hósdagur 22. juli 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 138 - 22. juli 2004
Nr. 138 - 22. juli 2004
3
Eitt fet nærri
dreingjadreyminum
Tað gongur støðugt
framá við ætlanini
hjá RC- felagnum í
Klaksvík um at gera
eitt rættiligt frítíðar-
øki uppi á Hálsi.
Leygardagin komu
teir dreyminum eitt
fet nærri, tá vegurin
til tjørnina varð
liðugur
KLAKSVÍK
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Seinasta
leygarmorgun
fóru eini 15 mans úr RC-
felagnum í Klaksvík til
arbeiðis uppi á Hálsi. Upp-
gávan var, at gera ein 100
metur langan vegastubba
frá parkeringsøkinum og
inn til tjørnina, sum teir
gjørdu har seinasta heyst.
Higartil hava limirnir í RC-
felagnum verið noyddir at
ganga hetta strekkið gjøgn-
um hagalendi fyri at koma
til tjørnina við sínum
modellskipum. Og hóast
teinurin ikki er langur, kann
hann kennast ólagaligur við
nógvum viðføri. Tí av-
gjørdi felagið longu síðsta
vetur, at gera ein vega-
stubba á strekkinum, so tað
verður lættari hjá teimum,
serliga tá tey stóru modell-
ini skulu flotast á tjørnini.
Og leygarkvøldið klokk-
an 23 var vegastubbin so
liðugur. Tá høvdu sjálv-
bodnu limirnir úr RC-fel-
agnum koyrt umleið 70 less
av ífyllugróti, meðan ein
broytførari hevði grivið av.
Nú er so klárt at asfaltera
og annars hampa vegin,
men ætlanin er ikki at gera
parkeringspláss við tjørn-
ina. Heldur verður verandi
parkeringaspláss haruppi
víðka, so limirnir í felagn-
um og vitjandi fáa betri
møguleikar at seta bilin frá
sær har.
»Café Kaffikráin«
Tjørnin uppi á Hálsi er
liður í eini størri ætlan hjá
RC-felagnum um at gera
økið til eitt rættiligt RC-
umhvørvi, har limirnir fáa
møguleika at royna sínar
ymsu leikur, meðan onnur
eisini fáa høvi at síggja
ymiskt av tí sum felagið
tekst við. Í løtuni eru teir í
holt við at drena øki
omanfyri tjørnina, so tað
kann gerast til ein flogvøll
til modellflogførini og nið-
anfyri verður seinni ein
koyribreyt gjørd til fjar-
stýrdu bilarnar. Limirnir
vóna, at hetta økið uppi á
Hálsi sum frá líður kann
gerast eitt hugnaligt frítíð-
arpláss, har vitjandi og
ferðafólk
samstundis
kunnu sita og njóta tað
vøkru náttúruna og tað frá-
líka útsýni og kanska enntá
sleppa at keypa sær ein
kaffimunn og ein køkubita.
– Men vit hava ongar ætl-
anir um at byggja nakra
kaffistovu heruppi. Her eru
einar tríggjar niðurdottnar
kráir beint við, og tað kann
væl hugsast at vit fara at
laða onkra av teimum upp-
aftur, so hon kann brúkast
sum kaffikrógv. Umstøð-
urnar her eru so vakrar,
sum vit kunnu ynskja okk-
um. Og verður tað upp til
okkum, skal náttúran her
órógvast so lítið sum yvir-
høvur til ber, siga limir í
RC-felagnum.
Stórir dreingir – dýrar
leikur
Limirnir í RC-felagnum
hava ikki so nógv ímóti at
viðganga, at endamálið við
økininum uppi á Hálsi eis-
ini er at gera ein dreingja-
dreym til veruleika og at
sleppa at vísa sínar leikur
og reypa eitt sindur fyri
øðrum og hvørjumøðrum.
– Í grundini eru vit bara
stórir smádreingir, sum
hava fingið ráð til eitt
sindur dýrari leikur, enn vit
høvdu, tá vit vóru yngri.
Tað einasta, sum krevst aft-
urat, er eitt barnsligt lyndi
og stórur áhugi fyri øllum
tøkniligum, sigur ein av
teimum.
Men ein rættur RC-limur
má helst eisini hava gott tol
og vera fittur í hondunum.
Tað tekur til dømis ofta upp
til tvey ár at byggja eitt
neyvt modell av einum trol-
ara í støddini 1 til 50, men
tá líkist hann eisini niður í
minsta smálut.
Um konufólk eisini sita
og putlast við slíkt í loynd-
um, vita teir í RC-felagnum
ikki, men enn hevur onki
konufólk tekna seg sum
lim. Hinvegin hava tær
verið framúr dugnaligar at
baka køkur og gera kaffi, tá
okkurt tiltak hevur verið á
skránni, og har hætta stóru
smádreingirnir sær ikki at
taka kappingina upp.
Sjálvboðið arbeiðið
RC-felagið í Klaksvík hev-
ur einar 40 limir, og alt ar-
beiðið, sum er gjørt higartil
uppi á Hálsi, hava limir í
felagnum gjørt sjálvbodnir.
Men alt hetta hevði neyvan
borið til uttan stóru væl-
vildina, bæði privatir og al-
mennir stovnar hava sýnt
ætlanini, og tað hevur gjørt
arbeiðið sera hugaligt. Og
meðan limirinr í felagnaum
fegnast um hjálpina teir
hava fingið frá Klaksvíkar
Kommunu, vóna teir eisini
at Kommunan nú fer at
sýna sjálvum vegnum nið-
an á Háls størri áhuga. Veg-
urin er illa farin og er ofta
til stóran ampa fyr øll tey
mongu sum dagliga ganga
túr har. Nú vakra økið hjá
RC-felagnum er við at ger-
ast veruleiki, kann tað jú
væl hugsast, at tað fer at
gerast meir áhugavert hjá
ferðafólki eisini. Men sum
vegurin nú sær út, er tað
ikki so løgi, um onkur ikki
hættar sær at byrja túrin
niðaneftir.
Dreingjadreymar á Hálsi
Leygarmorgunin fóru limir í RC-felagnum í Klaksvík í holt við at gera vegastrekki inn til tjørnina uppi á Hálsi
Klokkan 23 leygarkvøldið kundu sjálvbodnu arbeiðsmenninir úr RC-felagnum hvíla seg og frøast
um lidna arbeiðið
Krabbagágga í egnum landi:
Krabbagággan skrivar:
Ból & Biti er føroyska heit-
ið fyri Bed & Breakfast, og
her verður, sum heitið
sjálvt sigur, veitt song og
morgunmatur. Hesin gist-
ingarmøguleiki er ofta ein
millumloysn fyri tey ferð-
andi, ið ikki vilja búgva á
bíligasta hátt á vallara-
heimi, men heldur ikki vilja
gjalda tað, sum eitt hotel
kostar. Hesin gistingarhátt-
ur er eisini ógvuliga væl
umtóktur millum tey, sum
gjarna vilja koma í sam-
band við lokalfólkið, tí ofta
er Ból & Biti at finna í
privatum húsum, har hús-
fólkið leigar eitt ella fleiri
kømur út um summarið.
Tey, sum hava roynt hendan
gistingarháttin á ferðum
uttan fyri Føroyar, vita, at
dygdin á bæði song og
morgunmati kann svinga
nógv frá einum Bóli & Bita
til tann næsta. Ból & Biti í
Æðuvík kostar 175 krónur
fyri hvønn. Tað má sigast at
vera bíligt, og tí er tað
heldur ikki við nøkrum
vónum um eitt stórt kulin-
ariskt upplivilsi at eg vakni
í Æðuvík og fari niðurundir
at fáa mær morgunmat.
Men í stovuni bíðar eitt
óvanliga væl dekkað borð.
Her er einki eftir til
smakkisansin at ynskja sær,
og sjónin fær eisini sítt.
Heimabakað franskbreyð,
heimagjørd smyrjibreyð,
bleyttkókað egg, frukt,
kaka, tvey sløg av djús,
tvey sløg av jogurt, fyri nú
at nevna ein part av tí, sum
er sett fram fyri okkum. Eg
havi sæð morgunmatar á
nógvum
trý-stjørnaðum
hotellum, sum ikki koma
upp á knøini á hesum.
– Morgunmatur er tað
einasta, sum er við í prís-
inum, so hann skal vera
góður. Ofta eru tað krabba-
gággur, sum búgva her og
tær skulu hava nokk at eta,
tí eingin veit nær tær fáa
nakað etandi aftur, sigur
matmóðirin Katrina Han-
sen, tá eg spyrji, um hetta
veruliga er vanligi morgun-
maturin.
Hesum síðsta kann hon
hava rætt í. Eingin veit nær
vit fáa mat aftur. Eingin
bussur hjá Bygdaleiðum fer
úr Æðuvík hendan dagin,
og óvist er hvussu langt
man vera millum bilarnar,
um man stillar seg at tumla.
So vit ganga.
Vit pakka ryggsekkin,
biðja matmóðrini farvæl og
takk, og fara so avstað við
kós ímóti Nesi, tí her skulu
vit lata tráðuna aftur, sum
vit læntu í gjár frá mann-
inum, sum sleppur sílum í
Nesvatn.
Tað er lætt at finna inn á
gomlu varðagøtuna heim á
Nes, tí skeltir í bygdini vísa
vegin. Men komin út um
bøgarðin hómast eingin
varði. Vit ganga tí eftir
meira modernaðu varð-
unum, el-pelunum, og koma
harvið fram á fyrsta varðan.
Tað er tjúkt í mjørka, men
varðarnir tæna sínum enda-
máli væl. Vindmyllan send-
ir sínar ljóðbylgjur ímóti
okkum, men vit síggja hana
ikki.
Skjótt koma húsini á Nesi
undan kavi. Onkrastaðni
her skuldi sílamaðurin búð.
Eg fái uppspurt, at hann býr
í hinum endanum á bygd-
ini, so vit venda nøsini tann
vegin.
Sambært mínari Lonely
Planet bók eru tvey ting at
síggja á Nesi. Kirkjan frá
1843 við taki úr fløgugróti,
og ein kanón, sum varð
brúkt at verja innsiglingina
til
Skálafjørðin
undir
seinna
veraldarbardaga.
Kirkjan er stongd, men
takið sær man so. Kanónin
stendur í einum gomlum
áhugaverdum bunkarakom-
pleksi, har tað rættiliga ber
til at merkja søgunnar
veingjasuð. Í økinum rund-
anum eru eisini nøkur
rættiliga sermerkt hús, sum
í síni tíð vórðu bygd omaná
bunkarunum.
Sílamaðurin vísir seg at
búgva í allar uttastu hús-
unum í allar ovasta býling-
inum á Nesi, og tað regnar.
Man má taka tað súra við tí
søta, hugsi eg, meðan eg
gangi niðan við tráðuni.
Her er einki hóvasták við
undirskriftum og deposit-
um fyri tráðuna. Her hevur
man álit á, at ferðafólk
koma aftur við tí, sum tey
hava lænt, og eg stilli bara
tráðuna í túninum, tí síla-
maðurin er ikki inni.
Frá uttastu húsunum í ov-
astu býlinginum gongur
leiðin nú til gongu til næstu
bygd, Toftir, at fanga ein
buss hjá bygdaleiðum. Vit
ganga framvið flottu, men
nakað køldu, Fríðrikskirkj-
uni oman í downtown Toft-
ir. Eftir at hava leita eftir
buss steðgiplássinum nóg
leingi til onga nyttu, spyrji
eg ein av teimum lokalu.
– Tit standa beint á tí. Tað
er ikki so lætt at finna, tí
her er einki skýli, fái eg at
vita.
Flott klárað. Ikki so mik-
ið sum eitt lítið skelti er sett
upp fyri at markera, at her
steðgar bussurin. Av góðum
grundum ber heldur ikki til
at síggja nær bussurin kann
væntast at koma framvið
Toftum aftur, men eg havi
fyrireikað meg og keypt
eina ferðaætlan á Farstøðini
í Havn. Sambært henni
kemur bussurin um hálvan
annan tíma.
Uttan at geva okkum far um
hvussu langt tað í veruleik-
anum er til Runavíkar, fara
vit til gongu eftir vegnum
móti grannabygdini. Lítlan
tíma seinni koma vit til
downtown Runavík, og her
er lív. Tey lokalu flokkast
um ein fiskamarknað og
ein loppumarknað og sum
eitt søluframtak fyri før-
oyskan laks, verða øll boð-
in at fáa sær ein bita av
royktum laksi.
Eg havi ikki etið síðan í
morgun, og fylli glaður í
holið. Tað smakkar væl,
men slær ikki hvítleyks-
stokta maðkapirru al fresco
og smyrjibreyðini á morg-
unmatarborðinum í Æðu-
vík.
Her frá marknaðinum
hómast eitt blátt buss skýli .
Einki skelti sigur frá um
nakar bussur yvirhøvur
steðgar her, ella nær tað
kann hugsast at henda. Men
um ikki annað er skýlið ein
ábending um at Bygdaleið-
ir finnast, og her fær man
sitið turrur.
Krabbagoggurutan:
Myndir: Høgni Heinesen
Leitanin eftir Bygdaleiðum
Krabbagággan og matmóðurin í
Æðuvík, Katrina Hansen
Ein biti av royktum laksi í Runavík
Æðuvík
Runavík
C
M
Y
K
3
2