Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. juli 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 138 • hósdagur • 22. mai 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Kvinnurnar hjá KÍ taptu tepurt í fyrsta dystinum í bólkaspælinum í UEFA Women's Cup UEFA-CUP Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Veðurumstøðurnar til at spæla fótbólt vóru ikki av teimum bestu, sæð við føroyskum eygum, tá ið KÍ- kvinnurnar týsdagin leiktu fyrsta dystin í UEFA Women's Cup bólka- spælinum í Pólandi. Hitin var ikki minni enn 35 stig í skugganum, tá ið dysturin var bríkslaður í gongd. KÍ tók leiðsluna Í fyrra hálvleiki gekk leikur javnt á, men tað eydnaðist tó ikki hjá nøkrum av liðunum at fáa hol á. Eftir steðgin gekk betur, og tá ið fáir minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, legði ein av royndastu leikarunum hjá KÍ, Rannvá B. Andrea- sen KÍ á odda, tá ið hon varð spæld leys á miðjum vølli. Hon dróg allan vegin fram móti málinum og sendi bóltin í meskarnar til 1-0. Ukrainska mótstøðuliðið, Metallist Charkow, hevði annars havt bóltin meiri, og eftir føroysku leiðsluna royndu tær at leggja enn størri trýst á KÍ. Hetta gav eisini úrslit, tá ið eitt korter var eftir at leika, tí tá fekk ukrainska liðið javnað til 1-1. Og fyri at gera ilt verri, eydnaðist tað eisini Metallist Charkow at fáa sigursmálið, tá ið einans seks minuttir vóru eftir at leika. Hetta var eitt satt vónbrot fyri klaksvíks- kvinnur, sum aftur í dag skulu í eldin. Hesaferð verður mótstøðuliðið lokalu favorittarnir úr AZS Wroclaw. Stóra EM tippikapp- ingin er farin aftur um bak, og vinnari av kappingini gjørdist Heri Simonsen úr Havn EM-TIPPING Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Nú er nakað síðani, at EM- endaspælið í Portugal fór aftur um bak, og harvið eisini stóra EM-tippingin, sum vit høvdu her í blaðnum. Undirtøkan hevur verið góð, og spenningurin hevur eisini verið stórur. Stóð á jøvnum Tá ið avtornaði, vísti tað seg, at tveir navnframir mans, Heri Simonsen og John Petersen, vóru javnir á fremsta plássi við 19 røtt- um í part. Tí varð neyðugt við lutakasti fyri at fáa av- gjørt, hvør av teimum báð- um skuldi vinna stóru fótbóltsferðina. Tað luta- kastið vann Heri, og tískil noyddist B36-liðskiparin at taka til takkar við einari ferð til dyst millum FC Keypmannahavn og Brønd- by í Parkini, men tað er nú heldur ikki at kimsa at. Á triðjaplássi var eisini javnt. Ikki færri enn sjey mans høvdu 17 rættar, og av tí at vinningar bert vóru til átta teir fremstu í kapp- ingini, varð enn einaferð neyðugt við lutakasti. Triðjavinning vann enn ein B36-leikari, Bergur Mid- jord, og vinningurin hjá honum var ein Apex-ferða- seðil. Tað hevur verið hugaligt hjá stigtakarunum til kapp- ingina at síggja, hvussu nógv fólk hava víst kapp- ingini áhuga, og ikki er óhugsandi, at kappingin verður endurtikin í sam- bandi við HM-endaspæli í Týsklandi um tvey ár. KÍ tapti tepurt Heri vann fótbóltsferðina Umframt teir seks FM róðrarnar og barnaróðrarnar verður skipað fyri fleiri eyka kappróðrum á ólavsøku KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Tað plagar at ganga skjótt og væl við kapp- róðrinum á ólavsøku, og tað er eingin orsøk at rokna við, at tað verður øðrvísi hesa ferð. Tað verður róð so at siga á deyðavatni, og rógvar- arnir eru allir í góðari venjing – eisini til at lurta eftir og taka til eftir- tektar tað, sum startdóm- ararnir og høvuðsdómar- arnir hava at siga. Hóast tað er tætt og stutt ímill- um bátarnar, so eiga stýrimenninir nú eisini at vera í so mikið góðari venjing, at teir megna at halda tunguna mitt í munninum og bátin til tann geiran, sum teimum er tillutaður at rógva á. Og eingin vandi er fyri, at fasti starturin ikki skal verða brúktur. Sum tað varð sagt í blaðnum í gjár, so hava teir í Havn- ar Róðrarfelag nú lagt fasta startin út undir Argjahøvda, har hann er festur inn á land. Tí verð- ur tað líka mikið, um hann verður høgur ella lágur í ættini og um vind- urin verður meiri ella minni ella tað kanska og vónandi verður stilli. Fasti starturin á Argja- høvda fer ongan veg. Nú hevur Havnar Róðrarfelag boðað hin- um róðrarfeløgunum frá, hvussu nógvir eykaróðr- ar fara at vera hesa ferð. Umframt teir seks FM róðrarnar og ivaleyst tveir barnaróðrar, sum Róðrarsambandið tekur sær av, so fer Havnar Róðrarfelag at skipa fyri fýra eykaróðrum. Tað er ein ógvuliga gomul siðvenja, at gomul 6-mannafør rógva á ólav- søku. Falkurin úr Hós- vík, Greivin av Signabø og Smiril úr Vági hava havt manga harða kapp- ing á Havnarvág, og tað er aftur møguleiki fyri hesum í ár. Tað hevur eisini nógvu tey seinastu árini verið vanligt, at old boys og old girls hava róð, og so- leiðis verður tað eisini hesa ferð. Old boys róður verður við 8-mannafør- um og 10-mannaførum, og old girls róður verður við 5-mannaførum. Havnar Róðrarfelag sig- ur, at tað skal boðast frá luttøku í old girls og old boys róðrunum og róðr- inum millum gomul 6- mannafør í seinasta lagið sunnudagin 25. juli. Boðast kann frá á telefon 218484 ella 210050. Havnar Róðrarfelag skipar fyri døgurðaborði í neystinum á middegi ólavsøkuaftan. Manning- ar, sum ætla at taka av hesum tilboðnum, skulu boða frá í seinasta lagið mánadagin 26. juli. Tær skulu boða frá á telefon 218484. Nógv steyp eru, um tað ber til at siga tað so- leiðis, í umfari í samb- andi við kappróðurin á ólavsøku. Umframt ogn- arsteypini so skulu ferða- steypini handast eftir kappróðurin. Fyrsta treytin fyri at ferðastey- pini kunnu handast er, at tey eru tøk. Tí er neyð- ugt, at tey, sum síðani á ólavsøku í fjør hava havt ferðasteyp í varðveitslu, sum tey ikki hava vunnið til ognar, syrgja fyri at lata tey innaftur. Hetta skal gerast í seinasta lagið týsdagin 27. juli, verður sagt í skrivi frá Havnar Róðrarfelag og til kappróðrarfeløgini. Ein av royndastu leikarunum hjá KÍ, Rannvá B. Andreasen, legði KÍ á odda móti ukrainska Metallist Charkow, men móti endanum eydnaðist tað ukrainska liðnum at skora tvær ferðir, so at tær fóru avstað við øllum stigunum Tólv kappróðrar á ólavsøku Endaliga støðan í EM-tippingini 1. Heri Simonsen 19 2. John Petersen 19 3. Bergur Midjord 17 4. Dánjal M. Joensen 17 5. Róaldur Jacobsen 17 6. Kenneth Hovgaard 17 7. Jákup Eli Jacobsen 17 8. Símun Midjord 17 Heri Simonsen vann saman við John Petersen EM-tippingina og tí noyddist lutakast at vera um høvuðsvinningin. Heri vann lutakastið og kann tískil fara á fótbóltsferð í Europa 15 14 Nr. 138 - 22. juli 2004 Mogens Tilsted Christensen heldur ólavsøkugudstænastu na í ár. Hann sigur, at prædikan verður til allar føroyingar ÓLAVSØKU- PRÆDIKAN Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Tað verður Mogens Tilsted Christensen, prestur í Norðurstreymoy, sum fer at halda ólavsøkuprædikuna í ár. – Eg haldi, at tað er ógvuliga spennandi og av- bjóðandi at skula halda ólavsøkuprædikuna, sigur Mogens Tilsted Christen- sen. Hann hevur verið prestur í Føroyum í eitt ár nú. Sjálvur sigur hann, at tað er ein stór æra at sleppa at halda gudstænastuna á tjóðarhátíð okkara. Til øll – Prædikan verður til allar føroyingar. Løgtingið verð- ur jú eisini sett á ólavsøku, so tað verður eisini okkurt við til tey, men fyrst og fremst verður tað til allar føroyingar, leggur presturin dent á, sum tó ikki vil av- dúka ov nógv, áðrenn sjálva gudstænastuna. Tað var longu í vár, hann fekk at vita, at tað gjørdist hann, ið skuldi halda guds- tænastuna. Og líka síðani hevur hann gingið og hugs- að eitt sindur um, hvat ólavsøkuprædikan skal snúgva seg um. – Eg var við til ólavsøku- gudstænastuna í fjør, og eg haldi, at føroyingar bakka ólavsøkuna ótrúliga væl upp. Ólavsøkan er ein kensluborin og ótrúliga vakur siður, heldur Mogens Tilsted Christensen. Dagins tekst sjálvan ólavsøkudag eigur hann eisini at halda seg til, og tað er teksturin um hveitikorn- ið, sum skal leggjast í jørð- ina at doyggja, áðrenn tað kann vaksa aftur og gerast til ein aks við nógvum kornum. Mogens Tilsted Christen- sen er upprunaliga ættaður úr Viborg, Danmark, har hann í fleiri ár starvaðist sum ognarseljari. Hann fór síðani undir prestaútbúgv- ing, og sum 58 ára gamal fekk hann sítt fyrsta embæti í Føroyum. Tann 10. juli í ár fylti hann 60 ár, og hann sær fram til 10 góð ár í prestayrkinum. Sambært honum sjálvum og konuni Onnu, hevur hann ung- dómsanda og góða heilsu. Ein prædika til allar føroyingar Tað verður presturin í Norðurstreymoy, Mogens Tilsted Christensen, sum fer at halda ólavsøkuprædikuna í ár. Hann leggur dent á, at tað verður ein prædika til allar føroyingar Løg frá gospelfløguni »So gott at vita« verða framførd í tjaldinum á ólavsøku Tíðindaskriv Tann 29. juli kl. 19.00 og kl. 21.30 verður konsert í tjaldinum í Kommunu- skúlagarðinum við tí nýggju gospelfløguni »So gott at vita«. Fløgan, sum er sera fjøl- broytt í tónleikastíli, er til alla familjuna, og hetta til- takið er ein frumførslu- konsert. Tónleikastílurin er alt frá pop til rap til dance, so har verður eitt sindur til hvønn aldursbólk. »So gott at vita« hevður 6 sangarar. Nógvir av sangunum eru longu nógv at hoyra í út- varpinum! Millum annað er sjálvt heiti á fløguni »So gott at vita« eitt lag, sum er nógv spælt, og fløgan er á topp 10 hjá 3´arinum. Kostnaður fyri konsert- ina er einans 50,- og at- gongumerki kunnu keypast í 3´aranum, og í tjaldinum í Kommunuskúlagarðinum ein hálvan tíma, áðrenn konsertin byrjar. »So gott at vita« í tjaldinum C M Y K 14