Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. juli 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 138 - 22. juli 2004 Nr. 138 - 22. juli 2004 9 Erling Øverland ætlar sær í sínum nýggja embæti sum forseti fyri norskt vinnulív at gera sítt til at menna samvinnuna millum føroyskt og norskt vinnulív OLJA OG VINNULÍV Jan Müller jan@sosialurin.fo Føroyskur ídnaður hevur í fleiri ár roynt at førleika- menna seg til at kunna vera við í oljumenningini og har eisini at kunna vera við í ar- beiði í eitt nú Noregi. Hvussu stóran týdning hev- ur tað, at føroysk virki sam- starva við norsk og eru við í oljutilgongdini har eisini: Erling Øverland: – Tað hevur stóran týdning fyri føroyskt vinnulív, at man er aktivt við, og at tað eru før- oysk oljufólk, sum eisini arbeiða í hesi vinnu í Nor- egi og í øðrum londum. Tað er umráðandi, at man er við frá byrjan og kann út- búgva síni egnu fólk, skuldi man funnið olju. Tað eru høvdini vit liva av, og tað eru tey, sum skulu reka føroyska ídn- aðin víðari, og tí er tað sera týdn- ingarmikið at fáa samvinnu í lag millum ídnað og lærdar háskúlar fyri at útbúgva fólk. – Meinar tú har- við, at hóast eing- in í dag veit við vissu, um tað verður nakað olju- ævintýr her, so er tað rætt at útbúgva síni fólk til hesa vinnu? – Tað er týdningarmikið, at man roynir at fáa ta kunning og vitan, sum til ber longu nú. Tað er heldur ikki langt til Danmarkar, Norra og Ongland, verður hugsað um arbeiði. Erling Øverland sigur, at fleiri føroyingar í dag ar- beiða hjá Statoil, og tað eru fólk, sum gera eitt sera gott arbeiði fyri norska felagið og sum heilt vist fara at hava týdning fyri Føroyar, tá olja verður funnin her. 16. august tekur Erling Øverland alment við sum forseti fyri Næringslivets Hovedorganisasjon, sum bæði er arbeiðsgevara- og vinnufelag. Og hann fer undir hesa uppgávu við stórum áhuga og vilja. Og vitjanin í Føroyum kann eisini fara at hava týdning fyri samvinnuna landanna millum. – Sum leiðari fyri vinnu- lívið í Norra síggja eg sera ljóst uppá samstarv við øll hini Norðurlondini. Tað er eisini týdningarmikið, at vit eru so dugnaligir sum gjør- ligt fyri at kunna vera kapp- ingarførir. Og tá hevur tað nógv at siga at vera frammaliga á tøkniliga øki- num. Tí vit, og eisini Før- oyar so við og við, gerast eitt háprísland. Tað hevur tí týdning, at vit ikki bara kunnu seta fólk í arbeiði, men at man kann menna tøknina og tað við vælút- búnum fólki. Brúkið tað tit eru bestir til – Kann vitjan tín her vera við til at lata upp hurðar í Noregi fyri føroyskum vinnuvirkjum? – Tað vóni eg. Eg havi hitt nógv áhugaverd og væl útbúgvin fólk við sera góð- um vilja og framtíðar vón- um, nakað sum eg sjáldan havi sæð so frammaliga aðrastaðni. Hetta eru virkin fólk og sum kunnu nógv, og fleiri teirra hava roynd- ir á maritima økinum. Erling Øver- land heldur, at føroyingar eiga at leggja stóran dent á at brúka tær royndirnar, sum vit hava á havinum og sip- ar her til mongu greinarnar innan oljuvinnuna til sjós. Erling Øver- land vitjaði eis- ini Bjarna Djur- holm, landsstýrismann. Har fekk hann eina greiða fatan av, hvat er við at henda í før- oyskum vinnulívi. – Kunnu vit samstarva landannna millum og taka við læru av okkara royndum og kunnu vit bjóða føroyska sam- felagnum okkara vitan og royndir og tøkni soleiðis, at man man kann fara í gongd við at leita eftir oljuni á rætta mátan, tá haldi eg eis- ini, at norskar fyritøkur kunnu standa seg betri í kappingini við onnur lond at veita føroyska samfelag- num hesa ekspertisu. Og hann heldur fram: – Tað er av týdningi fyri tykkum at taka hond um tað tit eru best til, og tað er á maritima økinum. Mennið hetta. Hetta er eisini nakað vit hava gjørt í Norra. Á flutningsøkinum, logistikk- inum sum heild eiga at liggja nógvir møguleikar. Norski vinnustjórin sig- ur, at hetta er fyrstu ferð hann vitjar í Føroyum. – Tað hevur verið ein stór uppliving. Tit hava eitt vak- urt land við menniskjum, sum eru positiv og engager- að og sum vilja menna hetta samfelagið. Eg havi verið sera væl móttikin. Norskur vinnulívsstjóri: Vil menna samvinnuna Nú fyrrverandi leiðslan og harvið eisini Statoil hevur verið fyri hørðum atfinningum fyri tess virksemi í eitt nú Iran, og har avleiðingin var, at ovasta leiðslan mátti fara frá, spurdu vit Erling Øverland, hvat føroyingar kunnu vænta sær av einum felag sum Statoil, tá tað m.a. snýr seg um moral. – Statoil er eitt gott felag við einum høgum morali, og tað er eitt felag, sum vil raðfesta Før- oyar høgt. Samvinnan millum Føroyar og Norra er týdningar- mikil, og tað er eisini av týdningi at geva einum felag, sum hevur tilknýti til Føroyar, eina sentrala støðu. Eg sigi ikki vit skulu vera tað einasta, men tað kann fáa stóran týdning fyri Føroyar at hava Statoil og onnur norsk feløg við sum týðandi luttakarar. Trupulleikarnar, sum hava ver- ið í Iran og aðrastaðni, hava vit lagt afturum okkum. Teir hava vit lært av. Og eitt er vist: »Vi skal optre ordentlig og skikkelig på Færøerne.« Gott felag við høgum morali Erling Øverland, konsernstjóri í Statoil her saman við stjóranum hjá Statoil í Danmark og stjóranum hjá Statoil í Føroyum, umframt landsstýrismannin í vinnumálum, Bjarna Djurholm Mynd Jan Müller Øll teldu- og telefon- skipanin hjá løgregl- uni í Havn helt brádliga uppat at virka um hálvgum 6 tíðina mikumorg- unin. Harvið gjørdist eisini landsumfatandi alarmcentralurin óvirkin. – Hetta kann als ikki góðtakast, sigur vakthavandi á løgreglustøðini 112 Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Vakthavandi á løgreglu- støðini í Havn visti miku- morgunin at siga, at vant- andi telduvirksemið allar- helst stóðst av einum kort- slutningi í einum kaðali utt- an fyri løgreglustøðina í Jónas Broncksgøtu. Hann visti tó ikki at siga hví kortslutningurin hendi. – Tað hevur verið nakað av vegarbeiði seinastu tveir mánaðirnar beint eystanfyri løgreglustøðina. Vit vita tað ikki fyri vist, men tað kann so vera ein orsøk til, at skipan okkara er óvirkin í dag. Orsøkin til kortslutn- ingin er tó ikki endaliga staðfest enn, segði vakthav- andi. Spurdur, um kortslutn- ingurin ikki kundi verið menniskjaframdur, svaraði vakthavandi, at teir eisini hava kannað tann møgu- leikan. – Man skal jú aldri siga aldri, men vit eru 99,9% vísir í, at hetta er eitt hendiligt óhapp og at tað ikki er sabotaga. Hann segði víðari, at teir á støðini í Havn varnaðust, at okkurt var galið við skipanini um hálvgum seks tíðina mikumorgunin. – Vit sendu beinanvegin boð eftir umboðum frá SEV og Føroya Tele, sum komu á staðið at arbeiða við tað sama. Vit hava snøgt sagt sett alt, sum kann krúpa og sum hevur skil fyri hesum, at arbeiða uppá kaðalin, so skipanin kann fáast at virka aftur skjótast tilber, greiddi vakt- havandi frá. Hann visti ikki at siga hvussu leingi skip- anin fór at vera óvirkin, men hann væntaði ikki, at tað fór at vera serliga leingi. Alarmcentralurin fór Kortslutningurin hevur elvt til stórt høvuðbrýggj niðri á løgreglustøðini, tí megin- parturin av teirra dagligu arbeiðstólum nú brádliga gjørdust óvirkin. Vakt-hav- andi sigur, at telefonnetið fór, alt sum tað var. Sam- band fekst bert við støðina umvegis fartelefonir. Radionetið, sum nýtt verð- ur at samskifta við akførini, fór somuleiðis og stórir partar av telduskipanini vórðu óvirknir. – Vit fingu nýtt telduna at skriva við o.s.fr., men vit sluppu ikki inn á nakað arkiv, t.d. yvirlitið yvir akfør, greiðir vakthavandi frá. Men tann størsti og álvarsamasti missurin, sum kortslutn- ingurin elvdi til, man uttan iva vera, at alarmcentralur- in, sum er landsumfatandi, eitt tíðarbil varð óvirkin. Politiið fekk tó seinni út á morgunin eina telefonlinju, sum fór at fungera sum alarmcentralur. Ringdi tú 112 fekk tú sostatt fatur í politinum í Havn. Men alarmcentralurin, í sínum vanliga líki, fungeraði ikki. – Hetta kann rætt og slætt ikki góðtakast, sigur vakt- havandi álvarsamur á mál- inum. Løgreglan lýsti fleiri ferðir mikumorgunin í út- varpinum og kunnaði fólk um óhepnu støðuna. Fólk skuldu, ístaðin fyri at ringja til alarmcentralin, ringja beinleiðis til sjúkrahús ella brandstøðir kring landið, alt eftir hvar tey vóru stødd. Men hetta má tó sigast at vera sera óheppið, tí hvussu nógv fólk munnu, í eini óhappsstøðu, hava telefon- nummurini hjá ymsu sjúkrahúsunum og brand- støðunum í høvdinum? Vakthavandi heldur, at hetta uttan iva hevur givið løgregluni nakað at hugsa um. – Hetta er ongantíð hent áður, síðani løgreglu- støðin kom í 1967, og eg gangi harðliga út frá, at hetta ongantíð fer at henda aftur. Nú hava vit sæð, at vit eru noyddir at hava eina plan B, um so skuldi verið, at hetta hendi aftur. Tað kann als ikki góðtakast, at alarmcentralurin ikki fun- gerar, staðfestir vakthav- andi at enda. Allar Føroyar raktar Tað var tó ikki bert í Havn- ini, at løgreglan var skerd mikumorgunin. Tað er nevniliga soleiðis vorðið, at telduskipanin hjá allari føroyskari løgreglu, gongur ígjøgnum Havnina. Í Klaksvík frættu vit, at telduskipanin virkaði sum hon skuldi tíðliga miku- morgunin, men at hon seinni út á morgunin bleiv óvirkin. – Skipanin er soleiðis gjørd, at servarin stendur á høvuðsstøðini, sum er í Havn, meðan vit bert hava ein skerm og eitt tastatur her norðuri. Okkara tele- fonskipan og okkara radio- skipan eru lokalar, so tær fungera, sum tær plaga. Men teldan er púra svørt, greiddi vakthavandi á løg- reglustøðini í Klaksvík frá. – Skipanin er tann sama fyri allar politistøðir í landinum, so um vit ikki sleppa inn á telduna, so sleppur eingin onnur støð í landinum heldur, segði hann. Hann helt tað vera sera spell, at tað kann koma fyri, at øll telduskipanin og ser- liga alarmcentralurin á hendan hátt kunnu gerast óvirkin. – Sjálvandi, óhapp kunnu altíð henda, men hetta er forferdiliga keði- ligt, staðfesti hann. Hann segði tó, at um so var, at okkurt álvarsamt skuldi verðið á vási, so fingu teir altíð samband við politiið í Havnini, hóast alt. Víðari greiddi hann frá, at politiið í Klaksvík fær arbeitt ótarnað, tí hóast teldan er svørt, so hava teir allar upplýsningarnar í stórum ringbindum, upp- skrivaðar við hond. – Vit klára okkum her norðuri, men sjálvandi seinkar tað arbeiðnum nakað, at teldan ikki er tøk. – Eg dugi ikki at siga hvat skal gerast við hendan trupulleikan, men okkurt má henda, so hetta ikki endurtekur seg. Serliga tað, at alarmcentralurin ikki svarar. Hann má altíð virka sum hann skal, staðfesti vakthavandi í Klaksvík at enda. Alarmcentralurin svaraði ikki Kaðalin, sum mikumorgunin elvdi til kaos hjá landsins løgreglu. Alarmsentralurin var óvirkin, allir telduskermar vóru svartir og løgreglan í Havn misti bæði telefonsambandið og radiosambandið við akførini. Mynd Jens Kr. Vang Orsøkin til skammlopið verður hildin at vera vegarbeiðið, sum hevur verið eystanfyri løgreglustøðina seinastu tveir mánaðirnar. Kaðalin er tá vorðin skamfýlaður, og hesin skaðin elvdi allarhelst til skamlopið mikumorgunin Mynd Jens Kr. Vang C M Y K 9 8