Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. juli 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 138 - 22. juli 2004 Nr. 138 - 22. juli 2004 5 Hetta er einasta bjargingin hjá okkara fiskivinnu, sigur Kári Hansen, fiskaseljari. Og hann heldur eisini, at landið eigur at hjálpa til at fáa eina slíka farleið á føtur KAPPINGARFØRIÐ Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Fiskurin fer altíð har, sum prísurin er bestur. Soleiðis er tað og soleiðis skal tað vera. Kári Hansen er fiskaselj- ari á Strondum. Hann er eisini ein av teimum, sum hava flutt nógvan óvirkað- an fisk av landinum. Men hann sigur, at tað er ongin orsøk til at gera hendan spurningin fløktari enn hann er. – Hetta er í veruleikanum rættiliga einfalt. Tað er pen- ingurin, sum stýrir rávøru- gongdini og fiskurin endar har, prísurin fyri hann er bestir. Alt annað er uttan- umtos. Kári Hansen ásannar samstundis, at kappingar- førið hjá vinnuni er vána- ligt. Men hann heldur, at tað er alt ov einoygt at stara seg blind upp á lønarlagið. – Sjálvandi hevur lønar- lagið stóran týdning. Men tað er ikki tað, sum hevur forkomið okkara kapping- arførið, sigur hann. Hann sigur, at orsøkin til at kappingarførið er so ringt, er, at tað er so trupult at sleppa av við fisk, tí flutningsmøguleikarnir eru so vánaligir. – Tá ið føroyskar fiska- vørur koma á marknaðin, eru tær upp ímóti viku- gamlar. Sostatt halda tær sær bara nakrar fáar dagar afturat í kølidiskinum. – Hinvegin gera íslend- ingar nógv burturúr at flúgva feskar fiskavørur á marknaðin. Sostatt eru ís- lendskar fiskavørur 24-48 tímar gamlar, tá ið tær verða lagdar í kølidiskin í eini krambúð niðri á meginlandinum í Evropa og sostatt heldur tann fisk- urin sær einar 10 dagar afturat. – Tað hevði ført við sær, at fiskurin hevði verið nógv betri og tað hevði aftur ført til nógv hægri prís. Fær nógv hægri prís Kári Hansen sigur, at keyp- ararnir eru sinnaðir at be- tala nógv meiri fyri tann heilt feska fiskin. Nakað krónutal vil hann ikki seta á, men hann sigur, at talan er um fleiri krónur og tað hevði sæst aftur í avreiðing- arprísinum. – Tað er nevniliga prísur- in á marknaðinum, sum er avgerandi fyri avreiðingar- prísin. Hugskotið um at leggja avgjald á fisk, sum fer óvirkaður av landinum, heldur hann onki um. – Tað einasta, sum fæst burturúr tí, er, at avreiðing- arprísurin fer at lækka við somu upphædd, sum av- gjaldið er, tí avgjald skapar ikki hægri marknaðarprísir. Tað hækkar bara kostnaðar- støðið. – Tað einasta, eitt slíkt avgjald vildi ført við sær, var at gjørt einum parti av vinnuni, sum ber seg, for- treð fyri at hjálpa einum øðrum parti av vinnuni, sum ikki fer at bera seg kortini. – Tað er ongin, sum send- ir óvirkaðan fisk av land- inum til stuttleika. Tað verður altíð gjørt tí at prís- urin er betri uttanands. Tað eru ikki proformasølur sum gera, at fiskurin fer óvirk- aður av landinum. Hann fer óvirkaður av landinum, tí prísurin er best uttanlands. Flogfar hvønn dag Kári Hansen sigur, at ein- asti vegur hjá føroysku fiskivinnuni, er at fáa betri flutning ímillum Føroyar og umheimin. – Tað einasta rætta er at hava flogfar at flúgva fesk- ar fiskavørur úr Føroyum niður á marknaðin hvønn einasta dag. – Uttan at hann kennir nakað serligt til tað, heldur hann, at eitt flogfar hevði kanska tikið eini 10-15 tons av flaki við tí flogvølli, sum er nú. Tað svarar til eini 30- 45 tons av rundum fiski og tað er hóast alt ikki so lítið. Men hann heldur, at tað er neyðugt, at landið er við í eini tílíkari ætlan. – Verður ein slík flogruta sett á stovn, er tað neyðugt, at fiskavirkini hava onki minni enn 100% trygd fyri, at hon verður verandi minst eitt ár ísenn. Tí má landskassin tryggja eitt møguligt undirskot av eini slíkari rutu. – Hetta er ikki almennur stuðul. Hetta er at skapa fortreytir og tað er júst hetta, sum er ein politiskt uppgáva. Kári Hansen sigur, at vit hava eitt flogfelag í land- inum, við bæði flogskipar- um, tekniskari deild og øll- um, sum har til hoyrir, so tað skal ikki so nógv til at skipa eina slíka rutu. Tað skal bara eitt farmaflogfar til og hann vildi helst, at tað næsta flogfarið hjá Atlants- flogi verður eitt farmaflog- far. Tað ljóðar kanska dýrt at senda fisk av landinum við flogfarið. Men tað stúrir Kári Hansen ikki fyri. – Við flogfarið er tað bara sjálvt flakið, sum verður flutt út. Tá ið heilur fiskur fer av landinum, eru bæði høvd, ryggir, skræða og alt annað, sum ikki verð- ur brúkt, og sum er 2/3 av hvørjum fiski. – Í løtuni betala útflytarar 2-3 krónur fyri kilo í farmagjald fyri heilan fisk. Fyri fløk er fraktin einar seks sjey krónur fyri kilo, so tað verður ikki so stórur munur. Samstundis kann flogfar- ið so flyta farm heimaftur við. Kári Hansen ivast ikki í, at varð ein slík flogruta sett á stovn høvdu smá virki við hondskerarum farið at stungið seg upp ymsa- staðni, tí tá verður alt nógv einfaldari. – At taka kappingina upp við kinesarar og onnur lág- lønarlond um frystan fisk, er fáfongt. Skal fiskivinnan í Føroyum yvirliva, mugu vit leggja størsta dentin á dygdina. Og dygdin er allarbest í feskum fiskavør- um. – Í somu løtu, fiskurin er frystur, versnar dygdin og so kunnu vit akkurát tað sama seta frystarar umborð á skipini og senda lastina til Kina at verða uppsagaða. Eiga at avskipa loftvegis – Tað eru ikki proformasølurnar, sum gera, at fiskur fer óvirkaður av landinum. Hann fer óvirkaður av landinum, tí har er prísurin best. Alt annað er uttanumtos, sigur Kári Hansen, fiskaseljari – Tað einasta rætta er at hava flogfar at flúgva feskar fiskavørur úr Føroyum niður á marknaðin hvønn einasta dag. – Verður ein slík flogruta sett á stovn, er tað neyðugt, at fiskavirkini hava onki minni enn 100% trygd fyri, at hon verður verandi minst eitt ár ísenn. Tí má landskassin tryggja eitt møguligt undirskot av eini slíkari rutu. Tilvildarlig mynd Lisbeth L. Petersen, fólkatingslimur, harmast um innslagið í TV2, men hon ásannar, at upp- lýsandi arbeiði frá føroyskari síðu ikki hevur verið nóg gott POLITIKKUR Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Fólkatingsumboðið fyri Sambandsflokkin, Lisbeth L. Petersen, heldur ikki, eins og onnur, at innslagið hjá TV2 um hýrurnar hjá føroyskum fiskimonnum var serliga hóskandi. – Eg haldi, at hatta líkist ongum, sigur Lisbeth L. Petersen. Umboðið fyri Sambands- flokkin á Fólkatingi er eis- ini partur av fólkatings- bólkinum hjá Venstre, sum er annar av stjórnarflokk- unum. Formaðurin í fíggj- arnevndini hjá Fólkatingin- um, Christian Thulesen Dahl úr Dansk Folkeparti, sigur við TV2, at neyðugt er at seta blokkstuðulin á ovasta á politisku dags- skránna, tá føroyskir fiski- menn ríka seg upp á henda hátt. Lisbeth L. Petersen held- ur, at orðini frá formannin- um í fíggjarnevndini eru eitt gott dømi um, at bak- grundsvitanin ikki er nóg góð hjá donskum politikar- um. – Hatta er eitt tekin um, at danskir politikarar vita ov lítið um føroysk viður- skifti. Vit eiga sjálvandi ein part av skuldini fyri at ikki at hava kunna danir nóg væl, sigur Lisbeth L. Peter- sen. Hon heldur, at bólturin fyrst og fremst liggur hjá landsstýrinum, men hon ætlar sær eisini at gera sítt. Men tað verður trupult hjá Lisbeth at gera nakað her og nú orsakað av summar- frítíðini hjá fólkatinginum. – Men hatta, sum Christian Thulesen Dahl sigur, er í øllum førum ikki hugburðurin hjá Venstre og Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharra, sigur Lis- beth L. Petersen. Breiður meiriluti Lisbeth L. Petersen ber kortini ongan ótta fyri, at blokkstuðulin verður full- komiliga endavendur á Fólkatingi. – Tað er ein breiður meiriluti aftan fyri verandi skipan, og eg beri ikki nak- ran ótta fyri, at vit ikki í sátt og semju kunnu halda fram við verandi ásetingum – eftir samráðingum millum føroyingar og danir, sigur Lisbeth L. Petersen. Men føroyskir politikarar fáa ein gyltan møguleika at kunna Christian Thulesen Dahl, tá hann saman við øðrum limum í fíggjar- nevndini hjá Fólkatinginum vitjar í Føroyum um miðjan august. Mugu upplýsa betri Tíðindaskriv Síðani miðskeiðis í 80- árunum hevur Landsverk givið út bóklingin Ferðslan, og nú er so »Ferðslan 2003« útkom- in. Í mun til hagtølini í fjør, vísa nýggjastu hag- tølini í »Ferðslan 2003« millum annað, at tað í 2003 vórðu koyrdir 199 mió. km. á landsveg-un- um í Føroyum, og er tað 7% meira enn í 2002. Í bólklinginum sæst eisini, at hetta talið er hægri enn síðst 80-árunum, tá talið annars var serliga høgt. »Ferðslan 2003« er at finna sum pdf. fíla á heimasíðini hjá Lands- verk www.landsverk.fo Formaðurin í Fiskimannafelagnum hevur sent ein klagu til TV2 um tíðindini viðvíkjandi miðal- inntøkuni hjá føroyskum fiski- monnum. Tølini eru púra burturvið, sigur Óli Jacobsen SJÒNVARP Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo So var aftur rok um blokkin og skattalættin til fiski- menn. Serliga kjakið um blokkin var gløðandi heitt fyri ikki so langari tíð síð- ani, og nú er tað við at hit- ast uppaftur. Danska sjónvarpsrásin hevði mánakvøldið eitt inn- slag um hýruna hjá før- oyskum fiskimonnum. Dagur og vika vísti týs- kvøldið føroysku hyggjar- unum innslagið, sum mill- um annað staðfestir, at føroyskir fiskimenn í miðal vinna 664.000 krónur árliga – eftir at skatturin er goldin. Hetta merkir, at fiskimenn í miðal forvinna meira enn eina millión árliga áðrenn skatt. Sam- bært Hagstovu Føroya vóru tað í 2002 »bert« 109 fólk við einari inntøku omanfyri milliónina í Føroyum, og góð 140 fólk forvunnu sær millum 800.000 og millión- ina. Danska TV2 sigur eisini, at orsøkin til, at føroyskir fiskimenn vinna í miðal tvífalt so nógv sum føroy- ingar er, at skattalættin let- ur seg gera við góðum stuð- uli úr Danmark umvegis blokkstuðulin. Blóðskeivt Men tølini hjá TV2 fella í góða jørð hjá Fiskimanna- felagnum. Formaðurin í fel- agnum, Òli Jacobsen, sigur, at TV2 nýtir tøl, sum einki hava við veruleikan at gera. – Eg veit ikki, hvar TV2 fær hasi tølini frá, men tey koma í øllum førum ikki frá okkum. Hetta er so langt úti, at eg havi ikki orð fyri tí, sigur Óli Jacobsen. Hagstova Føroya byggir síni hagtøl um inntøkur hjá fiskimonnum á tøl frá Fiskimannafelagnum, og tískil undrar útspælið hjá TV2 øll. Ein uppgerð, sum Òli Jacobsen hevur gjørt, vísir, at inntøkurnar í fjør í miðal vóru 286.000 krónur eftir skatt. Altso meira enn helvtina av tí, ið TV2 sigur vera satt. Bert fiskimenn við nóta- skipum vóru í nánd av upp- hæddini, ið TV2 vísir á. Har var miðalinntøkan 824.019 krónur áðrenn skatt. Sjálvt í kommunun- um við lægsta skattapros- enti gevur hetta ikki minni enn eina hálva millión eftir. Àlvarsamt Ì klaguni til TV2 sigur Òli Jacobsen millum annað: »Vi betragter denne sag med stor alvor, da disse forkerte oplysninger giver danske politikere anledning til på et forkert grundlag at drage andre politiske slut- ninger, som kan få kon- sekvenser for det færøske samfund på andre områder, hvorved fiskerne let kan blive syndebukke«. Ein av hesum møguligum fylgjum kom eisini fram í Degi og viku. Christian Thulesen Dahl, formaður fyri fíggjarnevndina hjá fólkatinginum, segði, at blokkstuðulin skuldi ovast á politisku dagsskránna, tá veruleikin sá soleiðis út, at føroyskir fiskimenn ríka seg upp. Ongin viðmerking Hóast drúgvar royndir hev- ur tað ikki eydnast okkum at fáa nakra viðmerking TV2. Lotte Mejlhede hevði ábyrgdina fyri tíðindasend- ingini mánakvøldið, men hon vil ikki gera nakra við- merking og vísir til journal- istin, sum hevur gjørt innslagið. Àðrenn evsta- mark mikumorgunin var einki at frætta frá TV2. – Vit royna sjálvandi at fylgja teirri vanligu journ- alistisku meginregluni um, at tað, vit senda, skal vera rætt, sigur Lotte Mejlhede, men vil ikki gera fleiri viðmerkingar í skrivandi stund. Òli Jacobsen: TV2 sigur ósatt »Ferðslan 2003« útkomin Lisbeth L. Petersen heldur, at bakgrundsvitanin hjá donskum politikarum er ikki so góð, sum hon eigur at vera Òli Jacobsen hevur sagt journalistisku leiðsluni á TV2 eina klagu um innslagið mánakvøldið Formaðurin í fiskimannafelagnum hevur ringt við at finna orð at lýsa innslagið, ið TV2 sendi mánakvøldið C M Y K 5 4