað var meira unga og evnaríka, Sára Nysted, úr Suðuroyar svimji­ felag, sum tók tey flestu á bóli. Hóast hon júst er fylt 14 ár, og luttók á oyggjaleikum á fyrsta sinni hesa ferð, so smæddist hon so sanniliga ikki burtur. Hon vann heili fýra gull heiðursmerki, um­ framt at hon eisini var til at vinna gull í einari stafett, har tær føroysku kvinnurnar endaðu ovast. Hæddarpunktini Av øðrum hæddarpunktum á oyggjaleikunum, so vunnu okkara bogaskjúttar 5 heiðurs­merki á oyggjaleik­ unum. Trý gull heiðursmerki og tvey bronsu heiðursmerki. Eisini í skjótingini, gekst okkara væl. Vit vunnu nevn­ iliga tvey gull heiðurs­merki í skeet skjótingini. Marius F. Joensen vann skjótingina í single skjótingini, meðan Marius F. Joensen og Sámal E. Debes endaðu fremst, tá tað kom til liðkappingina í skeet. Føroyar endaði á einum samanlagdum fjórða plássi til oyggjaleikirnar á Jersey í 2015. Í mun til oyggjaleikirnar á Bermuda fyri tveimum árum síðani var talan um stóra framgongd í heiðursmerkjatali. Orsøkin til stóru framgongdina skyldaðist tó einari serligari ítróttargrein Endaðu á fjórða plássi