hósdagur 22. juli 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 138 - 22. juli 2004
17
Týsdagin tann 27. juli
kl. 1830 skipar Bragd-
ið fyri rennikapping-
um á Skálatrøð í
Havn. Kappast verður
í ymsum bólkum hjá
bæði vaksnum og
børnum. Startur og
mál í øllum kapping-
unum er á Skálatrøð
Byrjað verður kl. 18.30, tá
vaksin renna 5 km. Runnið
verður nakrar ferðir runt
niðri á Skálatrøð og út á
Bakka.
Hóast øll tey vaksnu
byrja í senn, so verður
kappast í tveimum aldurs-
bólkum: vaksin fødd í 1986
ella fyrr, og vaksin fødd í
1958 ella fyrr (veteranar).
Heiðursmerki verða latin til
nr. 1, 2 og 3 í báðum bólk-
unum.
Kappingin á Ólavsøku er
samstundis síðsta umfar í
árligu Grand Prix kapping-
ini fyri vaksin og børn. Á
heimasíðuni
www.athletics.fo er kunn-
ing um støðuna í Grand
Prix kappingini, undan
Ólavsøku.
Børnini byrja at renna kl.
19.15 tá dreingir og gentur
- 7 ár (f. 1997 ella seinni)
renna eina ferð runt, t. e.
600
m.
Síðani
renna
dreingir og gentur - 10 ár (f.
1994-1996) sama tein
Tey størru børnini skulu
renna 2 ferðir runt, t. e.
1200 m. Kappast verður í
hesum bólkum: dreingir og
gentur - 13 ár (f. 1991-
1993) og dreingir og gentur
- 17 ár (f. 1987-1990).
Nr. 1, 2 og 3 í teimum
ymisku bólkunum hjá gent-
um og dreingjum fáa heið-
ursmerki.
Handan av steypum til nr.
1, 2 og nr. 3 í Grand Prix
kappingini hjá bæði vaks-
num og børnum, verður
eftir at fremstu rennararnir
á Ólavsøkurenningini eru
heiðraðir.
Tilmelding kann bert
gerast á www.athletics.fo
og startnr. skulu heintast
uttan fyri handilin hjá P/F
Valdemar Lutzen kl. 17.30-
18.30. Luttøkugjald kr.
50,00 fyri vaksin og kr.
30,00 fyri børn skal gjald-
ast í sambandi við avheint-
an av startnr. Tilmelding-
arfreistin er úti mána-
kvøldið tann 26. juli.
Ólavsøkubridge
Aftur í ár skipar Bridgehúsið í Havn fyri einari
bridgekapping á Ólavsøku, Hvat fyri kappingar-
háttur, sum verður nýttur, er enn ikki avgjørt.
Kappingin byrjar 25. juli kl 14:00. Tilmelding á
staðnum. Góðir vinningar.
Føroyskur "vadesten"
Føroyska Bridgelandsliðið, ið júst er afturkomi úr
Malmø, har tað hevur luttikið í Europameistara-
kappini í Bridge, hevur havt tað sera trupult. Kortuni
høvdu føroyingarnir fleiri framúr góð spøl. Heðin
Mouritsen, sum er ein av teimum royndastu
bridgespælarunum, hevði hetta sera vakra spælið.
Meldið er 6 spar, sum nokk er í meiralagi.
_ 52
_-
_ K10985
_ EB7532
N
_ 10986
_ D7
_ 754
V
Ø _ K10862
_ B642
_ 73
_ K10
_ D864
S
_ EKB43
_ EDB93
_ ED
_ 9
Vestur spælur kleyvar 10 út. Heðin tók við essinum,
rútara til frúgvuna, hjartara til trumf, kleyvara til
trumf og síðani tók Heðin fyri spar ess, kong, bónda
og hjartar ess .
Við trimum kortun eftir var støðan henda:
_ -
_ -
_ K10
_ B
N
_ 10
_ -
_ -
V
Ø
_ K10
_ B6
_ -
_ -
_ D
S
_ 4
_ DB
_ -
_ -
Spar 4 fór til spar 10 hjá vestan, sum nú varð nýttur
sum "vadesten" fyri at sleppa inn til borið, vestur
mátti spæla rútar 6 aftur, Heðin legði flott rútar 10
til á borðinum og fekk síni 12 stikk !!
Havnar Fimleikafelag skip-
ar fyri stórum tiltaki í
gongugøtuni og á Vaglinum
í Havn. Tiltakið er ætlað
allari familjuni og byrjar kl.
10 leygarmorgunin.
Vikuskiftið undan ólav-
søku skipar størsta fim-
leikafelagið í landinum fyri
stórum tiltaki í miðbýnum í
Havn. Eins og fimleikurin í
felagnum er ætlaður øllum
aldursbólkum, so verður
familjudagurin eisini lagd-
ur soleiðis til rættis, at øll í
familjuni hugna sær.
Børnini hugna sær bæði
við fiskibrunni, tombola,
barnakarusell og hoppi-
borg. Tey
vaksnu
fáa
leygardagin avbera góðan
møguleika at fylgja við
mótanum, tí klædnahandl-
arnir í miðbýnum sýna
fram alt tað nýggjasta.
Øll, ið leita sær oman
ímóti pallinum á Vaglinum
kunnu hugna sær við
Angelu og Hannibal, eins
væl og framsýningini, ið
FM-fimleikararnir leggja
til rættis. Fimleikur fevnir
vítt og tí fara ung eisini at
sýna fram bæði HipHop og
Breakdance.
Tiltakið byrjar kl. 10 og
heldur á til kl. 17. Øll eru
hjartaliga vælkomin og
vónar Havnar Fimleika-fe-
lag sjálvsagt, at føroyingar
nýta hetta høvi at savnast í
gongugøtuni - eisini at
njóta
framúrskarandi
fimleikasýningina, ið FM-
fimleikararnir sýna fram.
Skráin fyri familjudagin
24. juli 2004:
Kl. 10.00 letur økið upp við
fiskibrunni,
mat-
og
bommtombola, pylsuvogni,
sølubúð v/vaflum og kaffi,
barnakarusell og hoppi-
borg.
Kl. 11.00 verður fram-
sýning á pallinum á Vagl-
inum. FM-fimleikarar fara
at sýna fram kynstur og ung
fara at dansa hiphop og
Breakdanse.
kl. 13.30 undirhalda An-
gela og Hannibal á pallin-
um á Vaglinum.
kl. 14.00 verður mótasýn-
ing við handlunum í mið-
býnum. Luttakandi handl-
arnir eru, Sirri, Fljóðið,
Kallkyn,
Mótaskálin,
Skálabúðin, Thomas Dam
Ítróttur, X-Size, Wrangler
Shop, Siri, Snældan, Bams-
an, Línbúðin, Kissa, Alv,
Fótbúni,
Touché
og
Vougue.
Angela og Hannibal undir-
halda í steðginum.
Kl. 16.00 verður framsýn-
ing á pallinum á Vaglinum.
FM-fimleikarar fara at
sýna fram kynstur og ung
fara at dansa hiphop og
Breakdanse.
Kl. 17.00 letur økið aftur.
Ólavsøkurenningin 2004
Familjudagur í miðbýnum 24. juli 2004
Skrá:
17.30
Heintan av startnummari á Skálatrøð
18.30
Vaksin (fødd í 1986 ella fyrr) renna
5 km
19.15
Børn - kappast í hesi raðfylgju:
Børn - 7 ár (f. 1997 ella seinni) renna
600m
Børn - 10 ár (f. 1994-1996) renna
600m
Børn - 13 ár (f. 1991-1993) renna
1200m
Børn - 17 ár (f. 1987-1990) renna
1200m
20.30 Heiðursmerkja- og steypahandan
17
16
Nr. 138 - 22. juli 2004
FCK vann týskvøldið
Super Cup, og
venjarin sigur seg
ætla at geva fleiri
spælarum
møguleikan, enn
hann gjørdi síðsta
kappingarár
ÚTISETI
Jóannes Hansen
FCK verður aftur í nýggja
kappingarárinum har, sum
tað gongur fyri seg í
donskum fótbólti. Tað varð
staðfest týskvøldið, tá ið
FCK í Parkini vann Super
Cup 2–1 ímóti AaB. FCK
vann, hóast teir í meiri enn
ein tíma vóru undirmann-
aðir.
Bara 26 minuttir vóru
farnir, tá ið ein av álititis-
monnunum á miðvøllinum,
Hjalte Bo Nørregaard, fekk
reyða kortið. Hann sá reytt
eftir tvær ófantaligar takl-
ingar, sum báðar góvu gult
kort.
Bæði FCK málini vórðu
skorað av verjuspælarum.
Vanliga leiktíðin í 1. hálv-
leiki var farin, tá ið síðu-
spælarin í høgru, Lars
Jacobsen, við fløtum skoti
úr eitt sindur í høgru og
dygst inn við stólparótini í
hinum borðinum skoraði til
1–0.
Todi Jónsson var ikki
millum teir fyrstu ellivu hjá
FCK. Álvaro Santos og
Jesper Bech vóru í álopin-
um. Tá ið FCK gjørdist
undirmannað, varð Jesper
Bech fluttur aftur á miðj-
una, og so var Álvaro einsa-
mallur á toppinum.
Álvaro tóktist væl upp-
lagdur, men hann megnaði
ikki at fáa mál, tá ið hann í
1. hálvleiki fekk møguleik-
an úr ellivu metrum. Silber-
bauer varð rendur um koll,
og Álvaro sendi brotsspark-
ið í fótin á AaB málverjan-
um, Jimmy Nielsen, sum
varð kosin at vera dagsins
maður.
Tá ið tað restaðu 26 min-
uttir, loysti Todi Jónsson
Álvaro Santos av. Hetta var
199. ferðin, at Todi var á
FCK liðnum í týdningar-
miklum dysti. Tað vil við
øðrum orðum siga, at um
hann sleppur upp í part, tá
ið FCK leygardagin fer at
spæla landskappingardyst í
Silkeborg, so verður talan
um jubileum.
At
føroyski
spælarin
framvegis er væl umtóktur í
FCK og í danska fótbólts-
heiminum var týskvøldið
gott dømi um. Áskoðararn-
ir tóku ímóti honum við
eyðkenda rópinum todi,
todi, og Svend Gehrs, sum
seinastu fjórðings øldina
hevur verið best umtókti
danski frásøgumaðurin í
sjónvarpinum, hevði saman
við fyrrverandi landsliðs-
málverjanum Peter Kjær, ið
var medkommentator, eina
rúgvu av positivum lýsing-
arorðum at siga um FCK
álopsmannin. Teir vóru eitt
nú samdir um, at tað er
luksus trupulleiki hjá FCK,
at tað ikki er pláss fyri ein-
um so góðum álopsspælara
millum teir fyrstu ellivu.
Todi tóktist væl upplagd-
ur ta løtuna, hann var á
vøllinum. 2-0 málinum átti
hann sín stóra part í. Eftir
stikkbólt fram ímillum
smekkaði hann til úr eitt
sindur spískum, AaB mál-
verjin blokeraði til horna.
Bólturin varð lagdur innfyri
og útfrá. Tá ið bólturin varð
lagdur innfyri aftur, legði
Todi við høvdinum bóltin
fyri føturnar á miðverjan-
um Ole Tobiasen, sum úr
seytjan metrum smekkaði
dygst úti við stólparótina.
Fram ímóti dystarenda
sneiddi Todi framvið mál-
verjanum, men vinkulin
gjørdist og spískur.
AaB minkaði um munin
stutt eftir, at FCK hevði økt
til 2–0. Málið fingu teir
eftir horna, og síðstu løtuna
royndu teir við longum
sendingum at leggja trýst á
FCK verjuna, sum kortini
megnaði at halda tørn.
Fleiri fáa møguleikan
Týsdagin seldi FCK verju-
spælaran Boro Zivkovic til
norska Fredrikstad. Tveir
spælarar eru ikki førir fyri
at spæla, tí teir eru skaddir.
Annar teirra er málverjin
Magnus Kilhsted, og hin er
Sibusiso Zuma, sum er
lærskaddur. Tað verður
roknað við, at hann verður
førur fyri at spæla aftur
miðskeiðis í august.
Men tað er kortini stór
kapping um plássini á FCK
liðnum. Teir eru omanfyri
tjúgu, sum venja saman, og
FCK venjarin, Hans Backe,
segði fyrr í vikuni, at hann
roknar seg at hava 15–16
spælarar, sum eru javnt
góðir.
Í fjør var tað fram ímóti
kappingarenda ikki meiri,
enn at FCK fekk mannað
lið. Ein rúgva av spælarum
vóru skaddir. Tá varð mett,
at orsøkin til summar skað-
ar var, at spælararnir høvdu
spælt ov nógv.
Nú sigur Hans Backe, at
hann í summar og næstu
tveir mánaðirnar ætlar at
nýta rotatiónsprinsippið,
sum varð so nógv umrøtt, tá
ið Chealsea nýtti tað í fjør.
Backe ætlar, at spælararnir
skulu leypa einstakar dystir
um, soleiðis at teir alla tíð-
ina eru heilt væl fyri. Tað
vil við øðrum orðum siga,
at eisini teir, sum síðsta
kappingarár vórðu roknaðir
sum lyklaspælarar og tískil
vóru á liðnum hvørja ferð,
teir næstu mánaðirnar fara
at hvíla viðhvørt.
Ætlanin hjá FCK venjar-
anum er so í toppdystum í
landskappingini
og
í
Europa Cup at toppa liðið,
sum tað plagar at verða
tikið til í Íshockey.
FCK skal spæla fyrstu
dystirnar í Europa Cup 28.
juli og 4. august.
Umframt at hava vant
eina og tvær ferðir
um dagin hava
vágbingar spælt
tríggjar dystir á
Svendborg leiðini
VB VENJINGARLEGA
Jóannes Hansen
Í dag kemur VB aftur úr
Danmark, har teir síðstu
vikuna hava verið á venj-
ingarlegu. VB hevur verið í
Svendborg og fyrireikað
seg til seinna partin av
landskappingini. At teir
akkurát valdu at fara til
Svendborg mundi komast
av,
at
tveir
av
VB
monnunum
hava
gott
samband tann vegin. Annar
teirra
er
verjuspælarin
Anders Sørensen, sum er
ættaður úr Odense, men
sum seinastu sjey árini
hevur búð í Svendborg, og
hin er ungdómsvenjarin hjá
VB, John Christensen, sum
er ættaður úr Svendborg.
VB hevur vant tvær ferð-
ir um dagin burtursæð frá
teimum døgunum, tá ið teir
hava spælt venjingardystir.
Tá
hava
teir
vant
fyrrapartin og spælt seinni
um dagin.
– Vit hava fingið væl
burturúr, og vit vóna og
rokna við, at hetta hevur
verið ein góð fyrireiking til
tey níggju umførini, sum
standa fyri framman í
landskappingini.
Hetta var stutta viðmerk-
ingin, sum vit fingu frá VB
málverjanum,
Bjarna
Johansen, tá ið vit fangaðu
hann í fartelefonini úr
Svendborg fyrrapartin í
gjár.
Í gjárkvøldið skuldi VB
spæla síðsta venjingar-
dystin. Hann skuldi vera
ímóti
Svendborg.
Frammanundan høvdu teir
spælt tvær ferðir. Báðu
ferðirnar var tað ímóti 2.
deildarfeløgum á Fyn.
Fyrri dysturin var ímóti
Næsby. Á VB heimasíðuni,
vb1905, verður sagt, at
fyrra umfarið var rættuliga
tætt,
og
at
støðan
í
steðginum var 1–1. Í 2.
hálvleiki gjørdi VB fleiri
útskiftingar,
tveir
vágbingar vórðu vístir av
vøllinum, og so vann
Næsby 5–1.
Seinna royndin var ímóti
gamla
stórfelagnum
í
Odense, B1909, sum nú
altso er í 2. deild. VB tapti
4–2 fyri B1901.
Í VB ferðalagnum, sum
kemur aftur í Vágar í dag,
eru 22 fólk. Sekstan teirra
eru fótbóltsspælarar. VB
skal
í
morgin
og
leygardagin luttaka í Lions
Cup, sum verður í Hvalba
og í Vági. Í dag skal VB
spæla ímóti TB, og í morg-
in skulu teir spæla ímóti
Sumba ella Royn.
Í 10. umfarinum í lands-
kappingini skal VB spæla á
heimavølli
ímóti
NSÍ.
Undan summarsteðginum
gekk tað leingi væl hjá VB,
men so var úrtøkan eitt
sindur soltnari. VB er eftir
níggju tey fyrstu umførini á
sætta plássinum við trettan
stigum. HB, sum VB tapti
ímóti í hálvfinaluni í
steypakappingini,
er
oddalið við tjúgu stigum.
VB hevur fyrireikað seg á Fyn
Todi fer at fáa fleiri møguleikar
Todi Jónsson fekk ein hálvan tíma á vøllinum, tá ið FC Keypmannahavn í týskvøldið vann 2-1 á
AaB í danska Super Cup dystinum.
C
M
Y
K
16