Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. juli 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 138 - 22. juli 2004 Nr. 138 - 22. juli 2004 13 Hóast Poul Michelsen tekur tað pent og heldur sær væl og árini ikki gera mun, nú hann verður seksti, so er hann onkunstaðni innast inni helst eitt lítið sindur argur um at fylla 60, tí dystin móti árunum er tann einasti, hann frammanund- an er dømdur at tapa. -- Skulu vit hava eina ímynd av einum havnarmanni, so má tað vera Poul. Tí meira ektaðan havnarmann og HB'ara finnur tú ikki. Poul er eisini ein ektaður vinn- ari. Hann hatar at tapa, bæði í ítróttarkappingum og á vinnulívsmarknaðin- um. Poul er føddur áðrenn krígslok, foreldrini vóru Paula Sundberg av Nesi í Vági og Johan Michelsen, vatnmeistari í Havn. Poul vaks upp í C. Pløyensgøtu ella á Fossá, sum býlingur- in niðri við Dómhúsið varð kallaður av havnarfólki. Hann vaks upp við nógv umrøddu býlingabardøgun- um og ítrótti, tók realprógv í 1961, endaði sum lær- lingur hjá Balslev, har hann fekk skrivstovuútbúgving, umframt at hann stóð stats- góðkent bókhalds-prógv í 1964. Kanska kunnu vit kalla Poul eitt slag av heimføðingi í positivum týdningi - tí hann hevur aldri búð aðrastaðni enn í Havn og kundi heldur ikki droymt um tað! Poul giftist Sólrun Mid- jord av Argjum - sjáldsamt, heldur onkur, tí ikki bara var hon bygdarfrell, men tí hon er tann einasta, hann alment aldri hevur vunnið nakran dyst ímóti. Poul og Sólrun giftust inn til for- eldrini hjá Poul í 1966 og búðu har, til tey í 1969 fluttu í Gundadal, har tey framvegis búgva. Tey eiga børnini Jóhan Petur, Elin og Poulu, umframt fýra ommu- og abbabørn. Herfyri hátíðarhelt Poul 30 ára dag sum sjálv- støðugur vinnurekandi. Tað er eisini eitt eyðkenni fyri Poul, hetta "at byrja fyri seg sjálvan", at vera ígongd- setari, tora at "risikera", umframt at han dugir ómetaliga væl at seta onnur í gongd. Hann arbeiddi hjá Bals- lev sum sølumaður til hann byrjaði fyri seg sjálvan, hann byrjaði virkið í kjall- aranum í Gundadali, men flutti síðani niðan á Hoy- víksvegin á trønna hjá abb- anum, Hans Jacob Michel- sen. Virkið er síðan fleiri ferðir útbygt, seinast í 2002, og umfatar umframt stóra goymslu, køli- og frystigoymslu, eisini flutn- ingsfelagið Atlas Føroyar og Atlantic Partner A/S í Keypmannahavn. Tilsam- ans seksti fólk arbeiða í samtakinum. Hann hevur verið ein eld- sál innan HB, borðtennis, badminton, fótbólt og Tórs- vøll - alt samstundis, sum hann hevur tikið stórar vinnuligar avgerðir og bygt eitt stórt virksemi upp. Fáar menn man enska orðafellið hóska betur til enn Poul: If you want something done, ask a busy man! Poul hevur aldri stundir, men hann tekur sær stundir kortini og fær altíð arbeiðið frá hond- ini! Sum sekstan ára gamal gjørdist hann føroyskur meistari í borðtennis, tað var í 1961. Í 1964 bleiv hann bæði meistari í borð- tennis og badminton, og tað var hann í eini 10 ár, um- framt at hann vann eina rúgvu av meistaraskapum í báðum greinum í double, blandaðum og liðum. Hann var á fyrsta liði hjá HB í trýssunum og í byrjanini av sjeytiárunum. Hann var tvær ferðir meistari, við dreingjaliðnum og 1. liði og var á tveimum landsliðum - í badminton og í fótbólti - og hann sat í stjórn ÍSF's fyri bæði borðtennis, bad- minton og fótbólt. Poul gjørdist formaður í tí, sum tá varð kallað "fót- bóltsdeild ÍSF's". Her var hann við til at leggja grund- arsteinin undir stovnanina av FSF sum sersambandi og hann viðvirkaði í stóran mun til altjóða viðurkenn- ingina. Umsókn um al- heims limaskap varð send í 1974 og Poul luttók á fyrsta fundinum, sum føroyskur fótbóltur varð boðin til utt- anlands - hetta hendi, tá fótbóltsdeild ÍSF's varð boðin at luttaka á norður- lendskum fótbóltssam- gongufundi við Laugarvatn í Íslandi sama ár. Poul hevur eisini verið skóti og seinni skótaleiðari. Hann gjørdist formaður í Pf. Havnar Fótbólti - Tórs- vølli í 1999. Hann gjørdist finskur aðalkonsul í 2001. Hann er riddari av Danne- brog, riddari av Íslandsfalk- inum og hevur fingið gull- nálina frá ÍSF. Og hann hevur sitið og sitir framveg- is í einum ótali av nevndum og ráðum. M.a. í nevndini í fiskasøluni Farex og inn- flutningsfyritøkuni Far- pack. Poul varð valdur til bý- ráðsvalið 1980 og fór bein- leiðis til arbeiðis sum bý- ráðsformaður. Hann hevur tilsamans sitið sum borg- arstjóri í havn í 12 ár, og tað er met! Hann varð valdur á løgting í 1984, sat fram til 1990, og kom innaftur í 2002 og situr sostatt fram- vegis sum tingmaður. Hann situr í fleiri nevndum og hevur verið 2. næstformað- ur í tinginum. Eitt av tí nógva, Poul tókst við, tá hann fór frá sum borgarstjóri, var at etablera Fóm í Grønlandi. Hann var eisini nevndar- limur í Fiskavirking og eitt skifti fiskasølustjóri. Hetta hevur hann onkuntíð mett sum eina bæði spennandi og keðiliga uppgávu í ring- astu krepputíðum, ein tíð, sum hann næstan angrar, m.a. tí honum hóvaði ikki sokallaðu donsku loysnir- nar, ið kroystar vórðu nið- uryvir skipanina. Men tað er ein longri søga. Sum borgarstjóri í 80'un- um var Poul í essinum. Tað var hesi árini, at tær stóru avgerðirnar vórðu tiknar og allar tær risastóru og neyð- ugu íløgurnar vórðu gjørd- ar. Hesa tíðina fingu vit brennistøðina og eitt nú varð vatnverkið útbygt. Út- stykkingarnar tóku dik á seg og álitið um framtíðar Havnina frá 1986 var so væl gjøgnumhugsað, at sit- andi býráð enn í dag ar- beiðir við útgangsstøði í hesum áliti, 18 ár seinni. Men hóast tað, so eru tað onnur ting, sum fólk kanska minnast betri frá hesi tíðini. T.d. tá Poul trumlaði jazzháborgina gomlu Perluna niður, m.a. eftir umbøn frá heiðurs- borgaranum Williami Heinesen, sum ikki fekk sovið fyri hesum "marru- kenda" bygningi. Ella tá Poul trumfaði Rás Tórs- havn ígjøgnum við snildis- liga at fáa næstan alla Havnina - eisini Føroya Náttúru- og Umhvørvis- verndarfelag - at mótmæla uppsetan av privatum para- bolum, tí hetta var eitt slag av "umhvørvisdálking". Tað hepnaðist, og havnar- fólk fingu ókeypis sjón- varpsrásir líka til fyri stutt- um. Poul er sjáldsama raskur maður. Hann er so væl fyri at tað næstan er irriterandi. Morgunmaður burturav. Longu klokkan 05.45 hvønn gerandismorgun sæst hann á vegnum fram við Strond á veg á post- húsið. Hevur hann annars nakra frítíð gongur hann og melur uppi í fjøllunum. Men ein stórur partur av frítíðini fer til at arbeiða fyri Tórsvølli. Finnur tú ikki Poul og er hann ikki farin í fjøllini, so er bara at fara niðan í Gundadal. Hann er har onkunstaðni, heilt vist. Hóast hann tekur tað pent og heldur sær væl og árini gera ikki mun, nú hann verður seksti, so er hann onkunstaðni innast inni helst eitt lítið sindur argur um at fylla 60, tí dystin móti árunum er tann ein- asti, hann frammanundan er dømdur at tapa. Men fyri Poul er aldur bara tøl. Og tølum kann ein ar- beiða við! Hjartaliga tillukku, Poul! -ójr NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Poul seksti í dag 90 ára føðingardagur Í dag, hósdagin 22. juli, fyllir Tummas Vilhelm, fyrrverandi húsasmiður í Klaksvík, 90 ár. Møguleiki er at heilsa uppá Tummas á føðingar- degnum millum kl. 15.00 og 20.00 í Uppistovu á Norðoya Røktarheimi í Klaksvík. 80 ára føðingardagur Ólavsøkudag 29. juli verður Hildegerd Højgaard, Rituvík, 80 ár. Dagurin verður hildin á Svangaskarði fríggja- dagin 30. juli kl.18.00. Øll eru hjartaliga væl- komin. Prógv Tann 21. juni fekk Ester Eysturskarð prógv sum marknaðar- føringsøkonomur (AK) á Erhvervsakademi Midtjylland í Herning. Hon er dóttir Sonju og Jógvan Høj í Klaks- vík, og er gift við Allan Eysturskarð úr Fugla- firði. Ester verður ynskt hjartaliga tillukku við próvnum og við 25 ára føðingardegnum í dag. Dagurin 22. juli, Maria Magdalena. Verður nevnd sum ein av teimum kvinnunum, sum vóru í fylgi við Jesusi og verður sett í samband við ymiskar kvinnur, sum vit annars hoyra um í evangelisku frásøgunum. Var ein av kvinnunum við Jesu grøv, tá ið hann var upprisin. Magdalena merkir úr bygdini Magdala. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Tummas Wilhelm 90 ár Í dag verður Tummas Wilhelm í Klaksvík 90 ár. Hann er føddur í suðuri Vági, men tá hann var 6 ára gamal, fekk faðir hansara starv í Oyndarfirði og búði hann har til hann fór til skips. Seinni fluttu tey til Klaksvíkar. Hann er sonur Jóhonnu Katrinu f. Eliasen í Úti- stovu norðuri í Vági og Jens Wilhelm á Tjørn suðuri í Vági. Tummas er elst av fýra systkjum. Hann átti tríggjar systrar, og liva tær tvær enn. Rutt býr í Hósvík og Sanna býr í Kalundborg. Elsta systirin, Anna, var búsitandi í Ålborg og doyði fyri um einum ári síðani. Í 1951 giftist Tummas við Margretu Fuglø av Viðareiði. Tey búsettu seg í Klaksvík, og eiga sonin, Jens, sum er giftur við Odmu Johannesen úr Leir- vík, tey eru búsitandi í Bagsværd í Danmark. Í nógv ár starvaðist Margreta sum sjúkrasystir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Eftir kríggið fór Tummas at smíða við pápa sínum, og millum fakfólk verður hann roknaður sum ein hegnigur handverkari. Eitt tað seinasta arbeiðið, ið Tummas var við í, áðrenn hann legði frá sær 75 ára gamal, var restaureringin av Norðoya Fornminnis- savni. Tummas býr nú í Uppi- stovu á Norðoya Røktar- heimi, har høvið verður at heilsa upp á hann føðing- ardagin millum klokkan 15.00 og 20.00. Tummasi verður ynskt hjartaliga tillukku og Harr- ans signing á lívskvøldin- um. Minningarorð um abba og langabba okkara Jóhan á Plógv Góði abbi. Okkara høgt elskaði abbi. Tungt er tað at sita her og skriva minningarorð um teg. Nú komu boð eftir tær, nú fór tú frá okkum 82 ára gamal, eftir at tú lá sjúkur í nakrar vikur, til hjarta títt ikki orkaði meira. Tú hevur verið okkum ein góður abbi og langabbi, okkum børn hevur tú altíð verið góður við og givið tær góða tíð til, altíð klárur við klemm og muss tá tú sá okkum. Nú tú ert farin, renna barnaárini fram fyri okkum, alt tað góða vit høvdu saman við tær, alt tað góða tú lærdi okkum. Ommu var tú sera góður við, ja øll okkum, sum stóðu hjarta tínum nær. Altíð hevur tú lagt nógvan dent á at tæna Harranum og tað gjørdi tú allar dagar eg kann minnast, til tað síðsta lá tú og sang og murraði versið: og tøkk, at tú meg hevur vart frá váða og neyð; tøkk fyri himmalljósið bjart, tøkk fyri dagligt breyð. Hvønn dag, hvørja nátt og hvørja máltíð legði tú í Guds hendur við bøn. Abbi tú ert ein maður ið vit koma at minnast við virðing og kærleika, tú legði nógv gott eftir tær og tað skal tú hava stóra tøkk fyri. Friður veri við minninum um okkara kæra abba og langabba Jóhan. Abba- og langabbabørn Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu og hjálpsemi í stóru sorg okkara, tá elskaði maður mín Franklin Ziska doyði og varð jarðaður. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og berarar. Tøkk til heimarøktina.Tøkk fyri blómur og kransar og tøkk til tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Jóhanna Ziska Um tað er nakar, sum eigur at blíva heiðraður við einum merkisdegi, so má tað vera ein, sum hevur havt sama yrki síðani hann var 14 og nú er blivin 67. Páll Poulsen er búsitandi í Sumba, har hann er føddur og upp- vaksin. Hann hevur verið á sjónum alt sítt lív og tey seinastu 28 árini hevur hann siglt við Tjaldrinum. Fríggjadagin tann 16. juli 2004 var so seinasti dagur hjá honum um- borð, men nú eru árini komin til tey 67 og hann má í land. Sjálvt um tað er ein merkisdagur hjá honum, so er tað eisini ein harður dagur at skula gevast at sigla. Tí eftir 28 ár á sama arbeiðs- plássi og skipi, má tað vera svárt og við sorgblídni, at hann fer í land. Páll er ein raskur og væl dámdur maður, er ógvuliga frynt- ligur og lættur at blíva góður við. Og tað er nevniliga tað, sum ger at tað blívur svárt at siga farvæl og takk fyri hjá teimum, sum hann hevur arbeitt saman við. Tí teir eru nakrir, sum hava verið umborð saman við Pálli øll hesi 28 árini, og tá eru sterk bond knýtt. Eg eri persónliga komin at kenna Páll gjøgnum pápa mín, sum hevur siglt við hesi árini, við tað at eg sum smágenta byrjaði at koma um borð at vitja. Vinskapurin er blivin størri og størri og tað hevur altíð verið deiligt og stuttligt at práta við hann. Hann er altíð so positivur og glaður og prátið bleiv altíð gott. Serliga á tí politiska økinum, har vit eru sera samd. Eg fari at sakna prátini, tí nú verður tað neyvan so ofta sum áður. Tað var eitt tíðarskeið, har heils- an bilaði hjá Pálli, men hana fekk hann aftur og hevur so klárað at blivið 67, men má nú í land. So- leiðis er lívið, sjálvt um tað eigur at vera ringt at gevast við nøkrum, sum tú elskar at gera, og tú hevur heilsuna til tað. Men tað eigur eisini at vera gott og man hevur nógv at takka fyri, at kunna ar- beiða ein so stóran part av lívinum. Eg endi hesa heilsan við ynskj- um um alt tað besta fyri teg og tíni í framtíðini og Guds signing. K.EY. Páll Poulsen sekstisjey C M Y K 13 12