hósdagur 22. juli 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 138 - 22. juli 2004
Nr. 138 - 22. juli 2004
11
Tað var ein sera áhugaverd grein her í blað-
num í gjár, har ein fiskaútflytari ger vart við
teir sera álvarsomu flutingstrupulleikarnar
hjá út flutningsvinnuni. Viðkomandi útflytari,
sigur, at tað eru tær fesku vørurnar, sum
skapa dynamikk í prísinum. Hann leggur aft-
urarat, at "tann dynamikkin hava vit ikki við
teimum flutningsøguleikum, sum nú eru".
Útflytarin, Leif Høj, vísir á, at tað, sum hevur
eina størstan týdningin fyri kappingarførið,
er, at vit fáa betri flutningsmøguleikar ímill-
um Føroyar og umheimin.
Útflytarin upplýsir, at fiskur, sum verður av-
skipaður í Føroyum mánadag, er ikki frammi
á marknaðinum fyrr enn hósdag. Fiskur, sum
verður avskipaður hósdag, er ikki frammi,
fyrrenn mánadag, og fiskur, sum verður
avreiddur týsdag, verður ikki frammi fyrrenn
mánadagin. Á nógvum marknaðum kunnu
føroyskir útflytarar sostatt bara lata vørur
eina ferð um vikuna. Hetta er er eisini gald-
andi fyri okkara høvuðsmarknað fyri upsa og
kongafisk, sum er tann týski marknaðurin.
Tað er innlýsandi, at so vánaligar karmar
kunnu vit ikki framhaldandi bjóða okkara
høvuðsvinnu.
Tann, sum lesur nevndu grein, má spyrja, hví
skilið er, sum tað er. Hetta er, sum nevndi
útflytari sjálvur sigur: "burtur úr vón og viti
og er ein stórur bági fyri kappingarførið".
Hann leggur afturat, at bóru føroyingar seg
rætt at, kundi avreiðingarprísurin á fiski verið
munandi hægri, enn hann er nú. Leif Høj
hevur eisini nøkur onnur áhugaverd sjónar-
mið uppá kappingarføri og tímalønir, sum vit
venda aftur til í eini komandi oddagrein. Her
skulu vit bert loyva okkum at vísa á, at hetta
skilið við sera vánaligum flutnings-møgu-
leikum kann ikki halda fram. Tað er hóskandi
at minna á, at tann flokkur, sum nú hevur
leiðsluna í landsstýrinum lovaði vinnuni
nógv betri karmar og rúmari virkisræsur.
Hetta sæst aftur í samgonguskjalinum við.
Her má tí vend koma í. Flutningstrupul-
leikarnir hjá útflutingsvinnuni er eitt politiskt
mál og eigur at verða loyst sum eitt politiskt
mál – og hetta mál hevur skund.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Kappingarføri og
flutningur
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
TÍÐINDASKRIV
Útisetatelefonbókin
fyri
árið 2004 er komin í før-
oysku bókabúðirnar. Úti-
setatelefonbókin er ein
telefonbók yvir føroyingar
búsitandi uttanlands.
Bókin er í støddini eitt
sindur minni enn A4. Um-
framt mongu litføgru lýs-
ingarnar, eru nærum 3000
felagar skrásettir í bókini.
Upplagið er 3500 eintøk.
Í Danmark kom Útiseta-
telefonbókin út í februar
mánað, men av tí at grav-
gangurin eftir bókini hesu-
ferð var so mikið stórur,
varð neyðugt at prenta 500
eintøk eyka. Tí kemur hon
fyrst nú út í Føroyum.
Tað er reklamufyritøkan
Mediagraph, ið gevur út
Útisetatelefonbókina. Átta
fólk eru í starvi á fyritøk-
uni, harav ein føroyingur er
í føstum starvi umframt
tveir aðrar føroyingar, sum
eru knýttir at reklamu-
stovuni sum freelance.
Útisetatelefonbókin komin
TÍÐINDASKRIV
frá Hósvíkar Róðrarfelag
Árliga regattasiglingin Eiði
– Hósvík - Nólsoy fyriskip-
að av Hósvíkar róðrarfelag
verður vikuskiftið 6. og 7.
August. Siglt verður av
Eiði, fríggjakvøldið 06. aug
kl. 19:00, til Hósvíkar.
Tá komið verður til Hós-
víkar, eru allir luttakararnir
bodnir til ein døgverða í
bygdarhúsinum. Í Hósvík
verður møguleiki hjá lut-
takarum at seta tjald upp.
Regatta dansur við LM
band verður í bygdarhúsin-
um.
Leygarmorgunin eru allir
luttakararnir
bodnir
til
morgunmat í bygdarhúsin-
um.
Seinnapartin Leygardag-
in verður farið til Nólsoyar
eftir sama framferðarhátti
sum av Eiði.
Tilmelding skal fara fram
á www.hosvik.fo ella hjá
einum av nevndarlimunum
í róðrarfelagnum.
Hans Jacob 422086
/ 210186
Elinborg 422922 / 722922
Til ber eisini at fara á
www.krf.fo ella
www.drekin.fo og trýsta á
link til regatta 2004
Seinasta freist at melda
til er mikukvøldið 4. aug.
klokkan 22:00
Kostnaður 100 kr. Fyri
hvønn luttakara. Íroknað
kostnaðin er døgverði og
morgunmatur í bygdarhús-
inum. Goldið verður kon-
tant á bryggjuni á Eiði.
Undanfarin ár hevur tað
verið eitt sindur torført at
fingið luttakandi bátar at
fylgt teimum boðum ið
givin hava verið. Tí hava vit
í ár fingið fýra skjóttgang-
andi bátar við frá bjarging-
arfeløgunum og verða bátar
bidnir um at fylgja boðum
frá hesum. so øll kunna fáa
eina góða og hugnaliga
regatta.
Stuðlað tiltakinum hava:
Bátatænastan
-
Føroya
Sparikassi – Krás - Reno
Vent - Artic Importø
Regatta 2004
Viðmerking frá IRF
Almenn
punktgjøld
á
nýtsluvørum kunnu hava
ymisk endamál til ymsar
tíðir. Tey kunnu brúkast til
at tálma nýtslu, at broyta
nýtslumynstur og til stuðla
umhvørvisátøkum.
Fyri eini fimmti árum
síðani var kolkomfýrur í
køkinum ikki nøkur luksus-
vøra, men í sekstiárunum
blivu
petroliumfýringar
setar í nógvar av teimum,
og tað var stás. Seinni
vórðu teir avloystir av
miðstaðarhitaketlum,
og
tað var tað reina luksus. Í
fimtiárunum fingu flestu
føroyingar eisini elektrisitet
og luksusvøran elektriskur
komfýrur við bakarovni
varð at síggja í alt fleiri
húsum í fimmti og seksti-
árunum.
Síðani eru nógv fleiri
luksuvørur komnar, sam-
stundis sum fyrrverandi
luksusvørur eru vorðnar
hvørs mans (m/k) ogn.
Køliskáp og frystiboksir,
vaskimaskinur og upp-
vaskimaskinur, dustsúgv-
arar og eymhettur, radio,
sterioanlegg og surround-
skipanir, sjónvarpsskipanir
og telduskipanir, telefonir
og fartelefonir. Allir hesir
hentleikar eru nú í so at
siga hvørjum húsi. Har-
afturat koma persón-bilar
og glastrevjabátar.
Felags fyri allar hesar
lutir er, at teir eldast og ant-
in fara av móta ella ganga
fyri. Teir verða skiftir út og
koyrdir burtur.
Fyri fáum árum síðani
vórðu allir hesir lutir grivn-
ir niður á ymsum tyrv-
ingarplássum kring landið.
Lítið varð hugsað um tung-
metalir, POP og ozonskaði-
lig evni. Hetta er broytt og
verður tíbetur ikki gjørt
longur. Men tað er eisini
ein hóp dýrari at beina
hesar lutir burtur í dag.
Skiljing og burturbeining
Í IRF-skipanini verður í
løtuni mælt til at skilja
hetta burturkastið soleiðis:
Jarn og metal
• eymhettur
• hitaketlar
• komfýrar
• uppvaskimaskinur
• vaskimaskinur
CFC-vørur (freon-vørur)
• køliskáp
• frystiboksir
Elektriskt og elektroniskt
burturkast (WEEE)
• borimaskinur
• dustsúgvarar
• fartelefonir
• radio
• sendarar
• sterioanlegg
• surroundskipanir
• sjónvarpsskipanir
• telduskipanir
• telefonir
• v.m.
Bilar
• bussar
• lastbilar
• persónbilar
Alt vanligt jarn og metal í
IRF - limakommununum
verður savnað saman á
nøkrum fáum støðum og
flutt
til
Kommunalu
Brennistøðina hjá Tórs-
havnar kommunu, har tað
verður kroyst saman, og
síðani sent av landinum til
endurnýtslu.
Persónbilar
verða eisini kroystir á sama
stað, men framman--undan
skal øll olja og ymisk út-
gerð verða tikin úr bilvrak-
inum.
Freonvørur og elektron-
iskt burturkast verða send
til góðkent móttøkuvirki
uttanlands, sum antin við-
gera tilfarið sjálvi ella
senda lutirnar til virki, sum
hava serkønan kunnleika til
at taka hesar lutir sundur og
viðgera teir einstøku smá-
lutirnar.
Burturkastið verður við-
gjørt soleiðis, lutvíst fyri at
minka um dálking frá ser-
ligum evnum, t.d. freon og
tungmetalum, men eisini
fyri at endurnýta lutir og
endurvinna metalir.
Nógv orka verður brúkt
til flutning av hesum burt-
urkastinum. Fyri køli- og
frystiburturkast og elek-
tronikk burturkast skal
eisini gjaldast fyri viðgerð-
ina á seinasta staðnum.
Fígging
Elektriskt og elektroniskt
burturkast,
CFC-burtur-
kast, bildekk og tílíkt hevur
verið viðgjørt í serligum
skipanum í okkara skandi-
navisku grannalondum í
fleiri ár. Sokallaði grøn
avgjøld, ella kanska betur
burturkastgjøld, hava verið
løgd á summar vørur. Virki,
sum kunnu prógva, at burt-
urkastið er endurnýtt, end-
urvunnið ella fyribeint á
annan góðkendan hátt, fáa
goldið eitt fast gjald fyri
hvørja eind tey hava av-
greitt.
ES hevur eisini viðgjørt
hesar burturkastbólkar eina
tíð og samtykt eitt direktiv
fyri elektriskt og elektron-
iskt burturkast (WEEE-
direktivið). Direktivið gev-
ur framleiðarum, umboð-
um og handlum eisini
ábyrgd av tólunum, eftir at
tey ikki verða brúkt meira
(framleiðaraábyrgd). Rokn-
að verður við, at WEEE-
direktivið fer at økja ser-
innsavningina og servið-
gerðina av elektriskum og
elektroniskum burturkasti.
Roknað verður eisini við, at
hetta fer at broyta tólini
viðvíkjandi viðlíkahaldi,
endurnýtslu, sundurtøku og
endurvinning.
WEEE-
direktivið verður sett í
gildið í Danmark í august í
ár.
Í Svøríki hevur ein líkn-
andi skipan verið í gildið
síðani 2001.
Skipanin merkir millum
annað, at hvørja ferð ein
kundi keypir eina elektriska
ella elektroniska vøru, kann
hann lata handlinum eina
tilsvarandi
nøgd
av
brúktum tólum.
Nú
Fíggjarmálaráðið
hevur boðað frá, at flestu av
verandi punktgjøldum á
omanfyrnevndu
vørum
skulu minkast ella takast av,
verður heitt á Fíggjar-
málaráðið saman við Inn-
lendismálaráðnum, at meta
um møguleikan at halda ein
part av gjøldunum eftir,
soleiðis at tey virki, sum
kunnu vísa á, at hvítvørur,
elektronisk tól, bilvrak, bil-
dekk, akkumulatorar, ljós-
rør og annað serliga dálk-
andi burturkast, eru við-
gjørd og burturbeind á
góðkendan hátt, fáa goldið
eina ávísa upphædd fyri
hvørja staka eind ella vekt-
eind. Soleiðis kunnu eisini
handlar og virki, sum selja
hesar vørur, bjóða kundum
sínum eina betur tænastu,
samstundis
sum
gamla
vøran helst eisini fær eina
rættari skiljing, viðgerð og
burturbeining í framtíðini.
Punktgjøld – frá luksusvøru til luksusburturkast
VIÐMERKINGAR
C
M
Y
K
11
10