mánadagur 6. juli 2015síða 29
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 6. juli 2015 · Nr. 76
ítróttur
Oyggjaleikir
Í badminton vunnu vit
eisini eitt gull heiðursmerki.
Tað vann Rannvá Djurhuus
Carlsson í kappingini í ein
mansleiki
hjá
kvinnum,
har hon vann á einum mót
støðuleikara
frá
Isle
of
Man. Vit luttóku annars í
fleiri øðrum finalum í bad
minton – millum annað í
einmansleiki hjá monnum og
í liðkappingini, men í báðum
førum, vóru tað okkara ið
lógu eftirá.
Eisini Torkil Veyhe vann
okkum eitt gull heiðursmerki
heim í súkklingini. Torkil
Veyhe vann súkklukapping
ina í einkultstarti.
Seinasti
føroyingurin,
ið vann okkum eitt gull
heiðursmerki, var Karina
Ottosen, sum í sannførandi
stíli vann triathlon fyri
kvinnur. Hon var heili tríggj
ar minuttir framman fyri tí
sum kom næstfremst á mál.
Kundu verið fleiri
Hóast talan í størstan mun
var um føroysk hæddar
punkt við jaligum uppliv
inum, so kundu hæddar
punktini
verið
uppaftur
fleiri. Nakrir av okkara íðk
arum,
ið
frammanundan
kappingini
høvdu
góðan
møguleika fyri at vinna
heiðursmerki, vóru í fleiri
førum óheppin.
Serliga
fyrsta
dagin,
har Marna Egholm rann
hálvt
marathon,
og
har
Gudmundur Joensen skuldi
gjøgnumføra eitt triathlon,
var eydnan ikki við okkara
íðkarum.
Av
serligum
orsøkum,
fingu bæði forfall mitt undir
kappingini. Marna Egholm,
ið lá á fremsta plássi tá 12
kilometrar av hálvmarathon
vóru runnir, small brádliga
um. Hon gjøgnumførdi síð
ani hálvmarathon, men fekk
ikki heiðursmerki.
Sama var galdandi hjá
Gudmundi
Joensen,
ið
skuldi gjøgnumføra triath
lon.
Hann
hevði
undan
kappingini góðan møguleika
fyri at vinna heiðursmerki,
men mátti gevast mitt undir
kappingini, orsakað av skaða.
Eisini á seinasta leikdeg
num, har vit áttu luttakar í
fleiri finalum, kundi eydnan
havt verið betri við okkum.
Í flogbóltinum, har bæði
kvinnurnar
og
menninir
vóru í finaluni, taptu okkara.
Í báðum førunum var tað
ímóti Saaremaa.
Serliga
kvinnurnar,
sum vunnu kappingina á
Bermuda fyri tveimum ár
um síðani, eiga at iðra seg um
avrikið fríggjadagin. Flog
bóltskvinnurnar høvdu ikki
ein av sínum bestu døgum,
har tær frá byrjan av í dyst
inum, høvdu tað trupult.
Fyri flogbóltsmennirnar
var talan meira um eitt lið,
sum vann silvur heiðurs
merki, heldur enn eitt lið
sum tapti gull heiðursmerki.
Flogbóltsmenninir endaðu
nummar fýra í kappingini til
oyggjaleikirnar á Bermuda
fyri tveimum árum síðani,
so tað at flogbóltsmenninir
hesa ferð spældu seg í final
una, var ein stórur moralskur
sigur í sjálvum sær hjá
teimum.
Vit luttóku eisini í fleiri
finalum í badminton, har tað
bert eydnaðist Rannvu Djur
huus Carlsson at vinna gull.
Niclas H. Eysturoy tapti
finaluna í einmansleiki móti
Mark Constable frá Jersey,
meðan vit eisini taptu final
una í liðkappingini móti
Jersey.
Mark
Constable,
sum
Niclas H. Eysturoy tapti
ímóti í finaluni í einmans
leiki, tapti annars ikki eitt
tað einasta sett á oyggjaleik
unum.
Í
borðtennis
komu
Henrietta Nielsen og Durita
Fríðadóttir Jensen eisini í
finaluna í tvímansleiki hjá
kvinnum. Tær taptu 3-1 í
finaluni ímóti tveimum mót
støðuleikarum frá Guernsey.
Í frælsum ítrótti, vóru
okkara eisini í fleiri finalum.
Tættast við at vinna vóru
Hallur Simonsen, Rebekka
Fuglø og Marna Egholm, sum
øll vunnu silvur.
Væl eydnaðir leikir
Samanumtikið var talan um
væl eydnaðar oyggjaleikir
á Jersey í ár. Hóast ávísar
ítróttargreinar ikki høvdu
tær bestu umstøðurnar til
at innihýsa áskoðarum, so
gekk tað mesta eftir ætlan.
Eitt sum var ein serliga góður
viðleikari hjá Jersey, var tað
góða veðrið, ið gjørdi um
støðurnar til allar uttandura
ítróttargreinarnar
serliga
góðar.
Tað var bert tann eina
dagin,
at
bogaskjúttarnir
máttu gevast at skjóta eina
løtu, orsakað av torusláttri.
Tann steðgurin vardi tó ikki
leingi, og seinnapartin tann
dagin, skein sólin aftur, júst
sum hon gjørdi mestsum alla
tíðina á oyggjaleikunum.
Veðrið var sum heild
framúr allar leikirnar ígjøgn
um, har tað millum annað
eisini tann eina dagin var
heitasti dagur á Jersey sein
astu níggju árini.
Á Gotlandi um 2 ár
Komandi oyggjaleikir vera
í 2017 á Gotlandi. Tá verður
fimleikurin aftur umboðaður
á skránni, so útlit eiga at vera
fyri, at føroysku íðkararnir
kunnu enda uppaftur longur
frammi enn á tí fjórða pláss
inum, sum vit endaðu á hesa
ferð.
Oyggjaleikirnir á Gotlandi
í 2017 vera á skránni í døg
unum 24 til 30 juni í 2017.
andre@sosialurin.fo
Tey 60 heiðursmerkini:
Svimjingin: 10 Gull – 10 Silvur – 16 Bronsu
Bogaskjótingin: 3 Gull – 0 Silvur – 2 Bronsu
Skjótingin: 2 Gull
Badminton: 1 Gull – 2 Silvur – 2 Bronsu
Súkklingin: 1 Gull – 0 Silvur – 2 Bronsu
Triathlon: 1 Gull
Frælsur ítróttur: 0 Gull – 3 Silvur – 2 Bronsu
Flogbólturin: 2 Silvur
Borðtennis: 1 Silvur
Myndir: Sigmar Mørkøre