Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. juli 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 138 - 22. juli 2004 Nr. 138 - 22. juli 2004 7 – Vit hava verið í Før- oyum í skjótt 20 ár og útvegað føroyingum olju og bensin til set- hús og bilar. Vit ætla at blíva verandi her, nú tað eisini eru útlit til at finna olju og gass. Vit eru optimist- ar og trúgva, at kol- vetni goyma seg í undirgrundini. Før- oyingar eiga ikki at missa vónina. Tað er bara ein spurningur um tíð, til oljan verð- ur funnin sigur Erling Øverland, konsern- stjóri í Statoil og oddamaður í norsk- um vinnulívi. Sosial- urin hitti hann, tá hann var á síni fyrstu Føroyavitjan herfyri OLJA OG VINNA Jan Müller jan@sosialurin.fo Herfyri vitjaði toppurin – oddamaðurin – yvir øllum í norskari vinnu, Erling Øverland, í Føroyum. Er- ling Øverland er ikki ein og hvør hvørki í Noregi og eiheldur í altjóða høpi. Hann er virkandi stjóri í Statoil konsernini, samtak- inum um tú vil, og er sam- tíðis valdur forseti í norska arbeiðsgevara- og vinnu- lívsfelagsskapinum, »Nær- ingslivets Hovedorganisaj- on«. Hann er tó bara fyri- bils konsernstjóri í Statoil, tí í næsta mánað tekur Helge Lund við hesum so týdningarmikla embæt- inum. Men Erling Øverland heldur fram í konsern- leiðsluni í hesum størsta norska felagnum hyggja vit at umsetninginum. Statoil umsetti fyri 250 mia. kr í fjør. Fyritøkan hevur 20.000 fólk í arbeiði. Alment tekur Erling Øverland við nýggja álitis- starvinum í stóra vinnulívsfelags- skapinum 16. aug. Hetta felagið er at sammeta við Dansk Arbejds- giverforening og Dansk Industri ella Føroya Ar- beiðsgevarafelag og Vinnuhúsið. Við øðrum orðum er hann í løtuni og eisini framyvir ein sera týðandi og avgerandi rødd í norskum vinnulívi í eini tíð, har Noreg verður mett sum eitt av heimsins rík- astu londum og nú um dag- arnar útrópt at vera heims- ins besta land at liva í. Hetta er so hansara fyrsta vitjan í Føroyum og leggur hann eina við, at hann er sera fegin um at hava fingið henda møguleikan. Hann er eisini fyrikomandi og opin, tá vit seta honum spurning- ar og sigur, at hetta verður ikki hansara seinasta vitjan. Statoil nógv virksemi her Men hví leggja leiðina út í Norðuratlantshav, til Før- oya, sum bert er ein evarska lítil blettur á heimskort- inum og sum, hóast granni við Noreg, bert hevur av- markað vinnuligt samstarv við stóra grannan. – Eg vitji her, tí Statoil í dag hevur ein týðandi leik- lut á føroyska marknað- inum sum veitari av ymsum tænastum sum eitt nú at veita gasssolju til sethús, bensin og diesel til bilar o.a. Haraftrat eru Føroyar eitt sera áhugavert øki fyri Statoil, tá talan er um leit- ing eftir olju og gassi. Stat- oil hevur tvey loyvi á før- oyska landgrunninum. Ein brunnur er boraður og ein er eftir. Ein nýggj runda verður latin upp í august, og tá vóna vit, at tað verða nýggir møguleikar hjá Stat- oil her. Hansara endamál við vitjanini hevur tí verið at vitja Statoil fyritøkuna sum heild, har tað arbeiða nógv fólk, og síðani eisini at vitja kundarnar og føroyskar myndugleikar fyri m.a. at læra og frætta, hvat teir hava áhuga fyri við tilknýti til nýggju útbjóðingina. Statoil hevur verið í Føroy- um síðani 1986, tá felagið yvirtók virksemið hjá Esso. – Vit eru í Føroyum og ætla okkum at vera verandi her. Men man skal hava gott tol, tá farið verður undir at leita eftir olju, og tað at stór fund ikki vórðu gjørd í fyrstu runduni merkir ikki, at tað ikki eru møguleikar á føroyska landgrunninum. Vit fara at søkja í 2. útbjóðing treytað av, at man fær áhugaverdar møguleikar. – Við tíni vitan um før- oysku undirgrundina, hevur tú vónir um, at tað fara at verða gjørd fund her? – Ja tað havi eg, og tí eis- ini at olja fer at fáa týdning fyri menningina av hesum samfelagnum. Erling Øverland sigur víðari, at sjálvandi vita vit einki við vissu, fyrr enn man hevur borað, men Stat- oil hevur eisini drúgvar royndir aðrastaðni eitt nú í Norðsjónum, og tað er m.a. út frá royndunum frá Norð- sjónum, at man sær fram til eina oljuframtíð við Før- oyar eisini. Hann vísir á, at tað vórðu boraðir meira enn 30 brunnar í norskum øki, áðrenn olja og gass varð funnið. Og haraftrat eru eisini góð úrslit bæði í donskum og bretskum parti av Norðsjónum at vísa á. Jarðfrøðin ein avbjóðing Avbjóðingin við Føroyar er tann, at her finst eitt eitt sindur øðrvísi jarðfrøðiligt grundarlag. Teir sokallaðu basaltstrukturarnir eru tor- førir at handfara, tí seis- misku kanningarnar geva verri upplýsingar enn tað tú vanliga fær í økjum við ongum basalti. So man er noyddur til at bora fleiri brunnar fyri at kunna kanna allar møguleikar. – Nú er bert borað í økjum við ongum ella lítlum basalti. Hvussu stóran týdning leggur tú í, at tað verður boraður ein brunn- ur á basaltinum? – Tað er týdn- ingarmikið, at tit fáa borað ein brunn á basalt- inum rímuliga skjótt, tí tað er har tit hava stør- stu møguleikar soleiðis sum vit duga at síggja tað í løtuni. Og tað er kanska har, at man skal hava við ta nýggjastu tøknina fyri at fáa troytt olju og gass, og tí er tað týdningarmikið at koma í gongd. – Herfyri segði Richard Hardmann, oljuráðgevi, at oljufeløg og myndugleikar áttu at tikið stig til eina bor- ing á basaltinum skjótast, og soleiðis at feløgini frá 1. rundu sluppu eitt sindur lættari við sínum skyldum í »Gullhorninum«. – Tað kann vera. Eg kenni ikki hansara uppskot. Men vit hava eisini skyldur mótvegis Føroyum at bora enn ein brunn, og Statoil ætlar sær at halda sínar skyldur, men um ein kann finna loysnir, sum eru betri fyri eitt samfelag og fyri feløgini, so er greitt, at einki er betri enn tað. Optimistar – Við tínum kunnleika til bæði 9-ára loyvini og økini, sum søkt fer at verða um í 2. rundu, hvussu stórar heldur tú møguleikarnir eru fyri at finna olju og gass tá? – Tað er torført at siga nakað um í prosentum. Men vit eru framhaldandi optimistar á føroyaøkinum og vilja vera við í eini nýggjari rundu. – Er Statoil sinnað til at taka smærri feløg, sum ikki hava so nógvan váðafúsan kapital at vera partur av samtaki, har Statoil er fyri- støðufelag í eini komandi rundu? – Vit lata altíð dyrnar upp, soleiðis at onnur kun- nu vera við. Og tað er týdn- ingarmikið, at tað eru fleiri enn eitt felag við í loyv- unum, men hvussu tað skal skipast, má vera nakað, sum vit mugu taka upp við føroyskar myndugleikar. Tað er týdningarmikið, at øll, sum eru við, kunnu til- føra nakað til prosessina, tilgongdina. – Nú var Norsk Hydro við í fyrstu útbjóðing men fekk einki loyvi. Sær tú fyri tær, at hetta norska felagið eisini verður við í 2. rundu? –Tað er ringt hjá mær at svara fyri teir. – Men tit hava eitt stórt samstarv í norskum øki. Hevði tað ikki verið eitt gott hugskot, um hitt stóra norska felagið eisini var við í oljutilgongdini við Føroy- ar? – Tað er greitt, at vit síggja fegnir, at norsk feløg raðfesta Føroyar og vilja vera við at menna oljutil- gongdina her. So vit hava einki ímóti at samstarva við Norsk Hydro, men um tey halda tað vera áhugavert handilsliga at vera við í leitingini við Føroyar, er nakað, sum Norsk Hydro sjálvt má svara. Raðfesta Føroyar høgt – Men er tað ein skilagóð íløga at brúka nógvar leiti- milliónir í einum øki sum Føroyum, har váðin er stór- ur, og har tað eru so nógvir ókendir faktorar, nú tað kann vera so nógv lættari og bíligari at koma framat olju og gassi aðrastaðni í heiminum? – Hetta er jú ein spurn- ingur um, at olja er ein mangulvøra í heiminum. Vit hava góðar royndir frá norskum øki, og vit liggja nær Føroyum og eru eitt land, sum Føroyar hava nógv samstarv við. Vit vilja tí fegnir raðfesta Før- oyar høgt, treytað av at før- oyskir myndugleikar seta upp fortreytir, sum gera, at økið her er kappingarført við tað, sum finst aðrastað- ni í Europa og heiminum annars. – Eru tær treytir tit vita um, sum koma til 2. útbjóð- ing, nóg góðar? – Vit vita jú ikki ná- greiniliga, hvussu treytir- nar fara at síggja út fyri 2. útbjóðing, men so langt sum eg havi skilt tað frá Vinnumálaráðnum, so verður lagt upp til at hava kappingarførar treytir fyri 2. rundu. – Men fyri at tit fram- haldandi kunnu hava áhuga fyri at gera íløgur her, hvar er so evsta markið fyri, nær tit vilja síggja eitt úrslit. – Eg haldi ikki man kann seta nakran ítøkiligan dag fyri tí. Úrslitini frá 1. rundu vóru sjálvandi ikki serliga góð, men har vóru tekin um kolvetni í fleiri av boring- unum. Og eg haldi sjálvur, at vit mugu hava eitt sindur av »is i maven« . Skal man liva í hesi bransjuni, so vita vit, at stórur váði er til staðar. Men man má eisini hava nakað av úthaldni, so vit hava ikki givið uppat. – Nú hava tit farmað inn í brunn, Rosebank, sum ChevronTexaco skal bora í bretskum øki við markið í næstum. Hvussu stórar eru vónirnar? – Vit hava keypt okkum uppí tann brunnin, tí vit halda, at møguleikar eru fyri at finna kolvetni. Og vísir tað seg at vera so, so vil tað økja um møguleik- arnar at finna kolvetni før- oysku megin markið eisini. Gass eisini áhuga – Nógv verður tosað um gass í løtuni. Verða gjørd gassfund, so kann tað fáa gongd á menningina av ein- um infrastrukturi og fram- leiðslu. Hvat heldur tú um tað? – Síðani man er komin eftir at niðurkøla gass eru møguleikarnir fyri at troyta og framleiða gassfelt, sum kanska liggja langt frá brúkaranum, nógv størri. Í dag er man tí ikki so bundin av bara at kunna finna olju fyri at kunna troyta kol- vetnisfund. Møguleikarnir fyri at kunna troyta gassið eru tí nógv størri í dag. Statoil leitar eftir kolvetni, og vit taka tað vit finna. Hvønn týdning heldur Erling Øverland økini norðan fyri Føroyar og vestan fyri Noreg fara at hava fyri framtíðar oljuleit- ing? – Í dag hava vit ikki nógva vitan um tey økini, og tí er tað nakað, sum man má venda aftur til, tá myndugleikarnir fara at lata upp har fyri leiting. Men vit síggja, at í norskum øki er gass funnið har og tað kann eisini vera positivt fyri Før- oyar. Missið ikki mótið – Við tínum kunnleika til oljuvinnu, hvat vil tú siga við føroyingar, sum sóu nakað stórt í oljuleitingini men sum nú hava mist vón- ina? – Missið ikki mótið. Ver- ið optimistar. Tað fer altíð at koma nakað gott burtur úr hesum stríði, um man bara syrgir fyri at menna tøknina og sín førleika. Hugsa føroyskir myndug- leikar uppá longri sikt, tá teir leggja viðurskiftini til rættis fyri altjóða feløg, sum vilja koma henda veg- in, tá kann bara nakað gott koma burtur úr fyri báðar partar. – Um Statoil sum kanska tað fyrsta felagið gera stór fund og ætlar at byggja út, hvussu langa tíð fer tað at taka? – Søguliga hevur tað víst seg at taka sera langa tíð frá fundi til útbygging og fram- leiðslu. Men tíbetur hevur man fingið nýggjar hættir at menna oljuframleiðslu eitt nú á havbotninum við nýggjari tøkni, so tað fer at ganga skjótari í dag. Men tað veldst um hvat man finnur og hvar. Trýst á politikarar – Føroyar eru lítlar og sár- barar fyri stórum broyting- um. Hvussu skulu vit tackla t.d. eini tilgongd, har tað verða funnin fleiri mega- felt? – Tá verður stórt trýst á politikarnar ikki bara at hugsa um nútíðina men eis- ini um framtíðina. T.v.s. at leggja langtíðar ætlanir fyri komandi ættarlið eisini. Sjálvur haldi eg út frá mín- um royndum í Noregi, at oljan hevur verið meira til gagn enn til vansa fyri Norra. Noreg er vorðið eitt betri samfelag at búgva í eftir at olja varð funnin. – Skulu vit brúka tykkara grunnar sum fyrimynd finna vit olju? – At stovna grunnar er sera týdningarmikið bæði fyri at kunna brúka pengar til menning av tøkni og til at goyma til eftirtíðina. Men man kann eisini vera meira strangur við at brúka minni í núinum og heldur brúka meira til at fyriureika framtíðina uppá enn gjørt hevur verið í Norra. Oddamaðurin í norskum vinnulívi á vitjan: Statoil satsar uppá Føroyar Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í olju- og vinnumálum bjóðar einum av oddamonnunum í norskum vinnulívi, Erling Øverland, vælkomnan til Føroyar Mynd Jan Müller Erling Øverland, konsernstjóri í Statoil vitjaði eisini inn á gólvið hjá Statoil Exploration í havn, har hann hitti stjóran Rúna Hansen, sum eisini hevur týðandi leiklut í altjóða leiting hjá felagnum Mynd: Jan Müller Erling Øverland, Statoilstjóri er sera hugtikin av Føroyum og ætlar sær at gera sítt til at knýta tættari bond millum Noreg og Føroyar Mynd Jan Müller · Erling Øverland hevur arbeitt hjá Statoil síðani 1976 ella í nærum 28 ár. · Hann hevur útbúgving sum siviløkonomur frá Handilsháskúlanum í Bergen. · Føddur í Oslo men búð meginpartin av lívinum í Stavanger. · Hevur arbeitt við oljusølu, raffinering og bensinstøðum. · Seinastu fimm árini fíggjarstjóri í samtakinum. · Seinastu seks mánaðirnar hevur hann verið konsernstjóri. · Kemur at halda fram í konsernleiðlsuni hjá Statoil eftir, at nýggi maðurin tekur við í august. · Frá 16. august forseti í Næringslivets Hovedorganisajon. FAKTA C M Y K 7 6